fríggjadagur 19. desember 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
Jólini eru søt og eiga sanniliga
eisini at vera søtlig, men oftani
gerast jólini óneyðuga sukursøt.
Framleiðarar av konfekt og rávørur
til konfekt lata oftani alt ov nógv
av sukri í fyri at dylja vantandi
góðsku ella vantandi mongd av
dýra megin-innihaldinum. Tá ið
umræður marsipan, nougat og
myrka sjokolátu er tað rættiliga
einfalt. Mandlir eigur at vera
høvuðsinnihaldið í marsipani,
heslinøtur eigur at vera høvuðsin-
nihaldið í nougat og kakao eigur
at vera innihaldsinnihaldið í myr-
kari sjokolátu. Tað er við hesum
í geyma, at metast skal um hvat
fæst fyri peningin. Soleiðis er tað!
Hesar tríggjar natúrligu rávørur
hava eisini tað til felags, at tær
eiga í sær eina natúrliga javnvág
millum søtleika og beiskleika. Og
soleiðis skal tað vera. Vit kenna
øll tað beiska í fínum mandlum,
fínum nøtum og fínari sjokolátu.
Hetta er jaligt og gevur eina
hóskandi dimensjón til samansetta
smakkin. Tilsett sukur í smærri
nøgdum er eisini í lagi fyri at
stuðla uppundir natúrliga smak-
kin. Men tað er ikki í lagi, tá ið
summir framleiðarar við kávalótum
oysa sukur í fyri at royna at dára
smaksleykirnar hjá góðtrúgvandi
vaksnum og bláoygdum børnum.
Matvørulógin í Føroyum er víðopin
fyri innflutningi og framleiðslu av
inferiørum vørum. Eitt nú er einki
til hindurs fyri í Føroyum at rópa
seg fyri myrka sjokolátu, hóast
kakao-innihaldið bert er nøkur og
tretivu prosent (T.d. Cadbury Bour-
nville). Havi eisini áður víst á, at
til ber at selja appilsin-marmuláta
í Føroyum, hóast innihaldið av
appilsinum er heilt í botn. Eingin
ivi um hvør er vinnari og tapari við
slíkari matvørulóg!
Tí eiga vit at vera varin og geva ok-
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
22
Jólakonfekt
SuperGros 65 %
(Miklagarður)
kr. 46,95/500 g (kr. 93,90/kg)
65 prosent mandlur. Smakku-
rin av marsipan er heilt góður.
Reinur og við góðari fyllu. Fín
javnvág.
Odense Konfekt 15%
(FK)
kr. 44,95/400 g (kr. 112,38/kg)
Einans 15 prosent mandlur!
Og 44 prosent abrikos-kjarnur.
Sum kunnugt eru abrikos-
kjarnur bíligt og einkisigandi
substitut fyri fínu mandlurnar.
Smakkar eisini eftirgjørt og
sukursøtt. Vánaligt.
Odense Vistfrøðilig
55% (FK)
kr. 36,95/200 g (kr. 184,75/kg)
55 prosent mandlur. Hampu-
ligur marsipan-smakkur, men
nakað lættur og leiðiligur.
Hampulig javnvág.
Odense Grand Cru
65% (FK)
kr. 54,95/300 g (kr. 183,17/kg)
65 prosent mandlur (spanskar).
Snerktir mandlu-bitar eru
blandaðir uppí. Nakað turrur
og ikki so kraftmikil smakkur.
Mandlu-bitarnir órógva eisini
reina marsipan-smakkin.
Anthon Berg 60%
(FK)
kr. 44,95/400 g (kr. 112,38/kg)
60 prosent mandlur (kalifor-
niskar). Sera reinur og kraft-
mikil smakkur. Góð javnvág.
Hetta er veruligt marsipan.
Framúr handverk frá Anthon
Berg.
Odense 50%
(Samkeyp)
kr. 39,95/200 g (kr. 199,75/kg)
50 prosent mandlur. Her er
talan um gott marsipan. Reinur
og fínur smakkur. Góð javn-
vág millum søtu og beisku
tónarnar.
Ummæli av marsipan:
Odense Blød Nougat
(Samkeyp)
kr. 39,95/200 g (kr. 199,75/kg)
31 prosent heslinøtur. Góður
angi av nøtum. Reinur og heilt
góður og kraftmikil smakkur.
Fín javnvág og mjúkur konsi-
stensur.
Odense Grand Cru
Nougat (FK)
kr. 21,95/100 g (kr. 219,50/kg)
40 prosent heslinøtur. Av
hesum eisini lítlar bitar av
heslunøtum. Stórur munur
er á smakkinum um tú bert
letur nougat’ið uttan bitarnar
bráðna á tunguni. Smakkar
sukursøtari enn vanligu Blød
Nougat-útgávuni. Tað telur
niður.
COOP Blok
(FK)
kr. 23,95/200 g (kr. 119,75/kg)
46 prosent kakao. Sukursøtur
og einkisigandi sjokolátu-smak-
kur. Vánaligt.
Marabou Premium
(FK)
kr. 23,95/100 g (kr. 239,50/kg)
70 prosent kakao. Hampuli-
gur sjokolátusmakkur at byrja
við, men okkurt er heilt galið
í eftirsmakkinum, ið er vam-
lisligur og hevur ein feril av
tráðnaðum feitti.
Odense 55 %
(Samkeyp)
kr. 29,95/200 g (kr. 149,75/kg)
55 prosent kakao. Dekan og
sukursøtur og grovur smak-
kur. Meðal fylla. Undir miðal
javnvág.
Odense 70%
(FK)
kr. 27,95/200 g (kr.139,75/kg)
70 prosent kakao. Hampuligur
sjokoláta-smakkur, ið tó á on-
gan hátt imponerar. Vøran er
tekniskt í lagi, men leiðilig og
ein-dimensionel. Her er einki
sjokolátugand – so sum frukt
og sýra – yvirhøvur.
Carletti Vekao
(FK)
kr. 24,95/300 g (kr. 83,17/kg)
Hevur sum so einki við myrka
sjokolátu at gera, hóast
fleiri kanska halda so. Skal eftir
donsku matvørulógini eisini
rópast fyri Vekao. ‘Ve’ stendur
fyri ‘Ve’getabilskt feitt. Týs-
karar rópa hetta ‘fettglasur’.
Tí at tað er júst hvat tað er:
litaður plantufeittglasurur. Ein
fullkomiliga misháttur angi
av margarini og smakkar av
kleiggjutum sukri. Óhugnaliga
vamlisligt og sera ójólaligt!
Ummæli av nougat:
Ummæli av sjokolátu:
Ummæli av sjokolátu:
Ummæli av marsipan:
kum stundir at kanna hvat stendur
á fína pakninginum á matvørunum
til jóla. Liðugtgjørd jólakonfekt er
sera sjáldan verd at skriva um. Tí er
tað nógv betri og stuttligari at gera
konfekt sjálvi heima við hús. Tað
kann vera ein hugnalig løta, kan-
ska saman við børnunum. Roynið
sjálvi at seta saman grundleggjandi
rávørurnar: ráa marsipan, bleyta
nougat og myrka sjokolátu. So
kunna tit sjálvi leggja afturat við
ymsum nøtum og kanska marine-
raðum rosinum osfr.
Eg fór til handils í Føroya Keyps-
samtøku, Samkeyp og Miklagarði.
Hetta var tað, ið eg fann at gera
jólakonfekt burturúr. Skal gera
vart við, at somu vørur fáast í fleiri
førum í øllum handlum. Prísurin
kann tó vera ymiskur.
Ummælini eru givin í mun til
innihald av natúrligu rávøruni um-
framt reinleika, styrki og javnvág í
smakkinum.