Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 55

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 12. desember 2008 lýsingartilfar 55 ‘08 Bakaríið í Saltangará er stór fyritøka, og eisini har eru tey í jólahýri, og jólini merkja baksturin. Men eisini fáast í Bakarínum t.d. køkur til serstøk høvi, t.d. brúðarkøkur. Nú er jólasølan byrjað við kleynum, siropkøkum og jólabollum, sigur Sofus Hansen Tað eru 6 ár síðani, at Sofus Hansen yvirtók Bakaríið í Saltangará, men Bakaríið er eldri enn tað. Bakaríið í Saltangará hevur havt Eysturoynna og part av Streym­ oynni sum kundar, men hetta er eitt sindur ójavnt og gongur eitt sindur aftur og fram. ­ So er, og kappingin á hesum økinum er hørð, sigur Sofus Hansen. Bakaríið er í Saltangará, og handil er eisini partur av Bakarínum, og so verður bakstur eisini koyrdur út á ymsu sølustøðini. Breitt úrval ­ Vit hava breitt úrval og sera góð breyð. Og so hava vit eisini stórt og gott útval av køkum. Vit hava eisini køkurnar til serstøk høvi, t.d. lagkøkur og brúðarkøkur, sigur Sofus Hansen. Jólaligt Nú jólini nærkast, so merkist hetta eisinií Bakarínum í Saltangará. ­ Nú er jólasølan byrjað við kleynum, siropkøkum og jólaboll­ um. Ein kann siga, at talan er um øðrvísi og hugnaligari lukt í bakarínum, enn vanligt er, sigur Sofus Hansen. Bakaríið í Saltangará er rættiliga stór fyritøka, og eini 16, 17 fólk eru í starvi fulla tíð. ____________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Øðrvísi og hugnaligari luktur í bakarínum Vegurin Langi · 188 Hoyvík · Tel. 30 90 05 Frítíðarklæðir 499,- FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo                      R       ...tín veitari innan stálarbeiði r