Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 243 - 17. desember 2008 Ikki førir fyri at viðgera málið Andstøðan mót­ mælti harðliga, at stuðul til pen­ sjónistar verður minkaður, uttan at spyrja nakran eftir Tað líkist ongum, at stuð­ ul til heilivág til pensjón­ istar verður minkaður, uttan at spyrja nakran eftir. Tað heldur andstøðan í Løgtinginum. Ætlanin er endaliga samtykt, men andstøðan heldur, at tað er skrumbla ígjøgnum uttan at geva sær greitt, hvørjar avleið­ ingar tað fær. Sum tað sæst í hinari greinini í blaðnum. Er landsapotekarin ikki ósamdir. Tað var trivnaðarnevnd­ in hjá Løgtinginum, sum viðgjørdi málið, men andstøðan førir fram, at tað var bara upp á kvams­ vís, tí tey sluppu ikki at kalla nakran, sum hevur við málið at gera, til hoyringar í nevndini. Tí sigur andstøðan í vinnunevndini, Karsten Hansen, Tórbjørn Jac­ob­ sen og Bergtóra Høgna­ dóttir Joensen, at tey vóru ikki før fyri at koma við einum áliti, tí tey høvdu ongan møguleika at viðgera tað. Meirilutin, Jákup Mikkelsen, Andrias Pet­ ersen, Jaspur Vang og Helgi Abrahamsen tóku undir við uppskotinum. Løgtingslimir vistu ikki, hvat teir gjørdu, tá teir samtyktu at broyta stuðulin til heilivág til pensjónistar, tí sparingin er ómøgulig at seta í verk við so stuttari freist, sum Løgtingið vil TilskoT Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað verður ómøguligt at seta eina so stóra broyting í verk upp á so stutta tíð. Heri Mørkøre, landsapo­ tekari, er ikki fegin um framferðina hjá Løgting­ inum, tá ið tað varð samtykt at broyta stuðulin til heili­ vág til pensjónistar. ­ Tá ið uppskotið varð samtykt, varð ført fram, at hetta ongar avleiðingar fær. Men tað er ikki rætt, tí tað fer at fáa heilt stórar avleið­ ingar fyri apoteksverkið, sigur Heri Mørkøre. Hann sigur, at telduskip­ anin, sum apotekið hevur í hesum sambandi, er ómeta­ liga fjøltáttað og fløkt og tað er ómøguligt at broyta hana til fyrsta januar. ­ Hetta er ein ómetaliga fløkt telduskipan. Men ein fløkt telduskipan er eisini fløkt at broyta, so hetta verð­ ur tórført. Hann leggur dent á, at upp­ gávan skal nokk loysast. ­ Tað ber bara ikki til at loysa hana í eini handavend­ ing. Hvussu nógv tað fer at kosta at broyta skipanina, dugir hann ikki at meta um. Men Løgtingið hevur sett sær fyri at spara góðar 600.000 krónur við teimum broytingum, sum eru gjørd­ ar og keldur í politikki meta, at tá ið skipanin hjá apotekinum er broytt til nýggju reglarnar, er lítið eftir av sparingum. Kanska fer tað enntá at kosta meiri at broyta skipanina, enn sparingarnar fara at gera. Einastu tøl, sum eru nevnd í uppskotinum eru frá 2004. Landsapotekarin sigur, at ongin hevur spurt seg og tí hevur hann ikki kannað mál­ ið, men hann sigur, at apoteksverkið hevur nýggj­ ari hagtøl enn tað. Missa stuðul Pensjónistar fáa tilskot til resept­heilivág. Men í kunn­ gerðini stendur, at umframt heilivág, kann annað setast á reseptina, sum skal brúkast í eini sjúkuviðgerð. Eitt dømi kann vera um ein pensjónist, sum hevur eitt sár, sum ikki vil lekjast og at læknin tískil heldur, at tað hevði verið hent við onkrum bloytandi kremi fyri at viðgera sárið. Talan kann eisini vera um ein pensjónist, sum fær kálk­ tablettir, tí honum manglar kálk. Hvørki bloytandi krem ella kálktablettir eru heili­ vágur, men verða tey brúkt í eini sjúkuviðgerð, kann tað skrivast á eina resept og so gevur tað rætt til tilskot. Heri Mørkøre sigur, at sjálvandi hevur tað stóran týdning, at læknin ger sær greitt, at tað, sum stendur á reseptini, skal brúkast til at viðgera eina sjúku. Fer hann út um tað, livir hann ikki upp til álitið, myndug­ leikarnir eiga at hava á honum. ­ Men læknin kann sjálv­ andi eisini koma til ta niður­ støðu, at ein sjúklingur hevur brúk fyri vitaminum og so kann við fullum rætti skrivað tað á reseptina. Landsapotekarin sigur, at nú hevur Løgtingið broytt lógina soleiðis at pensjónist­ urin bara fær stuðul til heili­ vág, sum sjúkrakassin gevur tilskot til. ­ Tað kann bara vera hand­ keypsheilivágur og resept­ heilivágur. Restina skal pen­ sjónisturin sjálvur betala all­ an, sum hann er, eisini tað, sum læknin higartil heldur er neyðugt at sjúklingurin fær. Umframt vitaminur, kálk­ tablettir og annað slíkt, kann talan eisini vera um svøvntablettir, nakrar nervatablettir og so víðari. Spurdu ongan ­ Hetta er ein so ómetaliga fjøltáttaður trupulleiki, at tað er ikki nakað, sum metast kann um í eini handavend­ ing, sigur Heri Mørkøre. Og tað, sum ørkymlar hann allarmest, er, at málið verður samtykt, uttan at tað hevur verið til hoyringar nakrastaðni. ­ Hevði málið verið til hoyringar, kundi løgtings­ limir fingið eina frágreiðing um, hvussu hetta hongur saman. Hann sigur, at við hesum hevur hann ikki tikið støðu til, hvat er rætt og rímiligt. ­ Men tað er burturvið at broyta eina skipan í eini handavending, sum hevur verið so leingi Tað rætta hevði sjálvandi verið at givið sær stundir at viðgjørt málið, so at løg­ tingslimir vóru greiðir yvir, hvørjar avleiðingar hetta fær. Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur ført fram, at grundin til at tað er neyðugt at broyta lógina, er, at landsgrannskoðarin hevur lyft fremstafingur og metir ikki, at lógin verður umsitin heilt eftir bókini, tí tað veldst alt um, hvussu lagaligur læknin er at seta vitaminur og annað upp á reseptirnar Landsapotekarin hevur alla virðing fyri, at Løgting­ ið tekur viðmerkingar frá Landsgrannskoðaranum til eftirtektar Men í hesum føri heldur hann, at í fyrstu syftu hevði rætta mannagongdin verið at broytt lógina, so at ongin ivi er um, at tað, sum fer fram, er lógligt. ­ Er áhugi so fyri at endur­ skoðað stuðulin, hevði tað rætta verið at sett seg niður og viðgjørt broytingarnar í friði og náðum og gjørt neyð­ ugu metingarnar um avleið­ Løgtingið samtykt ómøguliga sparing Pensjónistar missa nú ein part av stuðlinum til, men Landsapotekarin sigur, at hetta er samtykt í óðum verkum uttan at spyrja nakran eftir, og tað verður ómøgiligt at broyta skipanina við so stuttari ávaring Jólamatiné í Dómkirkjuni Tórshavnar Manskór fer saman við øðrum at hava eina fyrrapartskonsert í Havnar Kirkju leygardagin 20. desember kl. 11.30. Seinastu fimm árini hevur Konsertfelagið saman við Dómkirkjuni skipa fyri einari jólamatiné. Tey, sum spæla og syngja hava í rættuliga stóran mun veri tey somu øll árini. Fyrst og fremst er tað Tórshavnar Manskór sum myndar skránna. Teir fara at syngja góðar, kendar jólasangir. Okkurt nýtt verður eisini at hoyra. Við urguna situr dómorganisturin Gudmund Mortensen, sum fyriuttan præ­ og postludium spælir eitt stykki av barokktónaskaldinum Buxtehude. Berghild Poulsen fer, sum undanfarnu árini, eisini at syngja á hesari konsertini. Eitt av okkara ungu violintalentum, 17 ára gamla Maria Heinesen, sum er næmingur hjá Nikolas Kapnas í Tórshavnar Musikkskúla, fer at spæla ein sonatusats av Mozart saman við Árna Hansen á klaveri.