Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-19, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. desember 2008síða 47

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 245 - 19. desember 2008 47 heilsanir Góði fitti Sverri Hjartaliga tillukku við 14 ára føðingardegnum, sum er 21. des. Minnist tú hvar tú ert her? Jesus pápi signi lívsleið tína. Tey allarbestu ynski frá okkum her norðuri. Abbi og omma Góða elskaða Barbara Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum 20. des. Omma og abbi elska teg. Jesus pápi veri hjá tær. Ynskja omma og abbi við Marknagilsvegin Vit vilja takka øllum, sum vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara 18. okt. 2008 sera hugnaligan og minnisríkan. Takk fyri blómur, gávur, fjarrit og kort. Ein serstøk tøkk til familju og vinir fyri alla hjálp, og takk til tykkum í dansifelagnum í Sumba. Stóra takk fyri øll somul og gleðilig jól. Tær kærastu heilsanir Leila og Elian Hansen Allar fittastu Rebekka og Sara Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við 6 og 8 ára føðingardegnum. Kærastu heilsanir mamma og Kent Góðu Rebekka og Sara Hjartaliga tillukku við 6 og 8 ára føðingardøgunum. Vit gleða okkum. Allar bestu heilsanir omma og abbi Hey lekra Hjartaliga tillukku við 20 ára degnum. Gleða okkum til í annaðkvøld :) Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum, sum á ymsan hátt gleddu meg á fermingar­ degnum 5. okt. 2008. Eini gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár. Max Christiansson Vit vilja gjarna takka øllum, sum á ymiskan hátt vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara, 31. juli 2008, so hugnaliga og minnisríkan. Somuleiðis ynskja vit øllum eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári. Margith & Rainer Latupeirissa Hjartalig tøkk til øll, ið heiðraðu okur á hjúnabandsdegnum. Við ynskjum um góð jól og gott nýggjár. Julianna og Magnus Góði Hans Sejer Hjartaliga tillukku við 9 ára føðingardegnum 20. des. Vónandi fært tú ein góðan dag. Ynskja mamma, babba og Judit Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara 02.08.2008 so hugnaligan og ógloymandi. Takk fyri talur, framførslur, gávur og fjarrit. Somuleiðis vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Heilsa n Dagbjørt & Oleif Jólaheilsan Ætt, vinum og kenningum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Heilsan Tina og Pat King, Dublin Góði elskaði Petur Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 21. desember og gleðilig jól til tykkum øll. Ynskir abbi