fríggjadagur 19. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 245 - 19. desember 2008
Landsstýrismaðurin
í heilsumálum, Hans
Pauli Strøm er so
misnøgdur við rað
festingarnar á fíggjar
lógini fyri næsta ár, at
hann beinleiðis hótti
við at siga upp sum
landsstýrismaður.
Tað endaði við, at sam
gongan bakkaði so
mikið, at hann verður
sitandi
Fíggjarlóg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hesum kann eg als ikki
liva við.
Boðskapurin frá Hans
Paula Strøm, landsstýris-
manni í heilsumálum, til
samgonguna, var púra greið-
ur í gjárkvøldið, tá ið Løg-
tingið viðgjørdi fíggjar-
lógina fyri næsta ár.
Hann er so misnøgdur
við tær skerjingar, sum eru
gjørdar í heilsuverkinum, at
hann beinleiðis hótti at siga
upp, sum landsstýrismaður,
verða broytingar ikki gjørd-
ar.
Og tað endaði við, at sam-
gongan samdust um at
strika summar av sparingum
og sostatt fekk sissa lands-
stýrismannin so mikið, at
hann kann liva við teimum
broytingum,
sum
verða
gjørdar.
Sjúkrahúsini
fingu sítt
Fremst av øllum fegnast
Hans Pauli Strøm um, at nú
fíggjarlógin hevur verið
ígjøgnum
mylluna
hjá
fíggjarnevndini, er sjálvi
kjarnuøkini
hjá
heilsu-
verkinum, sum eru tey trý
sjúkrahúsini, sloppin snikka-
leys.
- Tað er ómetaliga týdn-
ingarmikið, at samgongan
er samd um, at tey trý
sjúkrahúsini skulu hava tað
upphædd, tey hava tørv á,
fyri at virka á fullgóðum
grundarlagi, sigur hann.
Hann er ómetaliga fegin
um, at sjúkrahúsini hava
fingið eina nøktandi játtan,
hóast sparingar eru framdar
á at kalla á øllum rakstrar-
økjum.
Men hann leggur dent á,
at hóast hetta, ætlaði bæði
samgongan í fíggjarnevnd-
ini, og partvís eisini allir
flokkar í løgtinginum, at
seta so ógvusligar sparingar
í verk á ymsum økjum í
heilsuverkinum,
at
tað
hevði hann ikki kunna livað
við.
- Tað hevði verið sum at
kappa hendurnar av mær.
Tað kundi eg als ikki góð-
taka og tað boðaði eg mín-
um flokki frá, sigur lands-
stýrismaðurin.
Kappa hendurnar av
Tað, sum hann sipar til, er,
at ætlanin hjá fíggjarnevnd-
ini var, at Heilsumálaráðið
skal spara tvær milliónr
næsta ár.
Av teimum skal sjálvt
ráðið spara 400.000 krónur,
men KT-deildin skal spara
heilar 1,4 millión.
- Tað hevði verið ein so
stór vanlukka, at tað hevði
ikki verið til at liva við, sig-
ur, landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at KT deildin
umsigur alla vaktarætlanina
fyri alt almanna- og heilsu-
økið. Talan er sostatt um
eina ómetaliga umfatandi
skipan, sum heldur skil á
vaktarskipanini hjá 2000-
2500 starvsfólkum í heilsu-
og almannaverkinum.
Samstundis arbeiðis KT
deildin við at gjøgnumføra
talgiltu heilsuskipanina og
ætlanin hevur verið, at
longu 5. januar, skal skipan-
in takast í brúk á kirkgirsku
deild, intensivu deild, føði-
deildini og á narkosuøki-
num.
- Hetta er ein kollveltandi
skipan, sum har allir sjúk-
lingaupplýsingar verða lagd-
ur á eina telduskipan, sum
ger tað túsund ferðir lættari
og tryggari at viðgera sjúk-
lingar.
Hans Pauli Strøm sigur,
at skulu allar hesar skipan-
irnar ikki fara fyri skeytið,
er tað heilt avgerandi, at
KT deildin verður varðveitt
og tí kundi hann undir ong-
um
umstøðum
góðtaka
ætlaðu skerjingarnar hjá
fíggjarnevndini.
Helvtin strikað
Hans Pauli Strøm sigur, at
eftir tingfundin í gjárkvøld-
ið hevði samgongan fund
um málið og har varð gjørt
av, at strika helvtina av spar-
ingunum til umsitingina í
Heilsuverkinum.
- Tað merkir, at vit eru
samd um at rætta ein part
av
hesum
fullkomiliga
høpisleysu sparingunum.
Sostatt skulu vit spara
eina millión ístaðin fyri
tvær og nú verða sparingar-
nar býttar soleiðis, at sjálv
fyrisitingin skal framvegis
spara 400.000 krónur, men
KT
deildin
skal
spara
600.000 krónur, ístaðin fyri
1,6 millión, sum uppruna-
liga ætlað.
Hans Pauli Strøm sigur,
at hetta má hann so royna at
fáa sett í verk.
Men hann sær fyri sær, at
tey kunnu ikki fara undir at
seta talgiltu heilsuskipanina
í verk tann 5. januar, sum
ætlað, tí tað má útsetast.
Hvusu leingi tað skal
útsetast, veit hann ikki.
Hans Pauli Strøm hótti við at rýma
Hans pauli Strøm
fegnast um, at
sjúkrahúsini eru
sloppin undan
spariknívinum, hóast
nógvar sparingar eru
gjørdar. Men kortini
var ætlanin at spara á
so eymum økjum, at
hann føldi tað sum um
at ætlanin var at kappa
hendurnar av
Tónleikur og upplestur í Leikalund
Sunnudagin 21.desember kl. 14.30-16.30 verður tónleikur og upplestur í
Leikalund. Tónleikurin verður við FAROE5 og Rógva Jacobsen, og Sjúrður
Skaale, Bergur Rasmussen, Rakel Helmsdal og Búi Dam lesa og siga frá.
Høvið verður at ogna sær fløgu og bók við undirskrift frá tónleikarum og
rithøvundum. Okkurt leskiligt og ábit fæst eisini.