týsdagur 16. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 242 - 16. desember 2008
Bárður Nielsen í nevnd í floghavn
Á aðalfundi hjá P/f Vága Floghavn í gjár, varð Bárður Nielsen, fyrrverandi
fíggjarmálaráðharri, valdur í nevndina. Á skránni var eisini hækking av
partapeningi felagsins. Partapeningurin varð hækkaður við 65 milliónum krónum,
ið skulu nýtast til útbyggingina av Vága Floghavn. Tilsamans fara 365 milliónur
krónur at verða skotnar inn í partafelagið við tí endamáli at útbyggja Vága
Floghavn. Bárður Nielsen kemur í nevndina fyri Dávid Reinert Hansen, sum varð
settur sum forstjóri í felagnum fyrr í ár. Í nevndini sita nú Kitty May Ellefsen,
Evy Jacobsen, Jóhan í Niðristovu, Jóhannus Egholm Hansen og Bárður Nielsen.
Jólamøti í Klaksvík
Sunnudagin klokkan 17 verður stórt jólamøti fyri børn og
vaksin í Badmintonhøllini í Klaksvík. Ætlanin við
tiltakinum er at savna okkum um tað, ið veruliga hendi á
jólum, og hví vit halda jól. Vit fara millum annað at hoyra
sang frá Vitanum, síggja ein jólaleik og syngja saman. Eftir
møtið verður møguleiki at steðga á og fáa sær nátturða. - Vit
vóna at síggja so nógv, sum møguligt, til hetta nýggja
jólatiltak, siga fyrireikararnir úr Betesda
Í heili 40 ár hevur
Jógvan Arge verið
ein ímynd av Útvarp
inum. Ì morgun fall
hann fyri spariknívin
um, men síðsta orðið
er neyvan sagt enn
Kringvarpið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Eg skilji ikki framferðina
hjá leiðsluni í Kringvarp-
inum.
Jógvan Arge er ein av all-
arkendastu
røddunum
Í
Útvarpinum.
Men nú verður tað skjótt,
at røddin tagnar.
Saman við sjey øðrum
starvsfólkum í útvarpinum
og
Sjónvarpinum,
fekk
Jógvan Arge í morgun boð-
ini um, at ætlanin er at siga
hann úr starvi.
Seinastu dagarnar hevur
nógv verið tosað um eina
fíggjarliga kreppu í Kring-
varpinum, sum umfatar bæði
Sjónvarpið og Útvarpið.
Leiðslan og nevndin fyri
kringvarpið er komin eftir,
at tað verður neyðugt at
spara 5,9 milliónir krónur
næsta ár og tað gerst ikki utt-
an at siga fólkið úr starvi.
Og í morgun vórðu so
nøvn sett á tey fólkini, sum
ætlanin er at siga úr starvi
og samstundis fingu tey ætl-
anarskriv um uppsøgn, sum
tey so fáa høvi at gera við-
merkingar til.
Tilsamans standa átta
nøvn á listanum yvir tey,
sum Kringvarpið ætlar at
siga farvæl til.
Nógv tað kendasta og
nógv tað mest óvæntaða
navnið á hesum listanum er
Jógvan Arge, sum hjá mong-
um hevur verið ein ímynd
av Útvarpinum.
Og tað er kanska ikki so
løgið, tí hann hevur arbeitt í
Útvarpinum í 40 ár og hesi
seinastu 30 árini hevur hann
verið í leiðandi starvi.
Hann hevur røddina, sum
hvørt mansbarn kennir, ikki
minst frásagnirnar frá kapp-
róðri og fótbólti.
Men í morgun fall hann
so fyri spariknívinum hjá
leiðsluni fyri Kringvarpið,
tí nú hevur hann fingið
ætlanarskriv um uppsøgn.
Síðsta orðið
neyvan sagt
Men tað er ikki ein uppsøgn,
sum hann ætlar sær at góð-
taka uttan víðari.
- Síðsta orðið er neyvan
sagt í hesum máli, sigur
hann í stuttari viðmerking
við Sosialin.
Hann viðgongur, at upp-
søgnin kom ógvuliga dátt
við.
Eftir hansara tykki er álit-
ið ímillum hann og leiðsluna
fyri Kringvarpið brotið og
tað er leiðslan fyri Kring-
varpið, sum hevur framt
hetta álitisbrot.
Tí fer hann nú at kanna
møguleikarnar fyri at fara
víðari við málinum.
- Eg var programmleiðari
til 1. oktober í ár. Men so
varð tað starvið niðurlagt
og tá traðkaði eg loyalt til
síðis sum programmleiðari,
sigur Jógvan Arge.
- Men tá gjørdi seg sam-
stundis
eina
avtalu
við
leiðsluna, at eg skuldi fara í
annað starv Kringvarpinum.
Tað var eftir uppskotið
frá leiðsluni, at tann avtalan
varð gjørd.
- Tað eru ikki meiri enn
hálvur triði mánaði síðani,
at hendan avtalan varð
gjørd ímillum meg og leiðsl-
una fyri Kringvarpið og
sostatt meti eg, at leiðslan
hevur framt álitisbrot.
- Tí skilji eg ikki manna-
gongdina hjá leiðsluni og nú
fari eg at kanna møguleik-
arnar at fara víðari við mál-
inum, leggur hann afturat.
Beinir fyri
Útvarpinum
Jógvan Arge hevur ikki so
nógvar viðmerkingar til
spurningin um, hví hann
heldur, at Kringvarpið er
komið í hesa støðuna, at tað
varð neyðugt at siga átta
fólkum upp í morgun.
Men hann ivast onga løtu
í, at samanleggingin ímillum
Ùtvarpið og Sjónvarpið er í
ferð við at beina fyri Útvarp-
inum hjá Kringvarpinum.
- Tað er ein gongd, sum
er væl á veg og eg vænti at
hendan gongdin fer at halda
fram, sigur hann.
- Tað er øll tekin til, at
Útvarpið verður niðurlagað
og at Sjónvarpið verður tikið
framum, tí líkt er til, at pen-
ingur verður slúsaður úr Út-
varpinum yvir í Sjónvarpið.
Hann nevnir sum dømi,
at táið Útvarpið og Sjón-
varpið vórðu samanløgd í
Kringvarp Føroya, hevði
Útvarpið verið rættiliga væl
fyri fíggjarliga í mong ár og
átti 13 milliónir á bók.
- Nú havi eg latið mær
fortalt, at tað eru bara fýra
milliónir eftir, sigur Jógvan
Arge.
Anniku Mittún Jacobsen,
stjóri fyri Kringvarpinum vil
ikki gera viðmerkingar til
ítøkilig mál og tí hevur hon
ongar viðmerkingar til tað,
sum Jógvan Arge førir fram.
Jógvan Arge:
Síðsta orðið neyvan
sagt enn
Kring-
varpið
hjálpir
starvs-
fólki
víðari
Í morgin fingu átta fólk
ætlanarskriv um uppsøgn
í Kringvarpinum.
Annika Mittún Jacob-
sen, stjóri fyri Kringvarp-
ið, vil ikki gera viðmerk-
ingar til einstøk mál í sam-
bandi við tey átta fólkini,
sum ætlanin nú er at siga
upp í Kringvarpinum.
Men hon følir við øll-
um teimum, sum hava
fingið ætlanarskriv um
uppsøgn og Kringvarpið
hevur givið teimum bæði
løgfrøðing, sálarfrøðing
og sosialráðgevara til
taks í morgun.
- Hetta eru menniskja-
lagnur, men vit ætla at
gera okkara til at hjálpa
teimum at koma víðari.
Hon sigur, at tey, sum
ætlanin er at siga upp,
eru ikki vald eftir nøkr-
um ávísum leisti.
- Tað eru tey, sum vit í
leiðslu og nevnd eru
samd um at siga upp og
tey eru spjadd um allan
stovnin, sigur hon.
Ì morgun hittust tey
uppsøgdu starvsfólkini á
fundi at viðgera støðuna.
Har fáa tey eisini kunn-
ing um, hvørji rættindi tey
hava í sambandi við ætl-
anarskrivi um uppsøgn.
Men kemir eitt eftir-
spæl, taka vit tað upp.
Hon leggur afturat, at
tað slepst ikki undan, at
uppsagnirnar
fara
at
ávirka
sendingarnar,
men tann partin av spar-
ingunum fer leiðsla og
nevnd í Kringvarpinum
at viðgera nærri teir
næstu dagarnar.
Men hon leggur aftur-
at, at nú eru tær sparingar
gjørdar í Kringvarpinum,
sum skulu gerast.
-áki-
Jógvan Arge, sum hevur inngrógvin
partur av Útvarpinum í 40 ár, skal
nú sigast úr starvi, ætlar leiðslan fyri
Kringvarpið. Sjálvur heldur Jógvan
Arge, at hetta er álitisbrot og hann
ætlar at kanna møguleikarnar fyri at
fara víðari við málinum