Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 245 - 19. desember 2008 Tilboðini eru at fáa í Telebúðunum kring landið og eru galdandi til jóla :-) WiFi ALNETSÚTVARP Lurta eftir fl eiri enn 6000 ymiskum útvarpsstøðum á alnótini. Tað einasta, ið krevst, er breiðbandssamband við tráðleysum beinara. 1.195,- Sig tað á jólum ... ABt hevur í samstarvi við Fiskivinnuroyndir sett av játtan í 3 ár til “Vinnugranskara”. Tann, sum settur verður í starvið, kemur m.a. at arbeiða við at: 1) optimera hydrolysuprosessir til framleiðslu av úrdráttum úr fiskarávøru, 2) finna eginleikar hjá úrvaldum bioaktivum peptidum í fiski, umframt 3) lýsa og skjalfesta vinnuligu møguleikarnar í útvaldum prosessum og produktum. Arbeiðið hjá vinnugranskaranum verður lagt til rættis í samráð millum umsøkjara, ABt og tann granskingar- stovn, sum kemur at átaka sær vísindaligu vegleiðin- gina. Miðað verður eftir, at vinnugranskarin tekur vísindaligt Ph.D.-heiti. Starvið sum vinnugranskari er samstundis partur av granskingarverkætlan, sum ABt hevur sett gongd á saman við m.a. Forskningscenter Foulum, Fróðskapar- setri Føroya og Molekylærbiologisk Institut við Aarhus Universitet. Vinnugranskarin kemur tí at virka í einum granskaraumhvørvi á høgum altjóða støði. Roknast má við, at vinnugranskarin brúkar fyrstu tíðina til at seta seg inn í tær skipanir og framleiðslur, sum ABt arbeiðir við. Framyvir væntast, at vinnugranskarin fær týðandi leiklut í okkara vørumenning. Ert tú áhugað(ur) í hesum starvi, vænta vit, at tú hevur kandidatútbúgving innan náttúruvísindaliga økið (eitt nú biokemikari, matvøruverkfrøðingur, kemiverkfrøðingur, ella líknandi). Ert tú um at verða liðug/ur at lesa, ert tú eisini vælkomin at søkja. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan framleiðslu, som sum matvøruframleiðslu, hydrolysu ella membrantøkni. Ein umsókn, har tú lýsir tínar royndir, umframt tínar tankar við einum tílíkum starvi (fullfíggjað ph.d-ætlan er tó ikki neyðug), skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 20. januar 2009. Umsóknin skal sendast til Atlantic Biotechnology, Uppsalagøta 39, 700 Klaksvík og merkjast ”Vinnugranskari”. Hevur tú áhuga fyri starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gest Hovgaard, stjóra, tlf. +298213856 ella Sigurð í Jákupsstovu, nevndarformann, tlf. +3548916141. Vinnugranskari Hevur tú áhuga fyri gransking og nýskapan! Sært tú vinnuligar møguleikar í fiski og biotøkni! Og kundi tú hugsað tær at brúkt tínar førleikar at nomið doktaraheiti! So er eitt spennandi og avbjóðandi starv at søkja hjá Atlantic Biotechnology (ABt). Um AtlAntic BiOtechnOlOgy: ABt varð stovnað í 2005 við tí endamáli at menna og framleiða biotøkniligar úrdráttir úr fiskatilfeingi. Felagið hevur ment sínar fyrstu úrdráttir og fer í 2009 undir framleiðslu í Føroyum. tað starvast í løtuni 3 fólk í felagnum, og vit samstarva við virki og granskingarstovnar í norðurlondum, USA, Stóra Bretlandi og hollandi. Fyrr í tíðini var Gong­ in í Havn høvuðsgøtan í landinum. Nú undan jólum er aftur lívligur jólahugni báðumegin lítlu smoguna, við sølum, framsýningum og drekkamunni Jólahugni Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Framúr góðu skapandi evnini hjá føroyskum kvinnum koma ongantíð so væl til sjóndar, sum júst uppundir jól, og fleiri jólasølur við fín­ um heimagjørdum lutum eru í Miðbýnum í Havn um dag­ arnar. Eitt nú í tveimum av aldargomlu húsunum í Gong­ ini: Baianstovu og í Áarstovu, har konur selja heimagjørdar lutir og listahandverk. Handarbeiði í Baianstovu Í Baianstovu finna vit sjey skapandi sprund: Elisabet Pike við málningum og glas­ list, Guðrið Poulsen við keramikk, Elin Lindenskov við glasi, jólapynti, sápum og umskapaðum lutum, Rosa Birgitta Dahl Christi­ ansen við glaslist, jólapynt og smykkum, Fía Linden­ skov við jólapynti, Hanna L. Joensen við onkrum góð­ um til góman og Olevina Joensen við heimagjørdum súltutoyi. Eitt serligt, sum fæst til keyps eru jólaljósini úr føroyskari seyðatálg, sum Elin Lindenskov hevur gjørt. Ljósini brenna vakurt úti í vetrarmyrkrinum, til dømis í kirkjugarðinum. Sølan í Baianstovu er opin frá kl. 14 til til handlarnir lata aftur. Jólasøla í Áarstovu Síðsta vikuskiftið hevði Sirikit Jacobsen fernisering við málningum í Áarsstovu, sum Beinta Jacobsen hevur keypt, fyri at fáa eitt sindur meira av lívi í miðbýin. Nú uppundir jól er eisini ymiskt at fáa til keyps í Áarstovu, so sum hondgjørdir lutir, smýkkur, steinar og jóla­ pynt. Tað eru tær báðar Charlotta á Váli Olsen og Óluvá Hermansen, sum standa fyri hugnaligu jóla­ søluni í Áarstovu, har eisini ber til at fáa ein heitan drekkamunn við onkrum góðum undir tunguna. Onkr­ ir dagar verður onkur lítil framførsla í Áarstovu, sum er opin seinnapartarnar, hetta til jóla. Jólalív í Gongini Knútsstova vinstrumegin og Baianstova høgrumegin í Gongini í Havn eru karmur um jólasølur, har skapandi kvinnur selja og sýna fram lutir, sum tær sjálvar hava evnað til Mynd: Álvur Haraldsen Nógvir spennandi prýðis- og brúkslutir eru at finna millum dýrgripirnar hjá teimum sjey kvinnunum, sum hava jólasølu í Baianstovu í gomlu høvuðsgøtuni í Havn, Gongini Mynd: Álvur Haraldsen