mikudagur 17. desember 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 243 - 17. desember 2008
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið okkara kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og
langabbi
Josva Anthoniussen
Morskranes
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum á B6, sum vóru um hann
ta seinastu tíðina.
Takk til Jógvan bisp fyri góð orð í kapellinum og
Bøgesvang prest í kirkjuni.
Takk til sangarar, berarar og kirkjutænarar. Takk fyri
kransar, blómur og peningagávur
til Selatraðar kirkju.
Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum og
tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Petra og børnini við familju
Takk
Hjartaliga takki eg øllum, sum á ymsan
hátt gleddu meg á sjeyti ára
føðingardegi mínum.
Tøkkin er eisini til tykkum, sum á ymsan
hátt hjálptu til at gera dagin
so hugnaligan.
Gleðilig jól og eydnuberandi nýttár.
Bestu heilsanir
Mathilda Abrahamsen
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum hjálptu okkum,
tá ið elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi
og beiggi okkara
Karl S. Jensen
doyði og bleiv jarðaður.
Stóra tøkk til heimahjálpirnar, og heimasjúkra
systrarnar, sum vóru um hann, og vóru so
góðar við hann.
Ein serstøk tøkk til Petur Hans fyri vakran sang.
Takk til øll, sum á einhvønn hátt hjálptu til við
jarðarferðini og til øll, sum fylgdu honum til gravar.
Malla, Hallbjørg, Sigrun, Haldis, Jórun, Jóhan
og Kjartan v/ fam.
Dagurin
17. desember. Albina, deyð umleið ár 250. Ung kvinna,
sum varð tikin av døgum, tá ið Decius keisari ráddi.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Eysturoy . Heiðavegur
Postrúm 224 . 600 Saltangará
Tel 47 47 10 . Faks 47 47 11
Tórshavn . Smyrilsvegur 20
Postrúm 3096 . 110 Tórshavn
Tel 35 35 10 . Faks 35 35 11
Norðoyggjar . Klaksvíksvegur 78A
Postrúm 296 . 700 Klaksvík
Tel 45 72 40 . Faks 45 72 41
Suðuroy
Postrúm 58 . 800 Tvøroyri
Tel 35 35 60 . Faks 35 35 61
K R E A
Sí annars www.almannastovan.fo
Avgreiðslutíðir
um jólini
Frá 29. desember 2008 til og við 2. januar 2009
eru avgreiðslutíðir okkara broyttar soleiðis:
Móttøkurnar hava opið og telefonirnar
verða tiknar frá kl.10 til kl.12.
Frá mánadegnum 5. januar 2009 verður opið aftur sum vanligt
allar yrkadagar frá kl. 10.00 til 15.00 uttan fríggjadag, tá opið
er frá kl. 10.00 til 13.00.
Almannastovan ynskir viðskiftafólki sínum
eini gleðilig jól og eitt gott nýgg jár.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 17. desember verður Alisa Mørkøre, Klaksvík,
80 ár. Dagurin verður hildin í heiminum.
80 ára føðingardagur
Mikudagin 17. desember verður Malan (Mella) Hansen,
ættað úr Funningsfirði, 80 ár. Dagurin verður hildin í
Æðuvík hjá Katrinu og Osmund.
75 ára føðingardagur
Mikudagin 17. des. verður Ingibjørg Debes, Oyri 75 ár.
Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum.
60 ára føðingardagur
5. januar verður Mortan Johannesen (Mortan hjá Hans
Paula) 60 ár, dagurin verður hildin leygardagin 3. januar,
kl. 19.00, í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J.H.
Schrøtersgøtu 9. Tey í vilja gleða hann við at koma, kunnu
boða frá við at ringja á 21 12 97 - Magni, ella 31 41 65
- Elisabeth, ella senda t-post: magni@mjsalt.fo, innan 19.
desember.
60 ára føðingardagur
Nýggjársaftan verður Snorri Fjallsbak 60 ár. Veitsla verður
í HB-húsinum tann 10. januar kl. 19. Tey, ið fara at gleða
Snorra við at koma, verða biðin um at siga frá innan 4.
januar. Teldupost snorri@kallnet.fo, tlf. 317074 ella 584964
(sms).
65 ára føðingardagur
8. januar verður Niels Við Gjógvará (Niels í Skorti) 65
ár. Dagurin verður hildin í Framtíðini leygardagin 10.
Januar kl. 19.00. Tað hevði glett meg at sæð familju, vinir
og kenningar í føðingardegi. Tey, ið ætla at koma, verða
vinarliga biðin um at boða frá á telef. 373280-508515-
373112-373726 innan 2. januar.
Brúdleyp
Leygardagin 20. desembur giftast Brynhild Asbjarnardóttir
Lómaklett og Fróði Jacobsen. Bæði úr Klaksvík. Vígslan
verður í Christianskirkjuni kl.16.00. Veitslan verður fyri
innbodnum kl.19.00 í Skálanum í Klaksvík.
Brúdleyp
Leygardagin 3. jan. 2009 giftast Eva S. Lilaa Saltangará
og John F. Danielsen Strendur. Víglsan verður í Kelduni
kl. 12.00. Aftaná vígsluna verður reseptión har øll eru
hjartaliga vælkomin. Kl. 18.00 verður døgurði fyri
innbodnum í bygdarhúsinum á Strondum.
Brúdleyp
Leygardagin 27. desember kl.16 giftast í Hoyvíkar Kirkju
Jónfríð Jóanesarson og Hans Olivur Højgaard Joensen.
Vit hava opið hús á Studentaskúlanum í Hoydølum frá
kl. 19.30. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við
okkum, verða vinarliga biðin um at siga frá innan 20.
desembur á tlf. 423285, 422159, 270597 ella á t-post til:
hansolivurj@skulin.fo