mikudagur 17. desember 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 17. desember 2008
lýsingartilfar
39
‘08
Vegurin Langi · 188 Hoyvík · Tel. 30 90 05
Frítíðarklæðir
499,-
JÓLAVØRA
-30% til -70%
tlf. 31 10 36 · hnj@hnj.fo · www.bokhandil.fo
JA! – Sådan frigiver
du din kreativitet
Ernest Holm Svendsen
Humor på arbejde
Karen-Marie Lillelund
g
Leygarkvøldið 31. januar verður
Høllin á Hálsi karmur um stórfingið
dansikvøld, tá ið sera vælumtókta
svingbólkurin Sakarina fer at fáa
rútmurnar at svinga í hjørtunum á
teimum dansiglaðu.
Bólkurin Sakarina er millum
kendastu dansibólkar í Noregi, og
føroyskir stepparar kenna sjálvandi
sangir sum Juvelen, Kvinnen i mit
liv og Mellom himmel og hav, sum
allir vera at hoyra í høllini á Hálsi
saman við hinum svingarunum frá
Sakarina.
Sakarina, ið hevður veriið í
Føroyum eina ferð áður, varð
stovnaður í 1982 og hevur øll hesi
árini verið kendur fyri sína stóru
spæligleði og evni at undirhalda.
Teir hava nýliga givið út nýggja
fløgu, og bara í ár hava teir verið
heilar 13 ferðir á listanum hjá
Dansbandstoppen.
Á føroyaferðini verður orkestrið
mannað við sterkastu manning, ið
er Arnfinn Johansen, sang, Magne
Christensen, bass og sang, Rino
Klaussen, trommur og sang, Jan
Teigen, tangentar og sang og Jan
Christensen, gittar og sang.
Saman við Sakarina fer eisini
føroyski bólkurin Rok at spæla til
dans hetta leygarkvøldið. Bólkurin,
ið var stovnaður 2003, er mannaður
Signari í Homrum, sang/gittar, John
Johansen, sang/bass, Johan
Ziskason, sang/gittar og Ólavi Enni
Elissyni, sang/trummur. Rok hevur
spælt nógv til dans og spennir sera
víða tónleikaliga og er eisini ein
ógvuliga vældámdur bólkur, ið
dugir væl at geva teimum dansandi
eitt gott upplivilsi.
Tað er Róðrarfelagið Knørrur, ið
skipar fyri kvøldinum. Felagið, ið
seinastu árini hevur lagt lunnar
undir fleiri væleydnað dansikvøld,
millum annað við Scandinavia og
Kikki og Roosarna, vónar, at kvøldið
hesa ferð verður eins gott og
hugnaligt, sum hini hava verið – við
vælhýrdum dansifólki og góðum
og tónum.
Forsølan til dansikvøldið er longu
byrjað, og atgongumerki fáast á
Shellstøðunum kring landið.
Væntandi kemur nógv fólk saman,
so tey, sum vilja tryggja sær
atgongumerki, hava høvið at keypa
sær tað í góðari tíð.
Norski sving
bólkurin
Sakarina
til Føroya