fríggjadagur 12. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
4
Fimta sjálvstøðuga bókini í
røðini hjá Jógvani Isaksen um
Hannis Martinsson er nú komin.
Umhvørvið er meira heimligt
enn nakrantíð, og eins og vanligt
skal ein ikki lata seg lumpa av
fremmanda titlinum, tí innihaldið
og pallurin er Føroyar og
føroyingar. Aftur hesa ferð hevur
høvundurin valt at taka støði í
søguligum hendingum og tilfari,
og eftir mínum tykki kemur hann
betri frá tí hesa ferð enn í nakrari
av teimum undanfarnu.
Í allar mátar er Metusalem
væl skrúvað saman, og hóast
hon kundi verið stytt nakað við
at strika summar av teimum ov
mongu hvat-er-tað-nú-sum-er-
hent-higartil endurtøkunum, so
er plottið minst líka óvæntað,
sum tað var í fyrstu bókini, Blíð er
summarnátt á Føroyalandi – um
ikki meira – og hetta, saman við
valinum av evni, pallseting og
einum nógv betri frágingnum
máli (hóast rættlesturin aftur
hesa ferð kundi verið betri), fær
meg at halda, at Metusalem er
tann higartil besta um Hannis
Martinsson.
T
að er ikki góður siður at
avdúka ov nógv, tá ið ein
skal skriva um eina nýggja
krimi, so tað fari eg ikki at
gera. Men so frægt kann eg
avdúka, at umframt at viðgera
hernaðarútbyggingarnar í
Føroyum og kalda kríggið, so
eru allir høvuðspersónarnir í
bókini hesa ferð føroyingar, og
tað er nakað, sum eg júst havi
saknað, eftir at hava lisið hinar
fýra undanfarnu, sum komu út í
hesi røð: Blíð er summarnátt á
Føroyalandi (1990), Gráur oktober
(1994), Krossmessa (2005)
og Adventus Domini (2007),
sum allar høvdu útlendingar í
høvuðsleiklutunum – ið hvussu
er teimum óndu. Eg var so
smátt farin at halda, at ongin
óndskapur býr í føroyingum, men
tíbetur bjargar Jógvan Isaksen
sær sjálvum og trúvirðinum í
søgunum um Hannis Martinsson
her á málstrikuni, og tað við lít.
Við hesum stigi hevur høvundurin
samstundis víst dirvi til at viðgera
føroyingar sum annað enn tugdar
hugmyndir, vandaleysar og ofta
hálvbýttar, og tað dámar mær
væl.
A
ðramáta eru nógvar tugdar
málsligar vendingar, men
hevur ein lisið hinar fýrar
bøkurnar, so er onki óvanligt
við hesum. Krimisøgur breggja
sær vanliga heldur ikki av at
vera háfloygd skaldskaparlist,
og hóast summir rithøvundar
hava roynt seg við at tvinna
saman krimisøgur við aðrar
skaldskapargreinir, dámar
mær best tær einføldu og
lætt frásøgdu av slagnum,
sum tær hjá Jógavni Isaksen
um privatdetektivin Hannis
Martinsson. Sjálvsagt eru
vendingar og brot, sum beinleiðis
eru irriterandi illa skrivað, men
eg haldi meg síggja, at tey
fækkast fyri hvørja bók, og í
Metusalem var tað ikki ofta,
eg varð órógvaður í lesingini
av hesum ávum. Eitt dømi um
hesa upprudding, sum tykist
fara fram fyri hvørja bók, er, at
orðið “greidliga”, sum í ovurmát
varð brúkt bæði í Krossmessu og
Adventus Domini, hóast orðið at
kalla ikki verður brúkt í talu, nú
at kalla ikki kemur fyri. Soleiðis
skal tað vera. Sum heild er betri
javnvág millum talumál og meira
óvanlig orð hesa ferð enn í
teimum undanfarnu bókunum hjá
Jógvani Isaksen.
S
um áður nevnt er plottið í
Metusalem óvæntað, júst
sum tað skal vera í eini krimisøgu.
Eitt sum ger, at plottið hepnast so
væl hesa ferð, er eisini valið av
søguligum tilfari. Lesarin ivast til
síðstu síðu um, hvussu langt aftur
í tíðina brotsverkið/brotsverkini
stinga, og val høvundsins at
brúka hernaðarútbyggingarnar
í Føroyum og kalda kríggið sum
søguligt grundarlag, styrkir
munandi meira um trúvirðið í
frásøgnini enn eitt nú italskir
rúsevnasmuglarar, víðgongd
útlendsk umhvørvisfólk og ikki
minst miðaldarligar losjur a la
Da Vinci loyndarmálið eftir Dan
Brown. Vit eru, sum eg longu
havi róð framundir, aftur har, sum
Blíð er summarnátt á Føroyalandi
slepti, bara betri og við eini
nógv størri vitan um og innliti
í persónin Hannis Martinsson
og hansara virksemi, bæði í
starvsligum høpi og privat.
E
itt er tað, at Jógvan Isaksen
nú loksins hevur lagt til
merkis, at føroyingar ikki bara
eru fittir og einfaldir. Eitt annað
er, at kvinnur fyri fyrstu ferð hava
avgerandi leiklutir í søgugongdini,
og Hannis Martinsson tykist
eisini vera komin til eitt vegamót
í lívi sínum, har tú nú av álvara
ivast í, um hann kann halda
fram við sínum lívshátti eina
heila skaldsøgu aftrat. Í grundini
er tað nógv, sum bendir á, at
Hannis Martinsson er á veg úr
tí mannfólkaheiminum, sum vit
í krimisøguhøpi kenna best frá
bókunum hjá eitt nú Raymond
Chandler og Gunnar Staalesen,
yvir í tann meira núligan
javnstøðuheimin, sum vit kenna
frá bókunum hjá Lizu Marklund og
Stieg Larsson. Hetta styrkir eisini
um trúvirðið, tí søgan fyrigongur
fyrst og fremst í samtíðini, og
skal samtíðin verða trúlig, so má
samsvar vera millum tað skrivaða
og tað, sum fer fram í samtíðini,
nevniliga tað, at eisini føroyska
kvinnan er meira sjónlig í dag,
enn hon var fyri nøkrum árum
síðan – ið hvussu er í Havn, har
Hannis Martinsson eisini býr.
T
ey leikandi í Metusalem
eru stórt sæð tey somu
sum í teimum undanfarnu
bókunum, Hannis Martinsson
í høvuðsleiklutinum, sjálvandi,
Duruta, sum Hannis eigur dóttrina
Turið saman við, vinfólkini Karl,
kriminalovastin, og kona hansara
Katrin, Haraldur, Sanna og
Edmund West, søgufrøðingurin
– og ikki at gloyma: Karin
Dapurklett. Tað er sjálvandi ein
fyrimunur at hava lisið allar, ella
í minsta lagi nakrar av teimum
undanfarnu bókunum, skal ein
fáa fult virði fyri pengarnar. So
fáa persónarnir loksins sítt egna
lív í huganum hjá lesaranum, og
nú er tað minst líka spennandi at
bíða eftir, hvat fer at henda teirra
millum í næstu bók, sum tað er
at bíða eftir einari nýggjar gátu,
einum nýggjum brotsverki, sum
bert Hannis Martinsson megnar
at loysa.
Fari at enda við at biðja
forlagið syrgja fyri betri rættlestri
næstu ferð. Eitt nú er tað
beinleiðis troyttandi, at síggja
innihaldsyvirlitið (hví er tað í
grundini við?), har øll síðutølini
eita 00. Hetta hoyrir tó til
smálutirnar, sum á ongan hátt
skulu taka nakað frá bókini, sum
eg við góðari samvitsku kann
viðmæla teimum, sum dáma
góðar krimisøgur.
Ummæli
Arnbjørn Ólavsson
Dalsgarð
Nýggjasta bókin
hjá Jógvani Isaksen
"Metusalem" er
tann higartil besta í
røðini um detektivin
Hannis Martinsson,
heldur ummælarin
Arnbjørn Ó.
Dalsgarð
Við
Metusalem
aftur til
upprunan
Eg var so smátt farin at halda, at ongin
óndskapur býr í føroyingum. Tíbetur
bjargar Jógvan Isaksen sær sjálvum og
trúvirðinum í søgunum um Hannis
Martinsson her á málstrikuni, og tað við
lít