Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 245 - 19. desember 2008 lýsingar H`_‹iid\\dii ?âA6<ÛKJ=J<H@DI ;^iiVgbncY^g"`jccjaViVhi† -nb^h`jbhi³YYjb Eg†h^gg-*%`g# G^c\d\]dngc²gg^ {iZa(&,&&&# H`_‹iVk\gZ^haV# ;DIDHIJ9>D k$EZg{=²YY d\;^ccjg?jhi^cjhhZc Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Stuðulstænastan Starvsfólk til sambýlini í Sandavági Søkt verður eftir einum starvsfólki í eitt farloyvisstarv til sambýlini í Sandavági at byrja 1. mars 2009 til 31. august 2009 ella eftir nærri avtalu. Í sambýlinum búgva sinnisveik fólk, ið hava tørv á eginumsorgan, tryggleika og einum struktureraðum gerandisdegi. Tað eru fleiri aktivitetir bæði inni og uttan fyri húsið, har starvsfólkini luttaka aktivt saman við búfólkunum. Arbeiðið hjá starvafólkunum fevnir um • At stimbra og menna praktiskar og sosialar førleikar hjá búfólkunum. • At stimbra ígongdsetan av virksemi, ið búfólkini ynskja ella hava tørv á. • At geva ráð og vegleiðing í vanligum dagligum virki, samstundis sum atlit verður tikið til, hvat búfólkini megna. • At skipa so fyri, at búfólkini fáa møguleika at leggja gerandislív sítt soleiðis til rættis, at tað verður í samsvar við egnan tørv og normar. Førleikakrøv Tú hevur: • viðkomandi heilsusosialfakliga ella pedagogiska útbúgving. • royndir innan psykiatriska økið. • tol og eina jaliga menniskjafatan. • evni at handfara og trívast við einum arbeiðsdegi, ið onki kann sigast um frammanundan. • áræði, hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er Nærverkið, arbeiðstíðirnar eru skiftandi, dag-, kvøld-, náttar- og vikuskiftisvaktir. Tann, ið settur verður má kunna tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Fleiri upplýsningar um størvini eru at fáa hjá Signu Andreasen, leiðara, tlf. 283213. Umsókn Umsóknir skulu sendast til: Sambýlið Stíla: Signa Andreasen Traðarvegur 34 360 Sandavágur Umsóknarfreist: 4. jan. 2009. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Aðalfundur Aðalfundur verður í Norðurlandahúsinum, týsdagin tann 30. desember 2008 kl.11.00 við hesi dagsskrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári 3. Framløga og støðutakan til roknskapin 4. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara og tiltaksmanni 6. Ásetan av limagjaldi og lógarbroyting 7. Ymiskt Føroya Skipara- og navigatørfelag Føroya Skipara- og navigatørfelag Jekaragøta 10 · FO-100 Tórshavn Tlf. 316973 · Fax 318516 · fsn@fsn.fo Pos tboks 76 F O-110 Tórs hav n pos t@s os ialurin.fo Sosialurin – blaðið øll lesa! Hevur tú ein bil til sølu, so er Sosialurin rætti miðilin at lýsa í. Tú kanst lýsa við og uttan mynd. Vit seta lýsingina upp fyri teg ókeypis. Ring og fá ein prís! Selja bilin? – set hann í Sosialin!