Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 240 - 12. desember 2008 Stutt Sagt Nýtt tilboð úr Venezia Hotelleigarar í Venezia í Italia eru ikki ráðaleysir, nú áhaldandi regn og álands­ vindur hava lagt ein stóran part av býnum undir í vatni og sjógvi. So ístaðin fyri tann summarliga príslistan „Sól í Venezia“ hava hotell­ ini gjørt eitt nýtt tilboð, sum eitur „Flóð í Venezia“. Saman við uppihaldinum fáa gestirnir eitt (sjó)kort av gonguleiðum í býnum og sjálvandi eitt par av gummistyvlum. Býarmyndugleikarnir í Venezia siga, at tað hevur ikki verið so stór flóð í býnum í umleið fjøruti ár. Finskur ráðharri lagt frá sær Finski mentamálaráðharr­ in, Sari Sarkomaa, boðaði í gjár frá, at hon fer burtur úr stjórnini, men at hon verður sitandi í embætin­ um, til ein avloysari er funnin. Hon segði í tíðindaskrivi, at hon vil hava betri tíð til mannin og tey trý børnini. Sari Sarkomaa, sum er 43 ára gomul, hevur sitið í finska tinginum síðani 1999, og hon hevur verið ráðharri í mentamálum, síð­ ani stjórnin hjá Matti Van­ hanen tók við í apríl í fjør. Bush tann rin- gasti 48 prosent av teimum amer­ ikonsku veljarunum halda, at George W. Bush er tann ringasti forsetin, sum USA nakrantíð hevur havt. Tað vísir ein meiningakanning, sum blaðið The Wall Street Journal og sjónvarpið NBC hava gjørt. Beint áðrenn Bill Clin­ ton fór frá fyri átta árum síðani, søgdu 18 prosent av teimum spurdu, at hann var tann ringasti í landsins søgu. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Eg havi ongantíð tosað við guvernørin um sæti mítt í Senatinum, og tað hava míni fólk heldur ikki gjørt Barrack Obama útlond Sari Sarkomaa gevst sum ráðharri Mynd: Aftenposten Tann anglikanski biskupurin í Suður­ afrika heldur, at tað ber væl til at sam­an­ bera Robert Mugabe við Adolf Hitler ­ Stýrið hjá Mugabe hevur elvt til so nógvar ræðuleikar við líðing og deyða, at hann má roknast sum aldarinnar Hitler. Tað sigur anglikanski biskupurin í Suðurafrika, Joe Seoka, við blaðið The Times. Hann heldur, at tann 85 ára gamli zimbabwiski for­ setin eigur at koma fyri Altjóða Revsidómstólin í Haag fyri síni brotsverk. Sjálvur mælir biskupur suðurafrikonsku myndug­ leikunum til at brúka lands­ ins halgidag, sum er tann 16. desember, til at biðja fyri semju í Zimbabwe og fyri, at Mugabe noyðist at fara frá. ­ Hann eigur at verða koyrdur frá, so Guðs børn sleppa undan fleiri líðing­ um, sigur Joe Seoka, bisk­ upur við The Times. Zimbabwe er í stórari politiskari og búsksparligari kreppu, og har er trot á næstan øllum vørum. Næst­ an helmningurin av fólkin­ um hevur tørv á mati, og fleiri hundrað fólk eru deyð av kolera í seinastuni. Mugabe er sum Hitler ES til reiðar at viðgera umsókn úr Íslandi Sendir Ísland umsókn um limaskap í ES, kann samveldið viðgera hana beinanvegin Enn hevur íslendska stjórnin ikki tikið nakra avgerð um møguliga umsókn um limaskap í ES, men skuldi tað hent, at stjórnin sendi eina um­ sókn til Bruxelles, fær hon ætlandi skjóta viðgerð. ­ Vit hava ikki fingið nakra umsókn, men kem­ ur hon nú, kunnu vit við­ gera hana beint eftir árs­ skiftið, segði Olli Rehn, kommiserur, við tíðinda­ fólk í Bruxelles í gjár. Sjálfstæðisflokkurin hjá Geir H. Haarde, forsæt­ isráðharra fer at halda landsfund í januar, og sam­ bært Morgunblaðnum skal flokkurin tá taka støðu til, hvørt Ísland skal senda eina umsókn til Bruxelles ella ikki. Og sambært Olli Rehn verður ein íslendsk umsókn ikki løgd til viks. ­ Vit kunnu viðgera hana longu í næsta mán­ aði, sigur hann. Við hjálp frá am­er­ ikonsku fregnartæn­ astuni vórðu 15 sm­á flogfør skotin niður í loftrúm­inum­ hjá Peru í nítiárunum­ Fleiri av flogførunum vórðu skotin niður uttan ávaring. Í fleiri førum vórðu flogførini skotin niður, beint eftir at loftverjan hevði sæð tey, og uttan at myndugleikarnir góvu sær stundir til at kanna, hvør ella hvat var í teimum. Í nítiárunum hevði loft­ verjan í Peru hevði ikki ta neyðugu tøknina til at halda eyga við flogførum, og tí gjørdi landið eina avtalu við amerikonsku fregnar­ tænastuna CIA um at hava eftirlit við landsins loftrúmi. Hendan avtalan kom í gildi í 1995 og vardi til 2001. Orsøkin til at avtalan fór úr gildi í 2001 var, at eitt flogfar við einum amerik­ onskum trúboðarahjúnum bleiv skotið niður yvir Peru. Veronica Bower og sjey mánaðir gamla dóttirin Charity doyðu, meðan mað­ urin og seks ára gamli son­ urin sluppu livandi frá tilburðinum. Flogskiparin bleiv særdur, men megnaði at neyðlenda. Tað er Pete Hoekstra, sum hevur avdúkað tað loyniliga samstarvið millum CIA og myndugleikarnar í Peru. Hann er formaður í verjunevndini í Umboðs­ mannatinginum og er úr rep­ ublikanska flokkinum. Hoekstra sigur við AP, at tey flestu flogførini vórðu skotin niður uppi yvir frum­ skóginum í Peru og vórðu ongantíð funnin aftur. ­ Bower­húskið kundi fingið somu lagnu, um teirra flogfar var endað í frumskóginum sigur hann. Í 2002 gjørdi stjórnin hjá George W. Bush, forseta eina semju við Bower­fam­ iljuna og flogskiparan um átta milliónir dollarar í end­ urgjaldi. Skotin niður við hjálp frá CIA Amerikonsku trúboðarahjúnini og børn teirra vóru í hesum flogfarinum, sum bleiv skotið niður við hjálp frá CIA Mynd: AP - Mugabe er aldarinnar Hitler, sigur suðurafrikanski biskupurin Mynd: Polfoto