mikudagur 17. desember 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 243 - 17. desember 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tá VB ikki spældi,
kundi Stjørnan í gjár
við sigri á Kyndli
yvirtaka oddasessin í
Sunset-deildini
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Móti framvegis stigaleysa
Kyndli var Stjørnan stór
favorittur undan dystinum í
gjárkvøldið,
men
talan
gjørdist tó ikki um tann
avsmurningin, sum kanska
var í væntu.
Kyndil hevði nevnliga
sera góðan hug at fylgja við
gestunum, sum als ikki
vóru til reiðar, tá dysturin
byrjaði.
Sjey málleysir minuttir
vóru eisini nóg mikið, til at
Henrik Gerster brúki grøna
kortið, og eftir hetta kom
spakuliga gongd á hjá
Stjørnuni.
Seinastu minuttirnar und
an steðginum eydnaðist
eisini hjá gestunum at toga
seg framum, og fyrsat kor
terið eftir steðgin skrædn
aði veruliga. Tað merkti, at
sigurin hóast alt ikki kom í
vanda, og so kundu klaks
víkarkvinnurnar spakuliga
flyta tankarnar móti heim
ferðini. Ferðin á spælinum
fór aftur niður, men vanda
mikið gjørdist hetta tó
ongantíð.
Við
sigrinum
hevur
Stjørnan nú eitt stig meira
enn VB í kappingini um
oddasessin. Stjørnan hevur
tó eisini spælt ein dyst
meira.
StÍF heldur enn
vanliga stílinum í
Coca-cola kappingini
í hondbólti. Í gjár
vunnu strandingar
31-29 á VÍF
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrsta fjórðingsfinalan í
CocaCola kappingini hjá
monnum varð spæld í
gjárkvøldið.
Kanska skuldi VÍF rokn
ast sum favorittur, nú teir
hava víst stóra styrki í lands
kappingini, men steypa
traditiónirnar hjá StÍF eru
ikki at kimsa at.
Og hesar traditiónir hildu
strandingar eisini fast um.
Tað eydnaðist nevnliga at
vinna dystin 3129, eftir at
VÍF annars var á odda 19
18 í steðginum.
Talan var alla tíðina um
ein sera spennandi dyst,
men sum ikki einaferð, so
mátti VÍF geva skarvin yvir
móti júst StÍF í steypa
kappingini. Nakað ið mest
sum er blivið til eitt árligt
afturvendandi
tiltak
hjá
vestmenningum.
Fyri StÍF skutu Alexandur
Johansen og Rúni Johansen
7 mál í part. Hjá VÍF skeyt
Agnar Joensen 8 mál.
Hinir dystirnir í fjórð
ingsfinaluni hjá monnum í
CocaCola kappingini verða
spældir í annaðkvøld og
fríggjavøldið.
Í
morgin
klokkan 20 spæla besta og
næst besta mansliðið hjá
Kyndli.
Fríggjakvøldið
klokkan 20 tekur KÍF móti
H71, og klokkan 20.30 sama
kvøld tekur næst besta liðið
hjá H71 móti Neistanum.
Paul Ince
fekk sekkin
Fyrrverandi
Manchester
United- og
Liverpool-leikarin,
Paul Ince, er í
dag koyrdur
frá sum venjari
í Blackburn.
Fyrrverandi
venjari í felagnum
er upp á tal sum
avloysari
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað varð ikki væl sæð í
øllum eygum, tá ið
Blackburn í juni setti
Paul Ince sum venjara í
felagnum. Hann kom
til felagið eftir eina
tilveru sum venjari hjá
Milton Keynes Dons úr
triðbestu deildini, og í
Blackburn hevur hann
staðið seg so illa, at
leiðslan í dag valdi at
koyra hann frá.
Blackburn liggur í løt
uni á næstaftasta plássi í
Premier League.
Fyrrverandi venjarin
í Blackburn, Graeme
Souness, verður nevnd
ur sum ein møguligur
avloysari.
Aðalfund
urin verður
21. februar
Fótbóltssambandið
hevur nú sett dagfesting
á, nær aðalfundurin hjá
føroysku fótbóltsfeløg
unum verður.
Hesin verður tann 21.
februar í hølunum hjá
FSF, og fyrst og fremst
fevnir skráin um lógar
kravdu ásetingarnar.
Millum hesar er eis
ini val av nevndarlim
um, og hesa ferð standa
tríggir av starvsnevnd
arlimunum fyri vali.
Niklas á Líðarenda,
varaforseti,
Niclas
Davidsen og Karl Vidt
feldt. Hartil skulu tveir
varalimir eisini veljast.
Hinir
starvsnevnd
arlimirnir eru Høgni í
Stórustovu,
forseti,
Rúni Heinesen, Magnus
á Stongum og Sveinur
Tróndarson.
-mørk
Kyndil-Stjørnan 18-22 (8-11):
Stjørnan aftur á odda
Fyrstu 11 minuttirnar fekk Stjørnan einki mál, men tað eydnaðist
teimum kortini at toga sigurin heim við sær úr Havnini
Mynd: Álvur Haraldsen
StÍF er steypaliðið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Stjørnan
10
8
-
1
-
1
277
203
74
17
2 VB
9
8
-
0
-
1
257
191
66
16
3 Tjaldur
9
4
-
2
-
3
235
217
18
10
4 Neistin
9
3
-
3
-
3
222
218
4
9
5 StÍF
9
2
-
0
-
7
205
264
-59
4
6 Kyndil
10
0
-
0
-
10
173
276
-103
0
Kyndil-Stjørnan 18-22 (8-11)
10 min: 3-0
20 min: 7-5
40 min: 10-13
50 min: 12-18
Málskjúttar
Kyndil: Jacklin Durhuus 8, Beinta Laursen 5(4), Ronja
Mikkelsen 2(2), Jórun Ludvig 1, Barbara Egilstrøð 1, Ása
Christiansen 1
Stjørnan: Durita Christophersen 5(2), Una Olsen 4(1),
Durita Mikkelsen 3(2), Anna Kristina Samson 3, Dianne
Møller 3, Simona Petersen 2(1), Ella Petersen 1, Durita
Ljósstein 1
Brotskøst: Kyndil 7, Stjørnan 8
Útvísingar: Kyndil 3, Stjørnan 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & T.J. Thomsen
FAKTA um dystin