Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 15. desember 2008 13 Kanningin av sjúkra­ húsverkinum vísti, at politiska leiðslan hvørki vil siga, hvat hon vil hava verkið at gera, enn minni dugir at veita samsvar­ andi játtan og seta samsvarandi krøv Hesar reglur skrivi eg eftir at hava ligið á sjúkrahúsi nakrar dagar. Kona mín bar annað barn okkara í heim síðst í november, men mátti leggjast inn aftur eftir at verða heimkomin. Sjálvur slapp eg at gista nakrar næt­ ur á deild A2 og vera um lítla alvan. Eins og fyrru ferðina var hjartanemandi at síggja, hvussu nærløgd starvsfólk á føðideildini eru; vit merkja, at hvørt einasta barn verður móttikið sum einastandandi undurverk við góðsku og kærleika. Tilvildin vildi, at júst meðan vit soleiðis lógu og hjúklaðu um hetta unga lívið, var grein prentað í Dimmalætting út frá kæru míni um Hans Paula Strøm landsstýrissmann og um­ siting hansara av sjúkra­ húsverkinum. (Kæran var um landsstýrismannin og hansara umsiting av læknum – ikki um læknar). Álit ella eftirlit Hans Pauli Strøm er uttan iva sera ágrýting og sera væl viljaður, tá ið ræður um heilsumál. Men kortini skerst ikki burtur, at maður­ in er gamal­socialdemokrat­ ur úr niðastu skuffu og hev­ ur trupult við at leiða sjúk­ rahúsverkið innan teir karmar, ið stýrisskipan okkara setur honum. Hvørt ár verður brúkt meira enn játtað til tænastur, ið ikki eru lýstar, og avleiðingar eru ongar fyri tey, ið ávíka­ vist gera rætt ella skeivt. At íðka eftir evni og njóta eftir tørvi riggar alsamt verri sum leiðsluháttur. Seinastu mongu árini hevur BAC­samgongan rátt í Føroyum. Ryggurin í henni er symbiosan millum fólka­ og javnaðarflokk­ anna – ið tilsamans hava sitið í samgongu 14 ár, síðani eg sjálvur kom í verðina. Hesir báðir flokk­ ar umboða hvør sínar klientar og skifta lands­ kassagrindina hareftir. Tá ið ræður um sjúkrahúsverk­ ið, plaga menn sum Anfinn Kalsberg at finnast at ‘ótálmaða útreiðsluvøkstri­ num’ samstundis sum Hans Pauli og tey tosa um ‘neyð­ ugu tilboðini samsvarandi norðurlenska modellinum.’ Báðir partar fáa sungið fyri sínum samsintu – uttan nakrantíð at seta orð á, hvat skal bjóðast føroysk­ um sjúklingum, hvat hetta skal kosta – og síðani skipa verkið og halda játtanina har eftir. Ta tíð, eg sat í fíggjar­ nevndini, var mær púra greitt, at onki fór at verða gjørt við hetta, tí – sum kanningin eisini vísti – vit játta ov lítið í desember (so hevur Anfinn ryggin frían), og so byrjar arbeiðið at biða um eykajáttan longu eftir jólasteðgin (so er Hans Pauli glaður), nær eykajáttanin kemur er líka mikið, tí hóast ólógligt er at brúka pengar uttan játt­ an, ja so finna vit onkra orðing sum ‘politiska til­ søgn’ ella ‘læknaliga neyð­ ugt’ ið rættvísger, at vit enn einaferð játta tað, ið brúkt er, heldur enn brúka tað, ið játtað er. Brúkar Hans Pauli so onkra milli­ ón minni for nógv, kunnu ‘munandi sparingar’ kunn­ gerðast (og so eru kammer­ atarnir báðir tveir erpnir). Tí heitti eg á landsstýris­ málanevndina um at taka upp nøkur av ringastu for­ sømilsnum hjá Hans Paula millum annað, at hann á almannakontoini ofta keyp­ ir vánalig hús uppundir árslok, samstundis sum hann letur sjúkrahúsbygn­ ingar forfella (hesir krevja nú ‘verklagslóg’ fyri at verða gjørdir aftur), og samstundis sum hann ikki fær skil á, hvat er alment, og hvat er privat á sjúkra­ húsunum. Men tíverri ger Jaspur Vang sum góður politistur bert eftir boðum og velur ikki at kanna málið nærri, hóast lands­ grannskoðanin hevur víst á góð spor at ganga eftir. Kanningin vísti Kanningin av sjúkrahús­ verkinum vísti kortini, at mett eftir fólkatali og bú­ skapi, er føroyska sjúkra­ húsverkið rættiliga ódýrt. Tí hava vit enn kjansin at allýsa, hvat verður boðið ókeypis, hvat verður boðið fólki fyri gjald, og hvat als ikki verður boðið fólki her á landi. Vit løgtingsfólk vita altíð minst um hesi viðurskifti, men tíbetur hevur Dimma kannað málið og kann staðfesta, at á teirri hyllini, ið fólk sjálvi gjalda fyri, eru millum annað: eygna­ leking, oyrnaleking, plastikkkirurgi – og so tann spennandi dibbedutt­ kirurgiin. Á uttanlandshyllunum verða ávísar eygnavið­ gerðir veittar fyri fult gjald uttanlands, meðan aðrar viðgerðir uttanlands verða veittar fullkomiliga ókeyp­ is – einasta kravið frá ‘systeminum’ tykist tá vera, at øll viðgerð og eftirviðgerð skal henda uttanlands, heldur enn at læknin kemur heim til Føroya, ella t.d. viðgerð hendir niðri og eftirviðgerð og eftirlit her heima. Tá ræður um læknar við privatari praksis við síðu­ nar av, er ógreiðan stór. Tann árvakni læknastjórin, ið kanska fær enn eitt leiðslustig ímillum sín og landsstýrismansins, úttalar soleiðis til Dimmu: “sum heild er privata serviðtalu­ virksemið nógv minkað – tað hann veit um.” Lands­ stýrismálanevndin heldur, at hóast átalur frá grann­ skoðan, so er í lagi at Hans Pauli spyr sjúkrahúsleiðsl­ una, sum sigur seg onki hava gjørt og onki ætlar sær at gera við spurningin um gjald fyri, at yvirlækn­ ar brúka almenn høli, tól, starvsfólk og annað í síni privatu viðgerð. Visjón í verki Ískoyti mítt til sjúkrahús­ kjakið skal vera hetta. Bygningar eiga at verða latnir øðrum myndugleika at umsita. Verður verklags­ lógin samtykt, eigur treytin at vera, at Hans Pauli miss­ ir ræði á bygningunum og í staðin skal gjalda fyri at leiga teir frá onkrum stovni við nøktandi førleika og fatan. Vit eiga greitt at seta orð á, hvørjar tænastur, ið fella uttanfyri almenna tilboðið (helst neyvari hugtøk enn dibbeduttkirurgi), og hvørj­ ar tænastur fella innanfyri, men kunnu fáast betri ella skjótari fyri gjald (kanska á eygna­ og oyrnaøkinum), og fleiri tænastur eiga at kunna bjóðast (t.d. at pápar um ikki annað sleppa at gjalda fyri matin á føði­ deildini heldur enn at sita svangir). Tí sjálvandi skulu dugna­ ligu starvsfólk okkara í heilsuverkinum hava høvi at tjena meira, um tey vilja tað – vilja tey heldur lekja ella skera onkran enn at hyggja í sjónvarp, so skulu tey vera hjartaliga væl kom­ in fyri mær – júst sum onn­ ur starvsfólk eisini skulu kunna velja at vera meira við hús hjá børnum og abba­ børnum og so tjena minni. Men vit mugu hava skip­ aði viðurskifti, so vit ikki kalla milliónaumsetning fyri “lítið ella einki” og so vit ikki í okkara tíð, tá ið fólk krevja meira, og ongin endi er á teimum hugsandi tilboðunum, hava minkandi útboð av gjaldsviðgerð. Tvørturímóti mugu vit greitt skipa tilboðini, so bæði sjúkrahúsverkið og sjúklingar á ódýrasta og best skipaða hátt kunnu keypa sær ta tænastu, ið nú einaferð kann fáast í Før­ oyum. Hvat er t.d. best, tá ið ræður um ‘staraskurð’ í eygunum – at senda fólk til Íslands, at fáa íslending heim higar, at biða okkara lækna arbeiða yvir, ella lata eygnalæknar bjóða privatar tænastur út í almennum hølum? At enda vil eg skjóta upp, at vit taka alneyðuga stigið at tryggja støðið á bæði útreiðslum og dygd í framtíðini, at vit seta á stovn læknaskúla í Føroy­ um. Nakrir fáir fulltíðar­ settir læknar kunnu sam­ skipa gransking og undir­ vísing hjá øllum teimum mongu, ið hava evni og hug til tess í Føroyum. Eins og við løgfrøðini, ið nú er byrjað, verður ikki talan um at bjóða alla útbúgvingina í Føroyum, uttan heldur at granska egnu viðurskifti okkara og geva fólki høvi at taka partar av útbúgvingini her heima. Vit høvdu kunna tikið hóskandi flokkar upp, ið frá byrjan vistu, at teir skuldu taka ‘joint­degree’ frá Fróðskaparstrenum og øðrum samstarvsskúla; eins og sjófólk okkara høvdu hesi virkað í fleiri ymsum londum, men kort­ ini altíð havt heimstað, børn og røtur sínar í Føroyum. Alt gott um dibbedutt­ kirurgi, men var ikki líka gott ella betri at latið lækn­ ar, sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður, tannlæknar og onnur heilsufólk vunnið hægri løn fyri at granska og undirvísa? Dibbeduttir og annað sjúkraverk løgtingsmaður Kári á rógvi Á kunningarferð í Dan­ mark um granskingar­ garðar fekst almikið at vita um vitanartungar vinnur og hvussu slíkar verða mentar. Gen­gran­ skarin James D. Watson var eisini at hoyra á ferðini Vinnumálaráðið Vinnumálaráðið skipaði fyri væl eydnaðari kunn­ ingarferð til Danmarkar í tíðarskeiðinum: mánadagin 27. oktobur til fríggjadagin 31. oktobur. Eitt rósvert átak. Endamálið var at fáa kunnleika um vinnugran­ sking og vitanartungar vinnur í Danmark. Vitjað varð á hesum stovnum og virkjum: CONNECT Danmark (íverksetanarnetverk; Keypmannahavn), Symbion og COBIS (granskarapark; Keyp­ mannahavn), Scion DTU og DTU Innovation (granskarpark og fígging av nýmenning; Keypmannahavn), CP Kelco (granskingar­ grundað framleiðsla; Lille Skensved), ACE Bioscience og Alphalyse (biotøknifyri­ tøkur; Odense), Odense Universitets­ hospital (Henning Beck­ Nielsen professari greiddi frá; hansara granskingar­ bólkur publicerar umleið 100 javnlíka­skilmettar vísindaligar greinar um árið; Odense), INCUBA (granskara­ park; Skejby), DTU Aqua (granskara­ park; Silkeborg), Foulum og Agropark (granskarapark; Tjele), Forskning og innovations­ styrelsen (stovnur undir ráðnum fyri Vísindi, Tøkni og Menning; Keypmanna­ havn), Medicon Valley (lív­ frøði­teyggja, fígging og netverk um vitanarvinnur; Sæland og Skåne). Omanfyrinevndu vitjanir vóru sera áhugaverdar og góvu føroyska ferðaliðnum fitt av fróðskapi, ráðum eins og fleiri góðum granskingargullkornum. Ferðadøgurði og James D. Watson Undir einum ferðadøgurða í Jútlandi røddi Bogi Elia­ sen frá Bitland um ferð sína í Amerika herfyri, har hann hevði luttikið á eini lívtøkni­ráðstevnu. Á ráð­ stevnuni hevði hann fingið eitt langt prát við DNA­ mannin, James D. Watson. Vit fingu høvi at hoyra ein stuttan úrdrátt av hesi sam­ røðu. Tá Bogi hevði sagt frá Føroyum, føroyingum og føroyska fólkinum sum eina avbyrgda búfjøld við aldagomlum fullkomnum ættaryvirliti og attengdari skráseting av arvaligum sjúkum, gjørdist Nobelheið urslønarvinnarin, James D. Watson, so hugtikin í føroyska fólkinum sum genetiskt granskingarevni, at hann týðuliga spentur hevði fyri munni, segði og mælti, at til Føroya mátti hann koma, áður enn hann fór hiðani frá. Meiningin er at hava eina lívtøkni­ ráðstevnu í Føroyum næsta ár, 2009, við luttøku av vís­ indaliga nestorinum, 80 ára gamla James D. Watson. Rosalind Franklin Søgan um James D. Wat­ son er rímuliga væl kend. Tað var tann 28. februar 1953, at alisfrøðingurin Francis Crick (37 ár) og fuglafrøðingurin/mýlski lívfrøðingurin James D. Watson (25 ár), funnu fram til strukturin á DNA (deoxyribonucleinsýra) út frá røntgen­diffraktións­ data (Mynd 1) hjá stak dugnaligu Rosalind Frank­ lin og Maurice Wilkins. Rosalind Franklin (Mynd 2) doyði av krabbamein í 1958 einans 38 ára gomul. Í 1962 fingu Francis Crick, James D. Watson og Mau­ rice Wilkins heiðursløn Nobels. Av tí at heiðursløn Nobels ikki verður givin deyðum, so fekk serkøna Rosalind Franklin onga heiðursløn, hóast at tað var hon, sum hevði framt tær avgerandi starvsstovukann­ ingarnar, ið førdu til av­ dúkingina av DNA­ bygnaðinum. Ráðstevna Sum framhald av kunning­ arferðini í Danmark skip­ aði Vinnumálaráðið fyri einari ráðstevnu um gran­ sking og menning í Norð­ urlandahúsinum 5. desemb­ ur 2008. Tíggju fólk fingu umleið 10 min. at leggja fram evni um viðkomandi føroyska náttúruvísindaliga gransking og menning. Dentur varð lagdur á fíggj­ arligu og samfelagsligu fyrimunirnar av at fremja vinnlulívsstimbrandi rann­ sóknir og reistur í Føroy­ um. Allir politikararnir vórðu bodnir við á almennu ráðstevnuna. Fróðskaparsetur Føroya Á øllum støðunum, ið vitjaði vórðu í Danmark, var áherðsla løgd á týdn­ ingin av at hava eitt fakliga fjallsterkt universitetsum­ hvørvi fyri at menna vit­ anartungar vinnur. Uttan eitt mentalt máttmikið og starvsstovusterkt Fróðskap­ arsetur verða vánirnar tess­ vegna ringar fyri einum væleydnaðum føroyskum granskingargarði. Granskingargarðar og DNA-maðurin, James D. Watson Granskingarkjarnin í evnafrøði og lívtøkni Náttúruvísindadeildin Hóraldur Joensen viðmerkingar