Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 241 - 15. desember 2008 ] Aftur vóru tær norsku kvinnurnar heldur slakar í 1. hálvleiki, og so settu tær fulla skrúvu á í 2. hálvleiki Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Noreg hevur havt sama frimil í allari kappingini. Hini liðini sleppa at snodda til dystin í 1. hálvleiki, og verða við, og tíðum kanska frammanfyri, men í 2. hálv­ leiki læsir norska verjan hitt liðið niður, og við kontrarenningnum skjóta tær hitt liðið í spønir. Júst hendan søgan varð endur­ tikin í finaluni millum Noreg, sum nú hevur vunn­ ið sítt fjórða EM í søguni, og sítt triðja EM á rað. Byrjaði væl hjá Spania Spania varð væl við í 1. hálvleiki, tær vóru resuluttar og kontantar í verjuspæli­ num, og effektivar í álopi­ num, og tað eydnaðist teimum sponsku kvinnunum at leggja seg fram um við trimum málum. Men so byrjaði norðsjóar­oljan at koma í norska motorin, tær norsku vunnu sponsku leiðsluna aftur, og við ein­ um sera vøkrum “flúgvara” legði Tonje Larsen Noreg fram um 13­12, beint áðrenn hálvleikssteðgin. Í 2. hálvleiki komu norsku kvinnurnar beina­ vegin fram um við 5 málum, og tá varð skriftin klár á vegginum. Einasti spenn­ ingur, sum veruliga bleiv i 2. hálvleiki, varð tá teir norsku áskoðarnir noktaðu at breiða tað stóra make­ donska flaggið yvir seg. Teir stoltu norðmennirnir vildu heldur sleppa at halda fram at veittra við sínum norsku fløggum. Tá flipp­ aðu fleiri av makedonsku áskoðarunum út, soleiðis sum tey eystanfyri so mangan kunnu gera, og ta einu løtuna fór ein at óttast fyri trygdini hjá norsku áskoðarunum og spælarun­ um. Men tað endaði alt væl og hátíðarliga, tá heiður­ skrónurnar vóru handaðar, og norski tjóðsangurin spældir til æru fyri vinnandi liðnum. Sum danska TV2 so væl segði: ­ makedonsku fyrireikarnir hava sjálvandi gjørt sítt besta. Feilurin liggur hjá EHF, sum hevur givið teimum EM­verts­ skapin! Tvey smílandi lið Hóast stóra munin, so fóru tær sponsku kvinnurnar næstan líka fegnar av vøllinum, sum tær norsku. Tær sponsku hava verið í sínari fyrstu finalu í einum endaspæli nakrantíð, og tað er ein stórur sigur í sær sjálvum. Norski venjarin, Marit Breivik, sum langt síðani hevur vunnið alt, sum ein kann vinna í hond­ bólti, royndi at fáa sigurin hjá sínum stórfavorittum at ljóða av einum hálvum bragdi: ­ Eg eri ógvuliga nøgd við at vit vunnu gull, tí kundu av sonnum ikki vænta hetta. Vit hava verið noyddar at byggja upp av nýggjum, síðani olympisku leikirnar í summar, har vit hava verið noyddar at spæla fleiri nýggjar spælarar inn á liðið. Eg hevði væntað, at EM fór at verða hart hjá okkum, serliga tí vit hava havt so lítla tíð at fyrireika okkum í. Segði Breiviki aftaná dystin. Drotningar Ein av teimum betru norsku spælarunum, Karoline Brei­ vang var ovurfegin eftir dystin. ­ Vit eru drotningar av Evropa. Hetta er verliga stuttligt, og tað er ein fantastisk kensla at vinna EM aftur, segði hon. Karoline Lunde Harald­ sen, sum hevur vunnið 3 EM­gull, og eina EM­silvur heldur, at talan er um eitt veruliga søguligt bragd hjá norska liðnum. Kvinnan, sum hevur veruliga metið, tann 33 ára gamla Tonje Larsen hevur vunnið 2 EM­ gull, 2 EM­silvur og eina bronsu varð sjálvsagt eisini ovurfegin. ­ Eg eri glað og stolt yvir at verða vald til All­Star liðið, aftrat EM­sigrinum. Hetta er veruliga eitt søgu­ ligt bragd, segði Tonje Larsen. Nøgdir spaniólar Aftaná dystin varð einki vónbrot at hóma hjá tí tapandi liðnum. Venjarin, Jorge Duenas segði aftaná dystin: ­ Silvur er sum gull fyri okkum. Vit høvdu ongantíð væntað at koma so langt í kappingini. Noreg varð tað besta liðið í EM­kappingini, eingin ivi um tað. Eg vóni, at silvurkrónurnar vit hava vunnið í dag, kunnu verða við til at menna spanskan kvinnuhondbólt. Eg vænti, at hetta liðið fer at røkka fleiri endaspølum, og kanska røkka fleiri finalum. Spælarnir eru ungir, og tær hava ein ótrúligan vilja, segði hann. Eingin tekur Noreg EM-finala: Noreg-Spania 34-21 (13-12) Noreg: Nøstvold 7(7), Larsen 6, Riegelhuth 6, Lunde 4, Johansen 3, Blanco 2, Løke 2, Frafjord 2, Herrem 1 og Kristiansen 1 Spania: M. Fernandez 4, Mangue 4, Diaz 2, I. Fernandez 2, Lopez 2, Martin 2, Morena 2, Dehesa 1, Simeonova 1 og Pinedo 1 FAKTA 39 landsliðsleikarar í 2008 Tað hevur verið stór útskifting á føroyska fótbóltslandsliðnum seinnu árini. Og tað eru hagtølini frá 2008 greið tekin um. Jógvan Martin Olsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, hevði ikki færri enn 39 leikarar í landsliðshópinum í 2008. Tríggir teirra komu ongantíð á vøllin – Herbert í Lon Jacobsen, Áki Petersen og Gunnar Nielsen. 15 av teimum 39 leikarunum royndu seg bara eina ferð í landsliðsbúnanum. Millum annað Mortan úr Hørg, Óli Hansen, Súni Olsen og Pætur Dam Jacobsen. Tað upplýsir heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum. Wenger hugsar um meistaraheitið Hóast úrslitini ikki hava verið tey bestu seinastu vikurnar, hugsar venjarin hjá Arsenal framvegis um at vinna enska meistaraheitið í ár. ­ Vit skulu halda fokus og royna at vinna okkara næstu dystir. Vit skulu bara hugsa, at við næsta dysti kunnu vit minka um munin til liðini frammanfyri okkum, sigur Arsene Wenger. Arsenal er í løtuni nummar fimm í Premier League. Við 51 málum varð Linn Kristin Riegelhuth besti málskjúttin í EM-endaspælinum. Eisini móti Spania fekk hon væl burturúr, og saman við liðfeløgunum kundi hon eftir dystin fegnast um heitið sum europameistari í kvinnuhondbólti Mynd: Polfoto/AP