Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 241 - 15. desember 2008 ] SÍ bara økir Talan var um tætta grannauppgerð móti Drátti, men meistararnir úr Sørvági tóku aftur bæði stigini, og eru nú langt fremsta í kvinnudeildini Flogbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað tykist nú, sum er spurningurin bara, hvør skal vinna silvur og bronsu í bestu flogbólts­ deildini hjá kvinnum. Í øllum førum er ikki líkt til, at nakað av hinum liðunum kann gera nakað við SÍ, sum aftur økti um sína leiðslu um vikuskiftið. Talan var hesa ferð um dupult­umfar hjá SÍ, og leygardagin høvdu tær als ongar trupulleikar av TB. Sunnudagin var grannauppgerð móti Drátti á skránni, og her mátti SÍ arbeiða nakað nógv harðari fyri stig­ unum, men við 3­2 sigrinum prógvaði liðið enn einaferð, at tær betur enn hinar megna at halda høvdið kalt, tá trýstið verður stórt. Við sigrinum er SÍ nú 12 stig framman fyri næstu liðini, og tí er illa hugsandi, at nakar fer at taka SÍ aftur í ár. Hinvegin er stríðið um silvur­ og bronsukrón­ urnar knallhart. Dráttur, Fleyr, Mjølnir og ÍF amast øll uppi at hvørj­ um øðrum, og ein sera avgerandi dystur í hesum verður í kvøld, tá Fleyr vitjar á Kambs­ dali hjá ÍF. Stjørnan lat ongan iva vera um, at tær ætla sær føroyameist­ araheitið, tá Tjaldri vitjaði í Klaksvík í gjár. Heimaliðið vann trygt, og sendi harvið runavíkskvinnur enda­ liga úr oddastríðnum Hondbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Stjørnan hevði ongar trupul­ leikar, tá runavíkskvinnur vitjaðu í Klaksvík í gjár. Heimaliðið vann trygt við 10 málum, og hevur tískil lagt sjógv millum seg og nærmastu kappingarneytar­ nar. Stríðið stendur nú millum VB og Stjørnuna. Kappingin hjá kvinnum hevur longu skipað seg. Tað skal ganga ógvuliga galið, um føroyameistaraheitið ikki kemur at standa millum Stjørnuna og VB. Hóast ikki fleiri enn níggju umfør eru løgd afturum, so eru longu ávikavist seks og fimm stig niður til Tjaldri á triðja plássi. Og við gongd­ ini seinastu árini í huga, er tað lítið sum bendir á, at nakar klárar av bjóða odda­ liðunum av. Gestirnir byrjaðu væl Tjaldri var rættiliga trýst undan dystinum. Felagið hevur sum greiðan málsetn­ ing at vinna seg upp á før­ oyska hondbóltstindin, og higartil hevur tað eisini gingið rættiliga væl. Men í oddadystunum hava tær mist ov nógv stig, og fyri ikki at fullkomiliga missa sambandið, var umráðandi at fáa stig í Klaksvík. Og tað byrjaði eisini rætti­ liga væl. Skjótt vunnu tær sær eina tvey­máls leiðslu, sum helt til miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Aftur hesa­ ferð gekk Adina Petra fremst. Hon var toppskjútti hjá gestunum við sjey mál­ um. Stjørnan, sum var uttan Joan Djordjevic og Duritu Christoffersen, reistist aftur, og fór til hálvleiks við eini 17­12 leiðslu. Øktu um leiðsluna Men eftir hvíldina var stað­ fest, at Tjaldri ikki kann bjóða oddanum av. Alt ov ofta gjørdu tær skjótt av í álopspartinum, soleiðis, at heimaliðið kundi fara í mót­ álop. Í verjupartinum fingu tær ongantíð tamarhald á, meðan persónligu mistøkini eisini vóru nøkur. Stjørnan rann undan, og vann tá avtornaði trygt við 34­24. Stjørnan stóð royndina, meðan Tjaldri framvegis manglar eitt sindur, um tær skulu bjóða av. Tær hava framvegis ikki vunnið móti einum av teimum fýra ovastu liðunum, og tá kann ikki ganga øðrvísi. Tað gekk slettis ikki eftir vild, tá Neista­ kvinnur skuldu royna at halda fast í sínum finalumøguleika. VB staðfesti nevnliga sína oddastøðu við knúsandi stórsigri Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir at hava spælt javnt móti bæði Tjaldri og Stjørnuni skuldu Neista­kvinnurnar í gjár prógva, at tær veruliga hava tað, sum skal til, fyri at bjóða VB og Stjørnuni av í oddastríðnum í føroyskum kvinnuhondbólti. Men tann royndin mis­ eydnaðist so ruddiliga í gjár. VB er vanliga sterkt á heimavølli, og sunnudagurin var so absolutt einki undan­ tak í so máta. Pent sagt, so vórðu tær bláu nevnliga blástar av vøllinum fyri steðgin. At VB nú aftur hevur Aukse Vysniaskaite á liðnum, ger breiddina í spælinum væl størri, og samstundis eru fleiri av lokalu spælarunum mentar nógv seinastu árini. Og tá tær hjá Neistanum so samstundis høvdu fingið skeiva beinið úr seingini, var mest sum als ikki einki at gera. Við 20­6 í hálvleiksleiðslu hjá heimaliðnum gjørdist talan ongan tíð um nakran serliga intensan seinna hálvleik. Neistin fylgdi nú væl betur við á vøllinum, men risa munin upp til mótstøðuna fingu tær einki gjørt við. Og tað er heldur ikki líkt til, at Neistin eftir hendan lúsingin fær gjørt nakað við tey ovaru liðini á talvuni. Hóast kappingin enn ikki er komin í helvt, so verður tað at kalla ógjørligt hjá teimum bláu at toga seg seks stig móti Stjørnuni, sum saman við VB longu nú tykist til reiðar at spæla FM­finalu. VB-Neistin 33-18 (20-6): Neistin varð bukað av VB-Neistin 33-18 (20-6) 10 min: 5-2 20 min: 12-4 40 min: 24-7 50 min: 29-11 Málskjúttar VB: Aukse Vysniaskaite 9(3), Laila Jespersen 8, Daiva Toumaite 4, Gurið Mortensen 3, Rannvá Johannesen 2, Bára Mortensen 2, Theresa Joensen 2, Sára Samuel- sen 1, Monika Samuelsen 1(1), Una Egilsdóttir 1 Neistin: Nicoleta Radu Hansen 6(2), Stine Mikkelsen 3, Anja Heinadóttir 3, Trine Mayland 2(1), Annika Ljós- stein 2, Unn Kragesteen 2 Brotskøst: VB 4, Neistin 7 Útvísingar: VB 1, Neistin 1 Dómarar: Thomas Jul & Julian Johansen FAKTA um dystin Stjørnan-Tjaldur 34-24 (17-12): Eingin ivi í Klaksvík Stjørnan – Tjaldur 34-24 (17-12) 10 min: 4-6 20 min: 11-10 40 min: 21-14 50 min: 26-18 Stjørnan: Dianne Müller 8, Simona Petersen 7 (2), Una Olsen 5, Bára S. Klakstein 5, Durita Ljósstein 4, Anna Kristina Samson 3, Edith Hansen 1, Durita Mikkelsen 1. Tjaldur: Adina Petrea 8 (1), Alina Olaru 4, Annika Thomsen 4 (1), Matrionella Patru 3 (1), Jóhanna í Króki 2, Heidi Sevdal 1, Mary-Ann Isaksen 1, Sarah Ann Thomsen 1 Útvísingar: Stjørnan 3 – Tjaldur 3 Dómarar: Hans Thomasen og Hanus Kúrberg FAKTA um dystin Tá Stjørnan veruliga setti ferð á, var eingin sum helst ivi um, hvat sterkara liðið var. Saman við VB tykist Stjørnan longu nú til reiðar at spæla FM-finalu savnsmynd Drogba ætlar sær ongan veg Seiglívaðar søgur vilja vera við, at framherjin Didier Drogba fer at skifta felag í januar mánaði. Men sambært Drogba sjálvum, so umhugsar hann als ikki at rýma úr Chelsea, har hann hevur spælt seinnu árini.­ Eg hugsi bert um Chelsea í løtuni. Móti endanum av kappingini, fari eg at tosa við teir um framtíðina, men eg fari ongan veg í januar, sigur Drogba við Daily Mirror. Milliónir í AaB-kassan Luttøkan og góðu úrslitini í Champions League geva danska felagnum AaB nógvar pengar í kassan. Ekstrablaðið skrivar, at AaB helst fer at fáa 100 millióinir krónur burtur úr luttøkuni. Nevndarformaðurin í AaB sigur, at pengarnir skulu brúkast til at tryggja støðuna hjá AaB í toppinum í donskum fótbólti, og hann stúrir ikki fyri, at spælararnir nú fara at krevja meira fyri at spæla við AaB.