Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 240 - 12. desember 2008 tíðindi Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu meg á 80 ára føðingardegi mínum. Takk fyri gávur, blómur og fjarrit. Stóra tøkk til harmonikuliðið, sum setti sín stóra dám á dagin við góðum tónleiki. Ein serlig tøkk til míni børn fyri ein væleydnaðan og ógloymandi dag. Bestu heilsanir til tykkum øll og ynskir um eini gleðilig jól. Bertha Hansen Tøkk Øllum tykkum, sum gleddu meg á 85 ára degnum, takki eg hjartaliga. Serstøk tøkk til børnuni við makum, sum stóðu fyri at gera dagin so hugnaligan. Takk fyri røður, sangir yrktar til høvið, og serlig tøkk til ommu- og langommubørnini fyri sangframførslu. Tykkum, sum heilsaðu mær við at ringja, senda fjarrit, gávur og at vitja inn á gólvið, takki eg hjartaliga. Guð signi tykkum øll við ynski um eini góð og hugnalig jól og Harrans signað nýggjár. Brynhild Jensen, Sumba Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt heilsaðu mær á sjeyti ára degnum. Eini góð jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Hans Jacobsen Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gleddu meg á 85 ára føðingardegnum. Við ynski um eini gleðilig jól og Harrans ríku signing í komandi ári. Vinarliga Kirstin Danielsen, Klaksvík Tøkk Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vóru við til at gera 70 ára føðingardag mín so sera hugnaligan og ógloymandi. Takk øll tit, sum komu í føðingardagin 25. oktober og somuleiðis takki eg tykkum, sum sendu mær blómur, ringdu til mín og stukku inn á gólvið sjálvan føðingardagin. Takk øll somul. Gleðilig jól og gott nýggjár. Kærar heilsanir Sigrid Dalsgaard Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum gjørdu mær 75 ára føðingardagin ógloymandi. Takk øll tit, ið hjálptu til á ymiskan hátt. Tøkk fyri heilsanir, gávur og talur, og tøkk øll tit, sum komu í føðingardag mín í missiónshúsinum. Ein serstøk tøkk til Streingjakórið fyri vakran sang og børnini fyri góða hjálp. Hjartaliga tøkk øll somul. Eg ynski tykkum øllum eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Heilsan Inger Mikkelsen, Toftir Takk Eina hjartans tøkk veita vit okkara børnum við familju, sum gjørdu gullbrúdleypsdagin so góðan fyri okkum. Takk øll tit, sum komu at heiðra okkum henda stóra dag. Takk fyri gávur, talur, sangir, blómur, heilsanir og fjarrit. Vit takka eisini øllum, sum hjálptu so væl til á ymsan hátt. Takk øll somul. Samstundis ynskja vit tykkum eini gleðilig jól og Harrans signað nýggjár. Gudrun og Eli Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara kæri maður, pápi, verpápi og abbi Ásmund A. Lamhauge Lamba andaðist og varð jarðaður. Takk til prestarnar Sverra Steinhólm og Meinhard Bjartalíð fyri troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Ein serstøk tøkk til fjallmennirnar, sum vóru um hann, til lækna, portørar og tyrlumanningina. Takk fyri alt, ið varð borið okkum og til tykkum, sum stílaðu so væl fyri jarðarferðini og ervinum. Somuleiðis takk fyri blómur, kransar og gávur til Javna. Takk til børnini, sum møttu so fjølment upp í kirkjuni, og øll tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Kærar heilsanir Jastrid, Nicolina Diana, Jákup og Oddur