hósdagur 11. desember 2008síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 11. desember 2008
lýsingartilfar
‘08
45
Staðið er kent, tí fyrr var
Kaffivognurin har, og
hetta var eitt søguligt
stað í Havn, har ein
fekk sær kaffi og eitt
prát á sama stað, har
lossingarmenn og onnur
savnaðust. Kaffistovan er
enn savningarstað í Havn
Á søguliga staðnum, har
Kaffivognurin á sinni stóð, er nýggj
kaffistovan reist. Um ein ikki veit
tað, so hugsar ein kanska ikki um
tað, tí í fyrstu syftu er stílurin
nærum hin sami, tá um húsasnið
ræður, men broytingar eru.
Húsini eru nýggj, og serligt við
teimum er, at olju nýta tey ikki, tí
nýggja tøknin, ið nevnist berghiti,
verður nýtt.
Góðska og hugni
Í Kaffistovuni á Eystaru Bryggju í
Havn leggja tey dent á góðsku og
hugna, og at hetta er eitt andarhol í
stórbýnum. Gestirnir fáa góðsku og
bestu tænastu.
Í Kaffistovuni fæst morgunmatur,
døgurði, og annars kaffi, og tað, ið
hartil hoyrur.
Útleigan
Umframt at vera kaffistova, so eru
hetta jú savningarhølir, ið eisini
kunnu nýtast til veitslur og líknandi.
Og tað verða tey eisini.
Eini 65 fólk rúmast inni, og eru
hølini góð og við nú tímans køki
eru møguleikarnir nógvir. Og tað
hevur eisini víst seg, at áhugin at
leiga hølini er stórur, serliga nú til
jóla, og royndirnar eru góðar.
Á netinum
Kaffistovan er nýggj, og er eisini
nútímans. So nútímans, at hetta
søguliga stað eisini er á netinum við
egnari heimasíðu.
Har sæst m.a. matarlepin, so ein
kann hyggja, hvat dagsins rættur er.
Eisiin fæst annað at vita, t.d.
leiguprísir, eitt sindur av søguligum
og ein kann fáa samband við
Kaffistovuna. Adressan er www.
kaffistovan.fo.
Í kaffistovuni arbeiða 3 fólk, men
umframt eru leysir hjálparar, tá á
stendur.
____________________________
Dagfinn Olsen
Kaffistovan nú eisini á netinum
Heykavegur 3 | á Hálsi | Tórshavn | Tel. 319088
voggan@post.olivant.fo | www.voggan.fo
Paraply
stólur
við Cars og
Princess
Einans
kr. 398,-
Berbarur ICOM
VHF IC-M71
Fyrr kr. 3595,00
Nú kr. 2595,00
4HKAN§HMHDQT@SEÈ@Ó4DKDAÞ§TMTLJQHMFK@MCH§NFDQTF@KC@MCHSHKIØK@
./+)!
%HMDHMEKCNFRMFFE@QSDKDENMSHKSÓM
RTLHJJHJQDUTQLDHQ@ƍ@RDMMMDX§TFS
,TLL@KXJSpROKp-OQHMFHSØM@Q
3HFS@§ÈIØKTL
395,-
r