fríggjadagur 19. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 245 - 19. desember 2008
Jóannes Eidesgaard,
fíggjarmálaráðharri,
hevur eitt hugskot
um, at eitt føroyskt
realkredittfelag verð
ur gjørt. – Í løtuni
verða føroysku pen
sjónsirnar nýttar at
fíggja húsalán í Dan
mark. Tað skuldi verið
gjørligt at gera eitt før
oyskt realkredittfelag,
soleiðis, at mann á
tann hátt fær skapt
betri fyritreytir fyri
bankarnar her, sigur
Jóannes Eidesgaard
Pengar
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Jóannes Eidesgaard metir
tað vera óheppið, at føroysk
ar pensjónir í løtuni verða
nýttar til at fíggja donsk
húsalán. Hann hevur eitt
hugskot um, at eitt føroyskt
realkredittfelag skal setast
á stovn, soleiðis, at bankar
nir í framtíðini kunnu nýta
sína orku til at fíggja vinnu
lívið.
Í løtuni er tørført hjá bank
unum, at veita fígging. Tí
haldi eg tað vera óheppið, at
okkara pensjónir í løtuni eru
í realkredittfeløgum í Dan
mark, men sum er, sær tað út
til, at tað er mest attraktivt at
hava peningin uttanlands, tí
har er hann tryggur og gevur
rímiligt avkast, metir fíggjar
málaráðharrin.
Meira til vinnuna
Fyri at halda samfelagnum
gangandi er tørvur á kapitali
til vinnuna.
Við hesum realkreditt
felagið skuldi tað verið gjør
ligt, at nýta hendan pening
til húsalán, soleiðis at bank
arnir kunnu vera avlastaðir
eitt sindur har. Á tann hátt
er gjørligt hjá bankunum at
nýta meira orku upp á vinn
una, greiðir Jóannes Eides
gaard frá.
Hetta er tó ikki nakað, ið
skal gerast í óðum verkum,
metir Jóannes Eidesgaard.
Hann leggur afturat, at mann
ikki kann tvinga pening
nakran veg, men við hesum
realkredittfelagið,
skuldi
verið gjørligt at skapt ramm
ur, ið kundu viðført at meiri
peningur kundi nýtast her.
Sambært Jóannesi
Eidesgaard, fíggjar
málaráðharra, verður
í ringasta føri talan
um tvær milliardir,
ið landið kemur at
hava í halli næstu
fýra árini. – Vit hava
1,8 milliard krónur í
landsbankanum, sum
vit kunnu nýta um tað
verður neyðugt, sigur
landsstýrismaðurin
KrePPa
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Í gjár skrivaði Sosialurin, at
landsbankastjórin metir, at
Føroyar kunnu fáa ein tørv á
at lána einar tíggju milliardir
komandi fimm árini. Tó er
tað so, at landið bert kann
verða noytt at finna tvær
milliardir, tí bankarnir skulu
skaffa
sær
umleið
sjey
milliardir til endurfígging.
Nakað, ið er trupult, um
búskapurin í Føroyum ikki er
sterkur, og hetta kann eisini
hava óhepnar avleiðingar.
Landsstýrismaðurin
við
fíggjarmálum, Jóannes Eides
gaard, metir tó, at hendan
kreppan ikki verður so djúp.
Eg trúgvi, at vit kunnu
ríða hendan stormin av okk
um. Tað er rætt, at lands
kassin er kroystur í núver
andi støðu, men tað kann
broytast so skjótt. Kemur
fiskurin aftur, so fara fólk
aftur at tora betur, so fyri
treytirnar kunnu broytast
frá degi til dags. Vit hava
eisini 1,8 milliard krónur í
landsbankanum, sum vit
kunnu nýta um neyðugt,
metir Jóannes Eidesgaard.
Sigurð Poulsen, lands
bankastjóri, tekur undir við,
at peningurin er har fyri at
vera nýttur, men hann metir
eisini, at mann hevur ein
trupulleika, um støðan er
verri seinni.
Mann skal syrgja fyri at
hava gott gjaldføri, og tí
skal tað fyllast í aftur bein
anvegin peningur er nýttur
av hasari kontoni, greiðir
landsbankastjórin frá. Hann
leggur afturat, at mann helst
ikki sleppur undan at læna
pening komandi árini.
Hava sæð verri
Jóannes Eidesgaard metir
eisini, at vit hava verið í
eini verri støðu í 1994, og
tá gekk tað væl at koma fyri
seg aftur.
Mann sær ongi tekin um,
at vit ikki skulu megna at
loysa henda trupulleika, sig
ur Jóannes Eidesgaard. Hann
metir eisini, at árið í ár er
serligt ár, tí hallið verður 500
milliónir krónur, og hann er
eisini sannførdur um, at tað
ikki er nú, at mann skal skera
niður á null, tí tíðin er ikki til
tað
Stýrt ov illa
Í blaðnum í gjár greiddi Sig
urð Poulsen frá, at vit hava
eitt strukturelt hall, og at vit
hava stýrt ov illa. Hesum
tekur Jóannes Eidesgaard
undir við.
Tú kanst siga, at vit ikki
hava stýrt nóg væl seinastu
tíðina, tá tað kemur til hetta,
men tað var rætt at gera
skattalættar í 2004 og 2005,
men tað er ivasamt, um vit
gjørdu rætt í 2007 og 2008,
greiðir fyrrverandi løgmað
ur og núverandi fíggjarmála
ráðharrin frá.
Sambært Jóannesi Eides
gaard, er tað ein gamal trupul
leiki, at Føroyar hava eitt str
ukurelt hall, men at hetta er
nakað mann skal arbeiða við.
Tað vísir seg, at onki
hendur í góðum tíðum. Tá
vísir seg, at mann aldrin ger
neyðugar broytingar í góð
um tíðum, men tá tíðirnar
eru ringar vísir tað seg, at
politikarar eru meira fúsir
at gera tað sum krevst, sigur
Jóannes Eidesgaard. Hann
leggur afturat, at kommunal
reformurin, pensjónsreform
urin og ein nýggj skipan
við fiskivinnuni skulu ger
ast. Hetta er tað sama sum
Sigurð Poulsen nevndi sum
størstu trupulleikarnar hjá
føroyska samfelagnum.
Bankarnir
At bankarnir í komandi tíð
um skulu endurfíggja nógv
lán hjá sær kann, sambært
Sigurði Poulsen, gerast ein
trupulleiki, tí um búskapurin
ikki er nóg sterkur, verður
torførari.
Eitt
náttúrligt
úrslit av hesum, er, at tað
rakar tey, ið hava nakað við
bankan at gera.
Fíggjarmálaráðharrin
greiðir frá, at hann er bang
in fyri, at bankarnir ikki
kunnu veita lán og fígging
til virksemi í landinum.
Tað, sum er vandamikið,
er, at summir bankar ikki
hava gjaldføri, og teir, sum
hava, eru bangnir fyri at
koyra tað út í samfelagið, tí
teir fáa so trupult við at
finna endurfígging, greiðir
Jóannes Eidesgaard frá.
Hann metir eisini at næsti
bankapakkin fer at loysa
upp fyri peningarenslinum,
og hann ivast ikki, at
føroysku bankarnir verða
ein partur av hesum.
Í ringasta føri tvær milliardir
Vit skulu hava pensjónirnar heim
Sjey milliardir
til bankar
Í gjár skrivaði Sosi
alurin, at sambært
Sigurði Poulsen,
landsbankastjóra,
mugu Føroyar læna
tíggju milliardir
næstu fimm árini. Tað
eru tó bankarnir, ið
eiga bróðurpartin av
hesum tørvi
KrePPa
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Ein misskiljing hendi í
gjár, ið hevði við sær, at
bankarnir ikki vóru nevnd
ir, hóast teir eiga bróður
partin av lánunum, ið skulu
takast. Teir skulu nevniliga
nýta tær til endurfígging,
sambært Sigurði Poulsen.
Hetta vil siga tað sama
sum, at landið verður noytt
at læna eina tvær milliardir
krónur og kommunurnar
umleið eina milliard krón
ur, um verandi gongd held
ur fram.
Í gjár segði Sigurð Poul
sen eisini millum annað, at
vit fyri at kunna fáa hesa
fígging á umleið tíggju milli
ardir krónur, mugu føroying
ar megna at fáa stýr á egnan
búskap, tí tað er ein fyritreyt,
at útlendskir fíggingarstovn
ar hava álit á okkum, um vit
skulu fáa hesi lán. Fyrst
mugu vit fáa stýr á fiskivinn
una, soleiðis, at vit fáa eina
javnari veiðu. Ein nýskipan
av pensjónini krevst eisini, tí
tey eldru gerast alsamt fleiri.
Land og kommunur mugu
vera undirløgd lógum, soleið
is, at peningurin verður nýtt
ur á bestan hátt og samstarv
ið gerst betur, umframt, at
húsarhaldini mugu fáa álit á
føroyska búskapinum, segði
Sigurð Poulsen.
Hóast hesi lán á tíggju
milliardir helst skulu gerast
fyri at halda samfelagnum í
gongd, sambært landsbanka
stjóranum, so verður skuld
in hjá landinum ikki størri
enn tríggjar milliardir, tí
sjey av milliardunum skulu
nýtast til endurfígging hjá
bankunum. Sostatt verður
skuldin, ið verður lagd aftur
at einar tríggjar milliardir.
Men búskapurin má eisini
vera sterkur, fyri at bankar
nir skulu fáa endurfígging.
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, heldur tað vera óheppið,
at føroysku pensjónirnar verða nýttar at fíggja húsalán í Danmark.
Tí vil hann gera eitt føroyskan realkredittfelag
Vígdis í Smiðjuni
20.22. desember verður framsýning í Smiðjuni í Lítluvík
við keramikk hjá Vígdis Petersen. Framsýningin er
sprottin úr einum ArtistinResidence uppihaldi í Japan
2006, sum er eitt stað, har keramikara úr øllum heiminum
koma. Í Japan er keramikk sera høgt í metum, í mun til
aðrastaðni í heiminum. Framsýningin er opin allar
tríggjar dagarnar millum kl. 14 og 20.
Livandi prát og nógvur
livandi tónleikur
Kristian Blak og Hanus G. Johansen verða gestir í
útvarpssendingini Pink á Rás 2 í kvøld kl. 19.0021.00. Í
sendinini verður prátað við teir báðar tónleikararnar um
lívið, tónleikin og jólini. Eisini verður annað jólaprát
sent beinleiðis frá miðstaðarøkinum. Ungdómssendingin
PINK verður lagt til rættis av Heiðu Nolsøe og Sóley
Danielsen.