Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 243 - 17. desember 2008 Á nýggjárinum leggur Heri á Lava Olsen frá sær sum leiðari í Svimjihøllini í Havn. 1. Mai í ár hevði han 35 ára starvsdag, og í hesum sambandi varð hann heiðraður á samkomu í Svimjihøllini í morgun MERKISDAGUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Heri á Lava Olsen varð settur í starv sum lívbjargari í gamla Svimjihylinum í Gundadali í Havn tann 1. mai í 1973. Á nýggjárinum leggur hann frá sær eftir sløk 36 ár í starvi – harav góð 23 ár sum leiðari. Tað var tá Ivan Carlsen, sum var fyrri leiðarin í Svimjihylinum og seinni í Svimjihøllini, doyði í 1985, at Heri á Lava Olsen tók við sum leiðari. Soleiðis hava bert tveir leiðarar verið í Svimjihylinum/ høllini í Havn, síðani hylurin í Gundadali varð tikin í nýtslu á ólavsøku í 1959. Heri á Lava Olsen hevur sostatt starvast í gamla hyli, har sum Badmintonhøllin er í dag, og síðani í Svimji­ høllini í Gundadali uttan slit í 35 ár. Freistin at søkja starvið sum leiðari var úti mána­ dagin, og nýggi leiðarin tekur við í Svimjihøllini í Gundadali á nýggjárinum. Í Svimjihøllini starvast 12 fólk í føstum starvi og átta avloysarar. Kelda: www.torshavn.fo Sony Ericsson G502i Løtan er tín kr. 1395 Jólagáva til undirhald Fartelefon við flest øllum hentleikum, so sum 3G, 2MP myndatóli, Bluetooth, 32MB minni, møguleika fyri at byggja minni út við M2 korti, FM-útvarpi og TrackID music recognition. Battarí: 10 tímar talutíð og 340 tímar standby. Phonearena gav hesari telefonini 8 stig av 10 møguligum í test tann 05-06-2008. Les meira á vodafone.fo Vit eru eisini til tænastu á 202020. Vanligur prísur 1.595,- Heri Lava Olsen 35 ár í svimji­ hylinum Svimjihøllina í Gundadali Svimjihøllin í Gundadali lat upp í 1982. Har eru fýra hyljar. Tveir barnahyljar, ið eru 29-30 stig, ein 25 metrar langur hylur og ein kavingarhylur. Í hesum báðum hyljunum er hitin 26,5 stig. Svimjihøllin hevur gosbað og seks sólir. 450-500 fólk vitja hvønn dag. Munandi fleiri vitja um summarið, tá opið er allan dagin. Tá vitja 650-800 fólk um dagin í Svimjihøllini í Gundadali. Um jólini er stongt hesar dagar: jólaaftan, jóladag, 2. jóladag, gamlaárskvøld og nýggjársdag. Búmerkið, ið sæst á vegginum uttanfyri, ímyndar ein svimjara á alduryggi. Ole Wich gjørdi snøgga búmerkið úr flamingo til eina svimjikapping í 1987. Svimjigentuna, ið er standmynd uttan fyri Svimjihøllina, gjørdi Hans Pauli Olsen í 2006. Kelda: www.torshavn.fo FAKTA Rundir starvs­ dagar í Svimji­ høllini Umframt Hera á Lava Olsen vóru trý onnur starvsfólk heiðra í Svimjihøllini í dag fyri drúgva tænastu. Tey eru Jóhan Jacobsen, Rúna Mortensen og Helena Mortensen, sum øll hava 20 ára starvsdag. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, heiðrað tey á samkomu í Svimji­ høllini í morgun. Ein av føstu »morgun­ frúunum« í Svimjihøllini í Gundadali í Havn, 90 ára gamla Ása Michelsen, heilsar upp á fráfarandi leiðaran, Hera á Lava Olsen Tey fýra, sum vórðu heiðrað í Svimjihøllini í Havn í morgun: Heri á Lava Olsen, leiðari, sum hevur verið í starvi í góð 35 ár og Jóhan Jacobsen, Rúna Mortensen og Helena Mortensen, sum hvør sær hava verið í starvi í 20 ár Myndir: www.torshavn.fo 86 ára gamli Sverri Morten­ sen á Argjum hevur í mong harrans ár verið fastur fúsur í Svimjihylinum. Hann bara eisini fram nøkur orð á hátíðarløtuni í morgun