Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-16, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2008síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 16. desember 2008 lýsingartilfar ‘08 Hjá Atlantic Airways merkist, at føroyingar, ið eru fjart av landi skotnir, fegnir vilja heim til jóla. Frá í dag og til jóla, væntar Atlantic Airways at flyta 3600 føroyingar heim at halda jól Føroyska flogfelagið Atlantic Air­ ways hevur alstóran týdning fyri samband føroyinga við útheimin. Og nú jólini eru í hondum, merkist heilt greitt, at føroyingar eru fegnir um møguleikan, sum føroyska flogfelagið veitir. Atlantic Airways er í dag einsamalt at røkja sambandið við útheimin loftvegis. Skeivur eftirspurningur Tó tað er hugaligt, so er talan um ein sonevndan skeivan eftirspurn­ ing, nú jólini eru í hondum. Nógv inngangandi, og fá útgang­ andi. So einfalt kann tað sigast. Flog­ før fara so at siga tóm niður til Dan­ markar, og aðrastaðni, eftir fólki, ið vilja heim til jóla. Frá í dag, og til jóla, fara 41 flogfør at flyta 3600 fólk til Føroya. Flogið verður frá 7 ymsum støðum, nevniliga Reykjavík, Aberdeen, London, Oslo, Billund, Aalborg og Keypmannahavn. Pláss eftir enn Hóast fleiri flogfør eru full og útselt er, so eru ongir dagar, har proppur er í. Enn eru pláss eftir í summum flogførum. Frá í dag og til 23. desember flytir Atlantic Airways sostatt 3600 fólk, ella meira, til Føroya úr sjey ymisk­ um støðum á jarðarknøttinum. Og sjálvandi: úr Føroyum og út í heim er ongin trupulleiki at fáa ferðaseðil. Vilja heim til jóla Talan er um á leið sama tal, sum í fjør, men kanska er tað eitt lítið sindur minni. Men enn er ongin proppur í, og pláss eru eftir. Eisini er tað gjørt so, at roynt verður at taka hædd fyri møguligum útsetingum orsakað av veðrinum, og tí eru síðstu komurnar settar at verða tann 22. og 23. desember. Í januar er meira javnvág í ferðingini, og tey ferðandi eru javnari býtt á ymsu flogferðirnar. Men eftir stendur, at føroyingar fegnast um flogsambandið og fegnir vilja heim at halda jól. ____________________________ Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo 45 Føroyingar vilja heim til jóla Kristiligur Bókhandil Heiðav. 42 · 600 Saltangará · tel 44 91 62 Nógv nýtt! ...kom inn og hygg! B Ø K U R F L Ø G U R D V D Klaksvíksvegur 4 - 700 Klaksvík - Tel. 455164 - magnus@arge.fo Georg Jensen l te l kaffi l smykkur til hennara og hansara l ljós l serviettar l stakar l dópsgávur krúss l dúkar l pútur l steyp og heiðursmerki l alskyns graveringar l kriddaríir l bestik l o.m.a. Vit hava hópin av smykkum frá Pandora t Rein føroysk ull! Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54 Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo Bøgøta 12 · Postboks 321 · 110 Tórshavn · tel 31 22 11 · el-mikk@post.olivant.fo Stórt úrval av jólaljósum