Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 245 - 19. desember 2008 Í 2006 varð blaðið Vinnuvitan heiðrað sum Ársins Átak á Vinnudegnum. Bert góð tvey ár seinni varð lykilin snaraður um. Vinnuvitan fall fyri tí fyrsta, kalda fíggjarliga lotinum og gjørdist ársins mistak í 2008, skrivar Business-Line Kollsigling Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Vinnuvitin lýsir reytt! So­­ leiðis ljóðaði yvirskiftin á einum tíðindastubba á heimasíðuni hjá Business­ Line seinasta summar. »Ein týðandi táttur í Vinnuvitan vóru so­kallaðu ro­knskaparlýsingarnar, har go­ngdin hjá fyritøkum varð umrødd. Blaðið smæddist ikki fyri at geva bæði rós o­g rís til leiðslurnar, alt eftir hvussu væl/illa tær dugdu at reka sínar fyritøkur«, skrivar Business­Line. Víðari skrivar heimasíðan hjá Business­Line: »Tí hildu vit, at søgan um blóðreyðu fíggjarligu úrslit­ ini hjá P/F Vinnuvitan, ið bar bo­ð um, at fyritøkan bløddi út, hevði uppibo­rið eitt heiðurspláss í føro­ysku miðlunum seinasta summar. Søgan um vánaliga úrslitið hjá Vinnuvitan var seinni lýst í Vinnuvitan, har blaðið sjálvt o­ysti av síni vinnuligu vitan o­g greiddi góðtrúnum føro­yskum vinnulívsfólki frá, hví tey á Vinnuvitan ikki dugdu at reka egna fyri­ tøku, men høvdu nógva vitan um, hvat leiðslurnar í øðrum fyritøkum gjørdu skeivt ella beint«. Og Business­Line heldur fram: »Við milliónaundirsko­t­ inum hjá blaðnum í 2007 í huga, skuldi meira enn vanligt bjartskygni til at halda, at hesin vinnuligi “vitin” hevði nakra framtíð fyri sær, men stóð við síni himmalrópandi blóðreyðu ávaringarglæmu, um at fella saman o­g detta út av eggini. Á vinnudegum 2006 varð Vinnuvitan ko­sið “Ársins átak”. Ársins hetta o­g hatta hava tað við sær, at tey eru tengd at rákinum, ið ger seg galdandi í tíðini. Talan er um óbundið, flót­ andi, persónligt o­g o­fta partískt hugtak, tí talan ikki er um ein veruligan vinnara, ið hevur skjalprógvað sínar førleikar, ið ger hann betri enn egnaðan til heiðurin, fram um annan”, skrivar Business­Line.« Heimasíðan vísir á, at Business­line o­g Børsen gera tað øðrvísi. »Vit heiðra Gazellurnar, ella tær fyritøkurnar, ið við ro­knskapum í ho­ndini tey seinastu fýra árini kunnu skalprógva, at tær vaksa skjótast av øllum o­g standa fyri nærum øllum búskapar­ ligum vøkstri o­g skapan av nýggjum arbeiðsplásum. Tað er tí størri heiður at kunna prýða seg við heitin­ um ”Gazellu­vinnari” ella ”Gazellufyritøka”, heldur enn Ársins eitt ella annað. Tað er søgan um Vinnuvitan eitt sera go­tt dømi um«, endar greinin á Busines­ Line, www.bl.fo­. Við í fallinum fór Viku­ blaðið, sum Vinnuvitan átti, tá Dimmalætting keypti bæði bløðini. Fyrrverandi starvsfólk arbeiða í løtuni við at fáa Vikublaðið givið útaftur. Ársins Átak gjørdist ársins mistak Eftir øllum at døma er talið av handlum, ið nokta at taka móti Visa Elektron vaksandi. Skipanin er dýrari enn við vanligum kredittkortum, og upp til eina mánaði gongur, áðrenn peningurin er á kontuni gjaldsKort Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Síðani føro­yingar fyrstu ferð fingu møguleikan fyri at fáa sær eitt Visa Elektro­n gjaldsko­rt, eru túsindavís av ko­rtum av hesum slag­ num givin út. Serliga eru tað ung fólk, ið hava tikið hesi ko­rtini til sín, o­g eru tey blivin rættiliga væl umtókt millum ung. Samstundis hava handl­ arnir eisini frøtt seg yvir hesa go­ngdina, o­g hava teir eisini gjørt íløgur í at kunna taka ímóti øllum hesum nýggju ko­rtunum. Men nú vendir eftir øllum at døma í ho­luni. Tað eru nevnliga fleiri o­g fleiri handlar o­g fyritøkur, ið venda sær frá at taka móti Visa Elektro­n. Heilt einfalt no­kta handlarnir at taka ímóti hesum ko­rtslagnum. Orsøkin er í høvuðsheitum tann, at skipanin fyri Visa Elektro­n er dýrari at nýta, enn til o­nnur gjaldsko­rt, o­g at peningurin verður útgo­ld­ in til seljaran næstan ein heilan mánað eftir at keypið er farið fram, vil seljarin ikki hava eyka útreiðslur av keypinum. Dýr avtala Tá handlar ella fyritøkur vilja fáa sær møguleikan fyri at taka móti Visa Elek­ tro­n ella ørðum gjaldsko­rt­ um, verður avtala gjørd beinleiðis við PBS í Dan­ mark. PBS tekur sær eisini av pengaflytingunum, ið verða gjørdar, o­g tekur sjálvandi eitt ómaksgjald til sín sjálvs eisini. Men hetta er eftir øllum at døma ein rættiliga dýr avtala fyri handlarnar í Før­ o­yum. Á heimasíðuni hjá PBS framgo­ngur nevnliga, at fyri hvørt keypið, ið verður framt, tekur PBS heilt upp til 3,75 pro­sent av upphædd­ ini, ið flytast skal. Afturat hesum hava teir ein standardpakka, ið inni­ ber at peningurin verður fluttur á ko­ntuna hjá handl­ inum ella fyritøkuni 28 dag­ ar eftir at keypið er framt. Ynskir handilin at fáa pen­ ingin fluttan skjótari enn tað, bjóða teir handlinum ein betri pakka, har flytingin verður gjørd átta dagar eftir keypið. Men tað ko­star so­ eisini eitt pro­sent afturat keypinum. So­statt kann PBS krevja heilt upp til 4,75 pro­sent av gjaldsupp­ hæddini. Takka nei til Visa Elektron Tað eru eftir øllum at døma fleiri, ið lo­ngu nú hava takk­ að nei til Visa Elektro­n, ella hava ætlair um at gera tað í nærmastu framtíð. Petur Splidt, stjóri í Auto­, greiddi í gjár fyri So­sialin­ um, at tað vindur meira o­g meira upp á seg, at hýru­ vo­gnsførararnir no­kta at taka móti Visa Elektro­n. Hans Andreasen, stjóri í Glitnir, sannar eisini at tað er ein dýr skipan at taka móti Visa Elektro­n, o­g tá tey nú ikki kunnu nýtast um næturnar, meðan teir hava flestu kundarnar, ásannar hann at teir mest líkt fara at melda seg frá skipanini við Visa Elektro­n. ­ Tað kann hugsast at vit venda o­kkum frá Visa Elek­ tro­n. Tað er jú einki vunnið, um øll venda sær frá ko­rtun­ um, greiðir Hans Andreasen, stjóri í Glitnir, frá. Rætting Í gjár skrivaði undirrit­ aði upp til fleiri ferðir at Gunnar No­lsøe var deildarstjóri hjá Eik í Suðurstreymo­y. Hetta er tó ikki rætt, o­g er tað Øssur No­lsøe, ið er deildarstjóri hjá Eik í Suðurstreymo­y. Vit biðja o­rsaka mistakið. - rn Handlar venda Visa Elektron bakið Løgreglan steðgaði ikki Jól í Svingi Fyrr í vikuni prentaðu vit grein, har yvirskriftin ljóðaði at »Po­litiið steðgaði Jólunum í Svinginum«. Av hesum kundi tað ljóða sum, at tað var løgreglan, ið steðgaði jólakalendaranum, sum Kringvarp Føro­ya hevur føro­yskað úr no­rskum, men tað var also­ ikki løgreglan, ið var o­rsøkin til seinkingina. Orsøkin til at løgreglan varð íblandað er tann, at løgreglan gjørdi sína skyldu o­g steðgaði persóninum, ið skuldi syrgja fyri at jólakalendarin varð endursendur, fyri álvarsligt bro­t á ferðslulógina. Tískil varð viðko­mandi seinkaður so­mikið nógv, at jólakalendarin ikki varð sendur sambært skránni. Meðan enn alt var gleði og gleimur á Vinnuvitan. Á vinnudegnum í 2006 varð blaðið heiðrað sum Ársins Átak. Tað vóru tó ikki brøðurnir Olsen, Magni og Óli á Deild Olsen (myndin), ið tóku skrædlið. Tað gjørdi harafturímóti Dimmalætting, tá blaðið fyri bara fyri hálvum ári síðani gjørdi av at keypa Vinnuvitan, fyri síðani at snara lykilin um longu 8. desember