fríggjadagur 19. desember 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 19. desember 2008
lýsingartilfar
‘08
53
H. N. Jacobsens
Bókhandil hevur søgu
aftur til 1859 og helt
tá til í Gongini í Havn.
Men í mong ár hevur
bókhandilin verið
partur av søguni og
ein býarmynd og Vagið
hevði ikki verið tað sama
uttan bókhandilin
Í 1859 byrjaði H. N. Jacobsens
Bókhandil. Men talan var ikki um
bókhandil, men bókbindarí, og tá
var hetta eisini í Gongini í Havn.
Seinni gjørdist hetta H. N. Jacobsens
bókhandil á Vaglinum í Havn og
skuldi seinni blíva ein býarmynd í
Havn.
Í 1865 fekk H. N, Jacobsen loyvi at
selja bøkur. Hetta skuldi til í teimum
døgum. Ein kann sammeta tað við
apotekini í dag. Ein og hvør fekk ikki
slíkt loyvi, men forløgini – sertaki
liga Gyldendal, góvu serlig loyvi.
Søga
Í mong ár var bókbindarí og prent
smiðja í húsinum á Vaglinum.
Prentsmiðjan gavst fyri helt fáum
árum síðani.
Men nýggjar tíðir krevja sítt. Í dag
er tað, sum á manna munni verður
nevnt Gamli Bókhandil, ein vanligur
bókhandil, og partur av húsinum
verður leigaður út til kunningarstovu.
Jól
Nú jólini eru í hondum, so vitja fólk
ofta bókhandlarnar. Og hetta
merkist eisini í H.N. Jacobsens
Bókhandli á Vaglinum í Havn. Bøkur
koma oftast út til jóla og liggja ofta
sum gávur undir jólatrøunum.
Umframt bøkur, so hevur Gamli
Bókhandil í Havn alt, sum bók
handlar flestir hava.
Gamli Bókhandil í Havn er
framvegis partur av býarmyndini,
uttan mun til árstíðina, men
hugnaligt er um jóltíðir at síggja
ljósini í stóru trøunum á Vaglinum,
ið geva helt serligan hugna og
beina hugan aftur á farna tíð, tí hesi
trø eru helst millum tey elstu í
landinum.
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin
Gamli Bókhandil síðani 1859
!%(!
)*(!
'
(
*+ * ('
!'((&
+)*)
! %& #!&'(+* +!
!) #
$"""
sansir.fo
Ketil
kr. 499,-
ALT TIL HEIMIÐ
Dr. Jakobsensgøta 15
Tel 322555
Vit selja Rosendahl fyri DK prísir
fín til jóla!
Í Miðlon
Hoyvíksv. 67
100 Tórshavn
Tel 321755
æ