fríggjadagur 12. desember 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 12. desember 2008
19
tíðindi
Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan
fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur
loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði
hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri
góðar vinningar
Tú kanst vera við til at avgera vinnaran
Eivør Pálsdóttir
Eivør Pálsdóttir hevur aftur í ár
verið ein tann føroyska
kvinnurøddin, ið er farin víðast
um. Eivør hevur ferðast við
sínum tónleiki eitt nú í Kanada,
Danmark og Íslandi, umframt
fleiri minniligar framførslur í
Føroyum. Herfyri spældi Eivør
kirkjukonsertir í Føroyum, ið enn
einaferð staðfestu hennara støðu
sum ein heilt einastandandi
songkvinna. Fyrr í ár var Eivør í
uppskoti til ikki færri enn fimm
heiðurslønir á Danish Music
Awards Folk, eins og hon var í
uppskoti til heiðurslønina sum
besta songkvinna í Íslandi. Men
vit eiga hana, og hon verður
fjórða árið á rað innstillað til
heiðurin besta songkvinna í
Føroyum, ein heiður, ið hon
hevur vunnið tvær ferðir á Planet
Awards.
Jensina Olsen
Jensina Olsen gav í heyst sína
fyrstu fløgu út undir egnum
navnið. Fløgan “Eitt sindur av tí
bláa” bjóðar okkum hesa frálíku
songkvinnu í einum jasskendum
hami, ið letur røddina koma til
sín rætt.
Røddin er egin og sjarmerandi,
og Jensina syngur spælandi og
við nógvum yvirskoti. Hetta ger,
at lurtarin illa kann annað enn
hugna sær, tá Jensina syngur.
Sum virkin í kórinum mpiri
hevur Jensina somuleiðis verið
virkin innan kórsang í ár, og
hevur eisini har víst, at hon
dugur at bróta við vanahugsan og
gera tingini á sin egna hátt. Hetta
er ein songkvinna, ið hevur
musikalitetin í hvørjari spong.
Anna Háberg
Anna Háberg hevur við
fløguni “Nakið”, víst at hon
telist millum bestu songrøddir
í landinum. Anna Háberg
megnar í ein nærum óhoyrdan
mun í føroyskum høpi, at lata
kenslurnar leka út gjøgnum
røddina. Hetta er so inniligt sum
tað blívur. Anna Háberg ferðast
á hesi útgávuni innan tann lætta
og afturlenaða jassin, og megnar
at gera tónleikin viðkomandi og
hjartaligan í ein mun, sum ger
útgávuna áhugaverda fyri øll, ið
dáma góðan tónleik.
Linda Andrews
Fáar føroyskar songkvinnur
munnu hava so nógvar og góðar
royndir í útlondum sum Linda
Andrews - Hetta nærum uttan at
føroyingar hava varnast tað.
Men í ár trein hon veruliga inn
aftur á føroyska tónleikapallin.
Henda føroyska gospel diva gav
fyrstu fløguna út sum
einstalkingur og spældi eina
minniliga konsert á
Summarfestivalinum, ið fekk
ummælarar og áskoðarar at
kappast um at rósa henni.
Røddin er egin og teknikkurin er
í serflokki. Linda hevur nógvar
royndir sum kórsangari og
kórleiðari, og hesar royndir, ið
telja m.a. arbeiði saman við
heimsstjørnum, hava givið henni
eina serstakliga góða fatan av,
hvussu hon fær brúkt sína rødd
á bestan hátt.
Lena Anderssen
Lena Anderssen er aftur í ár
millum nøvnini, ið eru í uppskoti
til heiðurin besta songkvinna.
Lena hevur í ár spælt munandi
fleiri konsertir her heima enn hon
hevur gjørt seinnu árini, og við
seinastu fløguni “Let Your Scars
Dance”, júst útgivnari í
Danmark, er tað ikki ósannlíkt, at
hon ikki í sama mun fer at vitja
føroyskar pallar komandi árið.
Fløgan hevur longu gingið
sigursgongd her heima og vann í
fjør planetina fyri bestu fløgu,
eins og lesarar á Dimmu valdu
hana til ársins fløgu. Røddin hjá
Lenu er framúrskarandi. Hon
hevur í størri mun enn nøkur
onnur føroysk songkvinna lært
seg at brúka sítt ljóðføri á mest
áhugaverdan hátt. Hetta er fjórða
árið á rað, at Lena er í uppskoti
til henda heiður.