Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-12, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 • 12. desember 2008 bókablaðið 24 2 0 0 8 ú t g á v u r f r á M e n t u n a r g r u n n i S t u d e n t a f e l a g s i n s Jógvan Isaksen Metusalem Kommunumenninir, sum reinsa Hoyvíkstjørn, koma fram á eina beinagrind, sum ein C-14 tíðarfesting vísir er um túsund ára gomul.Men so verður Hannis Martinsson ringdur upp av einum sandingi, sum sigur, at tann deyði er beiggi hansara, ið hvarv í 1961. Frá hesum degi verður Hannis fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir aftur til skotska trolaran Red Crusader og hernaðarstøðina í Mjørkadali. 316 bls. vIda akselsdóttIr HøJgaard Novemburmorgun Yrkingasavnið er sett saman av vøkrum og kenslubornum tekstum, har høvundurin við gløggskygni tekst við grundleggjandi spurningar í tilveruni. Hon setur orð á upplivingar og kenslur, sum vit øll kenna sum menniskju, og hon setur tær í perspektiv. Gerandismyndir og myndir, sum kanska ikki eru so gerandisligar, verða settar fram, so lesarin kennir seg aftur. 42 bls. Jógvan Isaksen Dulsmál og loynigongir Bókin er savn av ummælum frá teimum seinastu tíggju árunum. Orsøkin til, at savnið yvirhøvur verður givið út, er, at tað enn finst stak lítið skrivað um føroyskar bókmentir, hóast tað tey seinnu árini er blivið frægari. Tær umrøddu bøkurnar eru stak ymiskar: frá bók um trolaran Ólav Halga um týðingina av Palla Pumm til yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen - men tað mesta er kortini um føroyskan skaldskap. 138 bls. samuel F. samuelsen Memoirer og Autobiografi Ritstjórnað og við inngangi eftir Hera Kragesteen Hvussu var at liva seinast í nítjundi øld og fyrst í tjúgundu øld í Havn? Hava upplivað endan av einahandilstíðini, verið við til at kalla inn til víðagitna jólafundin 1888 og virkað í tøttum samstarvi við embætismannavaldið danska? Sámal á Krákusteini varpar ljós á tíðina frá 1852 til 1930 við Havnini sum miðdepli. Bókin er á tremur av myndum frá tíðini. 223 bls Bergur rønne moBerg Barn av grundsøgum Tekstirnir í hesum savni eru bæði vanligar greinir av bókmentaligum slag, men eisini ummælir, samrøður og minningarorð, sum høvundurin hevur havt í føroyskum og útlendskum tíðar- ritum og bløðum seinastu árini. Tekstirnir endurspegla høvundsins hugsanir um bókmentir og annað, og fyribrigdi avdúking verður viðgjørt í mongum av greinunu. Barn av grundsøgum er í mangar mátar ein dýpan av hugsanum um viðurskiftir millum bókmentir og lívsáskoðan. 170 bls. kr. 280 tóroddur Poulsen Útvølir Hendan prosabókin er av høvundanum ognað teimum sum einki skilja, og hon er á tremur av stuttligum og neyvum myndum av persónum og hendingum. ”Útvølir” eftir Tórodd Poulsen er tíðum surrealistisk og merkt av paranoia, men um somu tíð ivaleyst skemtiligasta bók, ið er komin á føroyskum nakrantíð. 186 bls. kr. 240 kr. 130 Hanus kamBan Café Europa Høvundurin er kendur í mongum bókmenta- ligum samanhangum, men hetta er hansara fyrsta yrkingasavn. Heitið á savninum gevur eina ábending um, at ikki fáir av tekstunum peika á Europa sum søguligt, listarligt og fyrst og fremst skaldskaparligt og mentanarligt hugtak. Undir hesum neti av tilsipingum eru univers, sum lesarin sjálvur verður boðin at fara á rannsóknarferð í. 69 bls. kr. 180 kr. 198 kr. 220 kr. 298 Mentunargrunnur Studentafelagsins