mánadagur 15. desember 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 14. desember 2008
lýsingartilfar
39
‘08
Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo
Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo
Stórt úrval av jólaljósum
Dukkuvognar
úr kr 650,-
Hoyvíksvegur 67 · Tórshavn · Tel. 315101 · Fax 315112 · babysam@post.olivant.fo
...
al
t
ti
l tey sm
á
u
Stationerur
ICOM VHF IC-M505
Fyrr kr. 3.995,-
Nú kr. 2.995,-
1.049,-
Gabor
damuskógvar
Jólaskógvarnir til hennara
460 Norðskáli
Tel 42 27 27
Vit hava
klæðini
til alla
familjuna
g
22. desember skipar
Frítíðarskúlin í Hoyvík
fyri jólakonsert við The
Dreams í Hoyvíkshøllini
The Dreams fara at spæla góða,
gamla føroyska tilfarið, vit øll kenna,
men eisini sangir av nýggjastu
fløguni ”Den nye by”, sum hava ligið
ovast á Boogie listanum í tveir
mánaðir.
Fyri tveimum árum síðani fluttu
ungu menninir í The Dreams, sum
eru úr Havn, til Danmarkar at royna
eydnuna á útlendska
tónleikamarknaðinum. Væl hevur
gingist.
Nú The Dreams eru heima á
jólum, fer Frítíðarskúlin í Hoyvík at
varpa ljós á eitt væleydnað
ungdómstiltak, sum The Dreams í
veruleikanum eru.
– Neyvan hevur nakar ungur
tónleikabólkur, ið spælir punk,
vunnið so stóran og skjótan frama
sum The Dreams. Konsertin er ætlað
sum eitt trivnaðarátak millum børn
og ung í skjótast vaksandi øki í
Tórshavnar kommunu, sigur Levi
Mørk, leiðari á Frítíðarskúlanum í
Hoyvík.
Hann leggur dent á, at tiltakið
verður hildið í rúsfríum karmum.
Hetta merkir at fólk, ið eru ávirkað,
sleppa ikki inn til konsertina í
Hoyvíkshøllini.
Verður peningaligt avlop, fer
ágóðin til ungdómsarbeiði hjá
Tórshavnar kommunu í Hoyvík.
Nýggja stjørnuskotið, Ann
Anthoniussen, verður eisini við á
konsertini. Ann Anthoniusen er 18
ára gomul. Hon er nógv frammi við
sínum nýggja lagið ”Nice”.
Jákup Veyhe er frásøgumaður, og
DJ luttekur eisini.
Atgongumerki til jólakonsertina
við The Dreams kunnu keypast á
HYPERLINK ”http://www.teleshop.
fo/” www.teleshop.fo, har 850
atgongumerki verða sett til sølu.
Eisini ber til at keypa atgongumerki
í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og í
Telebúðini hjá Føroya tele í Havn.
Kostnaðurin er kr 150,00, men
konsertin er treytað av nóg stórari
luttøku.
____________________________
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
The Dreams og Ann Anthoniussen
í Hoyvíkshøllini
The Dreams og Ann Anthoninusen fara á pall í Hoyvíkshøllini 22. desember, tá Frítíðarskúlin í Hoyvík skipar fyri
konsert