fríggjadagur 19. desember 2008síða 55
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 19. desember 2008
lýsingartilfar
Leygardagin kl. 15
eru vit í Vágsbotni
Ja, nú líðir væl til jólaaftan, og vit
eru klárir við øllum gávunum. Vit
hava tosað við skiparan á
jólaskipinum, og vit hava tosa við
rossini í Marknagili, og øll eru blíð
og vilja hjálpa okkum seinasta
strekkið.
Men nú er veðrið so vánaligt, tað
er nógvur vindur og hvirlur eru
eisini. Og boðað verður eisini frá
nógvum avfalli.
Eitt verri skil – men vit koma og
vóna, at tit eisini koma oman í býin
at heilsa uppá okkum, tí tað er tað
stuttligasta hjá okkum jólamonnum
er at heilsa uppá og tosa við bæði
børn og vaksin. Tey vaksnu tosa so
nógv um ringar tíðir, men tað vistu
vit einki um , so vættrarnir hava kýtt
seg, sum teir plaga, so gávur vera
eisini í ár, og vit vóna at tykkum fara
at dáma alt, sum gjørt er. Vit hoyrdu
um ársins jólavættur, sum mundi
forkomið gávunum til børnini á
Argjum, men tibetur, at enda
hjálptust teir allir, so nú kunnu eisini
tey á Argjum gleða seg.
Og nú vit eru lidnir, hava vit góða
tíð at mala í býnum og hugna
okkum. Vit hava hoyrt, at har eru
komin fleiri nýggj hús í jólabýnum í
Tinghúsgarðinum, at har eru bæði
børn og ung sum undirhalda, og at
á Býarbókasavninum er ein
barnateknikapping. Vit vera í
býnum hvønn dag nú - eisini
sunnudagin, so kanska skuldu vit
farið og lúrt, meðan børnini tekna.
Annars so kunnu vit lurta eftir
tónleikinum, og svangir nýtist
okkum ikki at vera, tí har er altíð
onkur, sum selur okkurt gott í
býnum. Kanska er tað mest køkur
og vaflur í jólabýnum, men tá bilar
ikki, um man etur eina kaku ov
nógv.
Vit ynskja øllum eini gleðilig jól
og vit síggjast!
55
‘08
Rein
føroysk
ull!
Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54
tel. 351220
Jólagávuhugskot
Tórshavn | Kambsdalur
SONY DSC-S750
Tunt og lætt snið. 7,2 mega pixel og
objektiv við 3x optiskum zoom.
kr. 995,-
Digitalt myndatól
ð
Góðu børn, nú koma vit til Havnar