týsdagur 16. desember 2008síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2008
lýsingartilfar
47
‘08
tel. 351220
Jólagávuhugskot
Tórshavn | Kambsdalur
SONY DSC-S750
Tunt og lætt snið. 7,2 mega pixel og
objektiv við 3x optiskum zoom.
kr. 995,-
Digitalt myndatól
4HKAN§HMHDQT@SEÈ@Ó4DKDAÞ§TMTLJQHMFK@MCH§NFDQTF@KC@MCHSHKIØK@
./+)!
%HMDHMEKCNFRMFFE@QSDKDENMSHKSÓM
RTLHJJHJQDUTQLDHQ@ƍ@RDMMMDX§TFS
,TLL@KXJSpROKp-OQHMFHSØM@Q
3HFS@§ÈIØKTL
395,-
h
Fyri fjúrtan árum síðani skrivaði
Axel Tórgarð bókina um dagar og
nøvn í okkara álmanakka. Síðani
hevur hon verið ein hent handbók
hjá mongun.
Hon verður dúgliga nýtt hjá
tíðindamonnum, men har kemur
innihaldið í henni bara fram í
pettum fyri hvønn dagin. Mong eru
tey, sum seta spurningar til ávísar
dagar, sín egna føðingardag ella
føðingardagar hjá onkrum
avvarðandi. Tá er bókin hent at hava
við hondina, og er hon tí ein av
teimum bókum, sum koma væl við
alt árið – og ikki bert á jólum!
Lítið er tí at undrast á, at bókin
skjótt varð útseld, og nú hevur hon
ikki verið at fingið í mong ár. Tørvur
er tí á nýggjari útgávu, og nú er hon
so her.
Umframt tað, sum stóð í fyrru
útgávu av hesi bók, hevur Axel gjørt
eitt stórt kanningararbeiði fyri at
fáa nakað at vita um teir stóru
dagarnar í føroyska álmanakkanum,
um messur og vøkur og søkur sum
bara føroyingar hava kunnleika um.
Hetta legði hann fram í mongum
útvarpssendingum sserliga í
áttatiárunum. Spell hevði verið, um
alt hetta tilfar fór í gloymskuna, og
tí er ein partur av hesum tikið við í
nýggju útgávuni, soleiðis at tað ber
til hjá teimum, sum hava serligan
áhuga í einum ávísum degi, at fáa
hollan kunnleika um hvat ið liggur
aftan fyri navn dagsins.
Fyri at lætta um hjá lesarunum at
finna fram til hvar ið ávís nøvn og
dagar eru viðgjørd, er í hesi bókini
ein stílur, eitt indeks, sum er stórt í
vavi. Hetta ger bókina enn meir
nýtiliga sum handbók.
Bókin, sum forlagið Stiðin gevur
út, er heft og síðutalið er 240.
Dagar og nøvn í álmanakkanum
í nýggjari og størri útgávu
Vit her á blaðnum brúka bókini
hjá Axeli Tórgarði hvønn dag, og
tað sæst eisini á permuni