fríggjadagur 12. desember 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 • 12. desember 2008
bókablaðið
23
Sniffilin Nói hevur júst varnast
at várið er komið, og tað er ikki
veðrið, men titrandi, veingjabláa
luftin, sum gevur honum vissuna.
Bláu veingirnar eiga áarsveim
ini, ið, við komu síni sunnaní
frá, boða, at veturin er av. Nói
stendur á áarbakkanum og gleðist
og ynskir, at sama áarsveimi
húskið aftur í ár skal fara at
reiðrast í gomlu trærótini.
Soleiðis byrjar nýggja bókin
hjá Rakel Helmsdal, Várferðin til
brúnna.
M
orgunin eftir kemur trúgvi
vinurin, flogkøtturin
Vespertilia, fram við. Tey gera av
at fara at vita, um vættravinurin,
Bessi Bø, er vaknaður úr vetrar
svøvni. Á vegnum hoyra tey eitt
ljóð, sum ikki er av teirra heimi.
Tey finna Bessa, og tætt við
hann, eitt stórt, ýlandi skrímsl.
Eftir ein samanstoyt við skrímsl
ið, velja vinirnir at flýggja. Tey eru
ósamd um, hvat tey skulu gera
við tað, tí hóast yvirvaksið, tykist
skrýmslið barnsligt, og er tí helst
í vanda.
Ósemjan førir vinirnar til Ljós
berararnar, sum ráða yvir flestu
dalbúgvunum. Teir mugu vita,
hvørji ráð eru til at taka.
Ráðini eru skelkandi, men
ivaleys: Nói skal fara við skrímsli
num til drekan Perpetuu at vita,
hvat tey skulu gera. Hvørgin
kosturin er mjúkur, men soleiðis
verður várferðin til.
Í ferðalagnum saman við Nóa
eru Vespertilia, Bessi og sjálvandi
skrýmslið. Ljósberarnir senda
eisini áarsveimivinirnar hjá Nóa
aftan á teimum. Avbjóðingin á
ferðini er at fáa skrímslið at fylgja
teimum og koma fram í øllum
góðum. Til hetta fáa vinirnir hjálp
frá gomlu vættrakonuna, Oanell.
Tá tey endiliga náa Brúnni er
annar ferðadagurin at kvøldið
komin og Perpetua ikki at hitta,
men mitt á nátt verður Nói vaktur
av ógvisligum larmi. Tá má lítli
sniffilin, stuðlaður av vísu vættra
konuni, nýta alt sítt dirvi, at tala
søkina hjá skrímslinum.
V
árferðin til Brúnna er fyrsta
bók í røðini ”Úr mosakulluni”.
Rakel Helsmsdal hevur skrivað og
Edward Fuglø myndprýtt. Saman
hava tey lagt úr hondum snøgga
bók, ið dregur lesaran/lurtaran at
sær. Tú kennir, at upphavsfólkini
hava gingið høgt upp í verkið.
Síðurnar eru luftigar við mynd
ella vignett á hvørjari opnu, og
geva tær kenslu av, at tey virðis
meta bæði lesaran og sítt egna
arbeiði. Myndirnar lokka eisini
tey, sum ikki so lættliga verða
fangað av teksti, og tær spjaða
frískleika og forvitni yvir síðurnar.
Søgan er um sniffilin, Nóa, ið
er einsamallur av sínum slag í
Dalinum. Friðsama lívið verður
knappliga broytt, tí hann verður
fyri hending, hann má taka støðu
til og gera okkurt við.
Hetta ger, at hann má bróta
mørk og vanar og fara á ferð út
í tað ókenda, har uppgávur og
vandar bíða. Av hesum finnur
hann í sær styrkir, hann ikki
kendi. Alt sjálvandi við stuðli frá
góðum vinum.
Nakrar dagar eftir, at uppgávan
at fáa skrímslið heim, er fullførd,
sita Vespertilia og Nói uttanfyri
holuna hjá Nóa. Tey tosa um tað,
Perpetuua hevur sagt Nóa, um
teir nógvu heimarnar, sum onkurs
vegna liggja oman á hvør øðrum,
men har nøkur fá hol gera tað
møguligt at ferðast ímillum teir.
Nói endar við at siga: ”Hon
segði, at heilt smáir ungar eru
gjørdir av øðrum tilfari enn onnur.
Fyri tey er heimurin so lítil, at tey
altíð eru miðdepilin í honum, men
samstundis er heimurin so stórur, at
ongi mørk eru. Alt ber til.” s. 137.
Hetta er miðklangurin í bókini,
sum er ein ævintýrsøga, har hug
flogið skapar karmarnar. Hugflog
ið, at skapa annað univers enn
okkara kenda, er eisini grundarlag
og ørindi høvundans. Ein prísan
av serliga barndómsførleikanum
at lata hugflogið reika út um
vanlig mørk eins og evnunum at
hvíla í løtuni og undrast. Evni,
sum børn eiga fram um flestu
vaksnu. Nói, høvuðspersónurin,
er um somu tíð ógvuliga ungur
og tó vísur, meðan Oanell, sum
hann fær eitt serligt samband við
í søguni, um somu tíð er gomul,
men dugir væl at seta seg í
støðuna hjá yngra ættarliðnum.
B
ókin er ognað Felisiu, dóttir
høvundan. Munnu møðgurnar
báðar ikki onkran dag hava staðið
uppi yvir einari mosakullu við eina
á, kanska tætt við eina brúgv og
hugleitt? Spælt sær við tankan og
funnið lítlar heimar í okkara stóra?
Várferðin til Brúnna er hugtak
andi heiti. Serliga hesa ársins
tíð, hjá okkum, íð dáma best vár
og summar. Haldi eisini, at Rakel
hevur megnað at fáa fram serligu
várkensluna, tá tað er okkum
greitt, at seinasti vetrardagurin er
farin aftur um.
Yvirskriftirnar hava eins og
bókin eitt huglag, sum er merkt
av lokkandi forteljigleði. Tær
byrja allar við ”Har ið...”. til dømis
kapittul eitt: "Har ið Nóa fær vissu
fyri at várið er komið". Á tann hátt
er lesarin lokkaður inn í søguna,
áðrenn hon hevur umrátt seg.
Søgan ”flýtur” sera væl, og
málið er lætt, hóast fleiri long
og nýggj orð. Hetta eru mest
heitir á ævintýrverunum í søguni,
til dømis áarsveim, ljósberar,
flogkøttur, sniffil og annað.
Fremst í bókini er kort yvir
Dalin, so lesarin sær, hvar søgan
fer fram.
S
um kunnugt setir bert hug
flogið markið, tá um skald
skap ræður. Til ber at skapa
univers, eginleikar, persónar og
so framvegis. Treytin er ”bara”,
at teksturin er væl skrivaður
og hongur saman. Sleppur
lesarin undan at stúrsa yvir
eitthvørt ólogiskt, er tað eydnast
høvundinum at forføra lesaran.
Eg haldi, at tað í rættiliga stóran
mun hevur eydnast Rakel at
forføra við Várferðini til Brúnna.
Bert skrímslamálið fekk meg
eina løtu út úr søguni, sum eg ann
ars var sogin inn í frá fyrstu reglu.
Eg kom tó skjótt inn aftur í Dalin,
og eg kendi tað, sum stóð eg
aftan fyri Nóa og Perpetuu og sá
skrímslið renna út millum klettarnar
og inn aftur í sín egna heim.
Kanska er Nóa nú vorðin forvitin
eftir at vita, hvussu skrímslaheim
urin er? Eg gleði meg í hvussu er
til at uppliva aðrar ferðir og árs
tíðir saman við lítla sniflinum!
Forførandi várferð
Við Várferðin til brúnna hava rithøvundurin
Rakel Helmsdal og teknarin Edward Fuglø lagt
úr hondum eina snøgga bók og ein ganda
kendan heim, ið draga lesaran til sín
Várferðin til Brúnna er fyrsta bók
í røðini ”Úr mosakulluni”. Rakel
Helsmsdal hevur skrivað og Edward
Fuglø myndprýtt
Ummæli
Halldóra Dam
Vøkru tekningarnar hjá
Edwardi Fuglø lokka eisini
tey, sum ikki so lættliga
verða fangað av teksti, og
tær spjaða frískleika og
forvitni yvir síðurnar