fríggjadagur 12. desember 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 12. desember 2008
33
Nýggj hús við
panoramaútsýni
í Miðvági
P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510
Tú sært tað við tað sama. Húsini eru marglætiskend og heilt serstøk.
Tey standa sera væl fyri í Miðvági og útsýnið er einastandandi.
Tú kemur til bygdina
Tú snarar av við Kirkjuna og Politistøðina koyrir fram og snarar inn á Gerðisveg – ein nýggjur
vegur við fleiri nýbygdum húsum. Her eru eini hús, ið hóska til landslagið og umhvørvið, eins
og tey eru til bæði ungu familjuna og til tey, ið eru vorðin eitt sindur eldri og vilja hava eini
praktisk hús í einari hædd. Tú kanst eisini velja at trýsta á knøttin til fjarstýrda garaguportrið og
koyra bilin beinleiðis inn í sera snøggu garaguna, so tú ikki verður vát/ur í illsliga veðrinum.
Stílur og snið
Fert tú víðari inn í grovkøkin / bryggersið / vaskirúmið, møtir tú einum sniði, ið er fjálgt og
hugnaligt, men við einum stíli, ið er reinur og strammur. Húsini hava ikki bara eitt gott signalvirði,
men eru eisini sera góð at búgva í. Tú kennir teg heima alt fyri eitt. Tey eru nýmótans innrættað,
og alt er, sum tað eigur at vera. Eisini eru tey sera væl bjálvað, og tað merkir tú skjótt á
oljurokningini. Alt er sera ljóst og snøgt, væl bygt og úr sera góðum tilfari. Allar nýmótans
innleggingar eru so sum ventilatiónsskipan, sentraldustsúgvari, parabol- og antennuskipan og
samanbundnu roykvarnarnir samvirka og kunnu ringja til tína telefon.
Ljós og luft
Fert tú víðari inn í køkin / alrúmið / stovuna, fært tú nógva ljósið inn í alt rúmið. Klárt er at seta
brenniovnin til at gera veturin fjálgari og gera terassu / útigólv út frá stovuni til at gera summarið
svalari.
Enn meira pláss
Fert tú longur inn í húsini ella inn ígjøgnum høvuðsdyrnar og inn í gongina, finnur tú eitt
rættiliga stórt hjúnarrúm við klædnarúmið og egnum baðirúmið. Frá gongini eru eisini 2 stór
kømur við egnum baðirúmi, ið eisini er gestabaðirúm.
Umhvørvið
Húsini standa í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg har
fleiri ungar familjur búgva. Har er sera veðurgott og góður sólargangur. Útsýnið er frálíkt og
einki kemur upp fyri. Stutt er til nýggjan barnagarð, skúla, bátahyl, fótbóltsvøll, læknamiðstøð,
busssamband og handlar – alt innanfyri 100 – 300 metrar, og 5 min. er á flogvøllin.
Fakta:
Adressa: ......... Gerðisv. 7, Miðvágur
Býggiár: ......... 2007
Hæddir: .......... 1
Gólvvídd: ....... 145 + 30 = 175 m²
Grundøki: ...... 551 m²
Prísuppskot: ... kr. 1.800.000,00
www.inni.fo