hósdagur 18. desember 2008síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 18. desember 2008
lýsingartilfar
47
‘08
N. Finsensg. 18 · Tórshavn · Tlf. 318110
Fax 321007 · www.klivin.fo
Tel 42 22 70 · 460 Norðskáli STANLEY
GÁVU- OG LITBÚÐ
Jólagávuhugskot
Sovsagrýtur
kr. 299,95
fyri hvørja
!%(!
)*(!
'
(
*+ * ('
!'((&
+)*)
! %& #!&'(+* +!
!) #
$"""
sansir.fo
ø
Dr. Jakobsensgøta 15
Tel 322555
Vit selja Rosendahl fyri DK prísir
ALT TIL HEIMIÐ
Kaffimaskina
kr. 1.349,-
Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverris
son geva í hesum døgum út fløg
una ”Dreymaspøl”. Á fløguni eru 11
sangir og eitt instrumentalt lag.
Løgini hava Hans Jacob og Kári
gjørt. Tekstirnir eru yrkingar hjá
Hans Jacob Kollslíð og Christiani
Matras, og yrkingar, ið stava frá
sonevnda T’ang tíðarskeiðinum í
Kina fyri eini 1200 árum síðani.
T’ang tíðarskeiðið verður eisini
nevnt ”gulløldin” innan kinverska
yrking. Kinversku yrkjararnir, ið eru
umboðaðir á ”Dreymaspølum”, eru
Li Po (701762), Wang Wei (701761),
Chang Hu (8. til 9. øld), Tu Fu (712
770) og Po ChüI (772846).
Yrkingarnar eru tiknar úr bókini
”Eystanduni”, ið kom út í 1976, og
sum var eitt úrval av týðingum hjá
H. D. Joensen.
Tónleikarar á fløguni eru Hans
Jacob Kollslíð, ið syngur og spælir
kassagittar og elgittar, Kári
Sverrisson, ið syngur og spælir
kassagittar, moog, tambora og fiól,
Jens L. Thomsen, ið spælir elbass
og moog, Mikael Blak, ið spælir
kontrabass og bandleysan elbass,
Eyðun Lamhauge, ið spælir
harmoniku, Óli Olsen, ið spælir
rhodes, flygil og kirkjuurgu, Bass
Njai, ið spælir ásláttur og Brandur
Jacobsen, ið spælir trummur.
Fløgan er tikin upp í RMSstudio
í Saltangará, Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, Vesturkirkjuni í Havn og
aðrastaðni í Føroyum. Fyrstu
upptøkurnar gjørdu Regin Tofte
gaard og Agnar Lamhauge
miðskeiðis í nítiárunum. Nýggjaru
upptøkurnar gjørdu Jens L.
Thomsen, ið eisini ljóðblandaði
fløguna, og Kári Sverrisson.
Finnur Hansen mastraði.
Málningar á forsíðu og
aðrastaðni í húsanum málaði
Beinta Hansen. Justin Philbrow
og Hans Jacob Kollslíð settu
húsan saman. Í húsanum eru
enskar týðingar av yrkingunum,
ið allar eru á føroyskum máli.
Fløgan er prentað í Týsklandi
og tað er Tutl, ið gevur fløguna
út.
Dreymaspøl: Nýggj fløga hjá Hans
Jacob Kollslíð og Kára Sverrisson