hósdagur 11. desember 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 239 - 11. desember 2008
Tónleikur
FLØGU UMMÆLI
Sunneva H. Eysturstein
Sunneva@sosialurin.fo
Eitt spennandi tónleikaslag er
byrjað at taka seg fram her á
klettunum. Eitt slag av eksperi
menterandi, lyriskum fólkatón
leiki, sum inniheldur eina rúgvu
av tvistum og stuttligari fyllu.
Ein av teimum fáu, ið higartil
hevur vágað sær út á hesa tón
listaleiðina, er Dánjal á Neysta
bø. Og tað er ikki heilt av leið at
siga, at Dánjal veruliga er í sín
um rætta elementi á hesari
leiðini. Hetta verður nevniliga
staðfest væl og virðiliga á debut
fløguni hjá honum, The Palace,
ið kom út um miðjan november.
Hann vísir við henni sítt stóra
tónlistarligt potentiali, og hansara
raddar og klaverdygdir blíva
ordiliga útfoldaðar.
Manningin
Dánjal hevur valt sær eitt gott og
stórt úrval av tónleikarum at
hava við á útrgávuni. Dánjal
sjálvur hevur framleitt fløguna,
syngur, spælir klaver, pumpiorgul
og klokkuspæl og hevur harum
framt eisini arrangerað hana sam
an við Afenginn oddamanninum
Kim Nyberg, sum eisini spælir
mandolin. Á violin hevur hann
Angeliku Nielsen; Anniku Jessen
á Klarinet, Stephan Sieben á
gittara, Erik Olevik á bass og
Ulrik Brohuus á trummur og
percussion.
Gestatónleikarar eru Sidse
Holte, sum syngur á »Down in a
Hole«, »The Palace«, »Tower of
Babylon« og »Show me Sorrow«,
harav tvey tey síðstnevndu eisini
eru gestað av marimbaspælaran
um hjá sjálvum Tom Waits, Bent
Clausen. Afturat øllum hesum eru
tvær kvartettir, sum gera sítt á
nøkrum løgum, og alt í alt blívur
hetta ein gigantisk kompositión
við smekkfult av detaljum, ið
Dánjal og Kim rættiliga meistara
liga hava fingið til at hanga
saman.
Tónlistamaðurin, framleiðarin
og Orka íverksetarin Jens L.
Thomsen hevur miksað fløguna.
Løgini í sjálvum sær
Tónleikurin er søgusigandi og
rútmiskur. Skal eg nevna tónlist
arligan íblástur, komi eg beint
inn á nøvn sum Kaizers Orch
estra, Afenginn, Tom Waits,
Leonard Cohen og Budam. Bara
í sínum egna hami.
Tekstirnir liggja væl í rútmuni,
taktirnar eru skiftandi og lívligar,
og røddin hjá Dánjal liggur merk
verduga væl til tónleikin. Hann
hevur eina sovorðna fleksibla
rødd, sum kann fara frá at vera
intim og vøkur til at blása seg
fult upp og blíva ógvuslig og
øgiliga skjóttgangandi. Serliga
løgini »The Big Wheel Keeper«,
»The Enemy« og »The Palace«
vísa akkurát handan harða og
autentiska Dánjal, sum hevur
eina rúgvu at siga frá og ger tað
av øllum hjarta.
So hava vit eisini friðarligu
balladurnar: Leonard Cohen
inspireraðu »Tower of Babylon«;
sýruta klovnalagið og mín persón
liga favoritt »Show me Sorrow«;
»Our Song«, sum skerir seg
rættiliga nógv burturúr restini av
fløguni og koyrir bara við intens
um klaverspæli og Dánjalsa feitu,
hjartanemandi rødd a la Willie
Nelson; og síðst men ikki minst
vakra vøgguvísusliga lagið
»Gylta«, sum er um dóttir Dánj
al. »Gylta« er fylgt av skjótt
pumpandi karneval lagnum
»Hep«, sum koyrir avstað við
øllum tí fólksliga balkan kryddi
num, tú kanst ynskja tær. Lagið
»Down in a Hole« skerir seg
eisini rættiliga nógv burturúr
rúgvuni við tað, at tað koyrir
uppá eina feita, seina soul klapp
ogstompafótin rútmu og hevur
nakrar væl umhugsaðar dishar
moniir. Trý løg, »Drunken
Tango«, »Leaving the Palace« og
»Longsul«, eru heilt instrumental
og siga í sær sjálvum frá einari
søgu ígjøgnum tey væl saman
spældu ljóðførini.
Eg havi nevnt tvey løg, sum
skilja seg burturúr, tí tey eru egin
uppá ein ella annan hátt. Men tá
eg hugsi um tað nú, havi eg
faktiskt hug til at siga tað um øll
løgini. Tí tey koyra í hvør sínari
gongd; hvør sínum huglagi,
tempo, rútmu og stíli. Tað er
nokso kul. Og við tað meini eg
flott av Dánjal og bólki hansara
at hava skapt so góðan diversitet
í tónleikin. Tað eru ikki nógv,
sum duga tað væl, men tað vil eg
avgjørt siga, at Dánjal og bólkur
hansara duga. Dánjal hevur
sjálvur sagt, at hann vil helst, at
tey, ið hann arbeiðir saman við,
skulu kunna sveitta eitt sindur av
blóði, tí tað merkist aftur í tón
leikinum. Og tað ger tað eisini
heilt avgjørt. Eg merki í hvussu
er væl, at nógvir svøvnleysir og
bløðandi tímar liggja aftanfyri
hesa vøruna, og tað ger tað heila
eitt gott vet betri nøktandi at
lurta eftir.
Eitt lítið ummælara síðuspor...
Eg var so heppin at vera í Dan
mark fyri næstan tveimum vikum
síðani, tá Dánjal og bólkurin
høvdu útgávukonsert har í Ment
anarhúsinum á íslendsku bryggj
uni í Keypmannahavn. Eg sat og
dyrkaði, hvussu væl tilrættis øll
tóktust at kenna seg har uppi á
pallinum. Tað fekk eisini meg at
kenna meg væl tilrættis, og hend
an løtan var generelt bara ordi
liga hugnalig. Hon gav mær á ein
ella annan hátt betri innlit í fram
førandi heimin hjá Dánjal og
setti líkasum undirstriku við ta
ævintýrakensluna, eg fekk av
fløguni.
Konsertin var einki minni enn
frálíka undirhaldandi. Tað var
ókeypis atgongd, men um hon so
hevði kostað mær fleiri hundrað
krónur, hevði hon verið allar
pengarnar verd.
Persónligur karakterur
Eg havi roynt at funni nakrar
veikleikar við hesari fløguni,
men tað er eitt sindur torført, tí
hetta er so ræðuliga persónligur
og egin tónleikur kompositións
liga sæð. Og hvussu setir man
karakter á tað? Hvørjum skal eg
seta tað upp ímóti? Eg kann bara
fylgja mínum egna, persónliga
sansi og út frá tí siga, hvat eg
haldi. Tí í hesum føri er tað heilt
og fult upp til ein sjálvan at av
gerða, um fløgan appelerar til
eins smag ella ikki. Tekniskt og
fagliga er hon framúr, og tað
einasta, sum er eftir, er at meta
um tað sjálvur.
Mín persónliga meting er, at
The Palace er ein ordiliga, ordi
liga góð fløga. Hon er spennandi,
áhugaverd, innihaldsrík, varier
andi, hugtakandi og alt í senn.
Eitt sindur sum at traðka inn í
eitt ævintýr og bara lata seg ríva
við frá enda í annan. Hon riggar
bæði afturvið døgurðanum, sum
bakgrundstónleikur, sum veitslu
kveikjari og hugnaleggjari. Og
tað er ikki heilt at forsmáa. Men
ein trupulleiki við debutfløgum
er, at tað kann vera vandamikið
at geva ov høgan karakter, bæði
tí at ein hevur einki tilfar framm
anundan frá artistinum at seta
hetta tilfarið upp ímóti. Men tað
kann eisini føra til, at artisturin
blívur ov fullur av sær sjálvum
og gloymir at útvikla seg víðari
frá hesum produktinum, tá hann
skal til at gera nýtt tilfar. Hevði
eg verið ein ordiliga skeptiskur
ummælari, hevði eg nokk ikki
farið upp um fýra út av seks,
bara tí at tað er ein debut. Men
eg velji at bara vera eitt sindur
skeptisk og líta á Dánjal, at hann
er somikið royndur á listarliga
pallinum eftirhondini og ikki fer
at stara seg blindan í dyrkan av
hesari útgávuni. Tí kennir ein
hann rætt, er hann netupp tann,
sum útviklar seg – og tað skjótt.
So, Dánjal, fimm stjørnur her frá
mær. Vóni at kunna fara enn eitt
stig upp næstu ferð; út frá hesari
útgávuni kann eg í grundini bara
gleða meg til tað.
Dánjal á Neystabø fær sera góðan dóm frá Sunnevu H. Eysturstein fyri
fólkadebutfløguna hjá sær The Palace
Mynd: Jens Kristian Vang
Eksperimenterandi, fólksligur Dánjal
Dánjal á Neystabø gav fyri góðum mánaða síðani út fólkadebutfløguna The Palace,
sum ummælarin Sunneva H. Eysturstein her gevur sín dóm til
★★★★★✩
Høgni Egholm Magnussen hevur sniðgivið húsan. Jógvan Andreas á
Brúnni eigur æruna fyri myndir og tekningar
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo