fríggjadagur 12. desember 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
bókablaðið
2
Nr. 240 • 12. desember 2008
Bókaklumma
»So er ikki annað at gera enn at koyra
onkrar av øllum hasum bókunum vekk«
Eg stardi vantrúgvin at vinkonuni, sum
júst helt seg hava forerað mær mest
eyðsýndu loysnina á mín hillatrupulleika.
Koyra bøkur vekk! Var hon skítør í
høvdinum? Myndir av bókabrenningum og
líknandi halgibrotum flákraðu fyri eygunum
á mær. Vinkonan visti týðiliga ikki, hvat
hon var uppi ímóti. Eg, sum nóg illa fái
meg til at lata bókasavninum bøkur aftur, tí
eg haldi meg eiga tær, tá eg havi lisið tær.
»So kundi tú eisini passandi sett restina
í system samstundis«, helt vinkonan fram í
bakgrundini.
T
að var ikki fyrstu ferð eg hevði hoyrt
hatta uppskotið.
Eg hevði einaferð ein sjeik, sum var
um at blíva svakur av, at eg ikki setti
bøkurnar í alfabetiskt system - ella bara
okkurt system, sum hann plagdi at siga.
Eg minnist ikki, um eg nakrantíð tímdi at
forklára honum 'mítt system', tí í míni verð
var tað himmalrópandi upplagt: eg seti
bøkur frá mær uttast á hillini, so hvørt,
sum eg lesi tær. Snilt og logiskt. Og ikki
minst einfalt, tá eg skal finna bøkur aftur.
So hugsi eg bara: hatta má vera fyri eini
sjey bókum síðani, og so telji eg meg fram
- ella tað vil siga aftur. Skulu vit longur
aftur, býti eg reolirnar upp í tíðarskeið:
tannáringur í Klaksvík, fríur fuglur í London,
lesandi í Århus ...
Eg lati nostalgisk eyguni glíða leitandi
eftir bókaryggunum og minnunum - steðgi
við eitt eintak av Alheimsins einglar, sum
týðarin illa vildi lata mær, tí hann var so
harmur um ein stavifeil á síðu 12 - víðari
framvið (næstan) samlaðu verkunum
hjá Philip Roth, sum av álvara lat míni
bókaeygu upp - og har, mitt í øllum Erica
Jong'sa Kisses and parachutes, ella tað
vil siga tað, sum var eftir av henni, eftir
at hundurin hjá mær bókstavliga hevði
roynt at tyggja seg ígjøgnum hana. Bókin
var nú onki serligt, men tað var hundurin,
og tí goymi eg bókina við hansara fittu
bítimerkjum. Tað finnast altíð orsøkir til
at goyma eina bók, tí tað finnast enn
fleiri orsøkir til at taka hana fram aftur,
argumenteri eg við meg sjálva, áðrenn
vinkonan kemur við skrelliposanum. Skilti
eg í grundini nakrantíð Dostojevskij,
tá eg læs hann sum 18 ára gomul? Og
hevði tað ikki verið stuttligt at hitt Hannis
Martinsson aftur sum ungan detektiv í Blíð
er summarnátt?
S
o avgjørt! Eftir fimm sekundum havi
eg sannført meg sjálva og funnið
eina loysn. Eg smekki eina nýggja reol
upp fyri eina hurð, sum eg allíkavæl
ikki brúki. Sjálvandi. Hvat í verðini skal
man við hurðum, tá man hevur stovuna
fulla av bókum á tremur við hurðum
inn í spennandi heimir, filosoferi eg
sjálvhátíðarliga.
Eg tori ikki at siga, hvat eg ynski mær
í jólagávu. Ikki hart í hvussu er, meðan
vinkonan er inni. Beint nú ivist eg í, um
eg fái sannført hana um, at ein bókagáva
forrestin eisini er ein langtíðarloysn. Hví?
Tí tú kanst lata hana upp umaftur og
umaftur …
Góðan lesihug
Anna V. Ellingsgaard
redaktørur
Fyri sjey bókum síðani ...