fríggjadagur 12. desember 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 12. desember 2008
lýsingartilfar
‘08
53
Trend Floor er mótahand
il í Saltangará, ið hevur
fingurin á pulsinum, og
sum torur, har onnur
himprast. Óvanligar
mótasýningar eru
ikki óvanligar í Trend
Floor, og leygarkvøldið
er aftur konsert í
mótahandlinum, tí tá
hevur Høgni Lisberg
útgávukonsert í Trend
Floor
Hans Olsen byrjaði klædnahandilin
Trend Floor í 2001. Byrjað varð í
einum kjallara, men seinni flutti
handilin, og hevur í dag góðar
umstøður.
– Tað gongur við fullari ferð, og
sølan er tann sama sum í fjør, og
sølan alt árið er betri, enn í fjør,
sigur Hans Olsen.
Sum navnið óivað sipar til, so er
Trend Floor ein handil, ið hevur tað
nýggjasta nýggja.
– Vit hava klæðir til bæði kyn.
Nógv er til tey ungu, men klassisk
klæði eru eisini. Vit eru ofta frammi
við tí nýggjasta, og hava onkutíð
verið ov langt frammi, sigur Hans
heldur skemtandi.
Hann heldur, at tá tað snýr seg
um móta, so eru føroyingar 100%
við.
Øðrvísi mótasýningar hevur
Trend Floor eisini verið við til at
skipað fyri, og einu ferðina komu
modellirnar inn í sýningarhøllina í
hvítari limosinu.
Eisini konsertir hava verið í Trend
Floor, t.d. við Boys in a Band og Jens
Mana Hansen, og nú verður aftur
ein konsert í Trend Floor.
Høgni í Trend Floor
Leygarkvøldið klokkan 19:30 verður
útgávukonsert við Høgna Lisberg í
Trend Floor.
– Tað er stuttligt, at tónleikur og
klæði á henda hátt smelta saman,
sigur Hans Olsen.
Sum nakað heilt serstakt, so
hevur Høgni valt ymisk pløgg út, og
keypir ein hesi, so er nýggja fløgan
hjá Høgna við í keypinum.
Tvey fólk arbeiða fulla tíð í Trend
Floor, men nú jólini nærkast, er eyka
hjálp í handlinum. Heimasíðan
www.trendfloor.fo er eisini verd at
vitja.
____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Útgávukonsert í Trend Floor
Stílur &
elegansa
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00
Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
N. Finsensg. 7 · Tórshavn · tlf 311687
Til tann
professionella
og til
nýbyrjaran
k
Hvat ynskir tú
tær innast inni?
EIN K J ÓL I 33 M ØGULE IK AR
Á A R V E G U R 1 2 · T Ó R S H A V N · T E L 3 2 1 7 0 6