fríggjadagur 19. desember 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
Tað heldur fransk-amerikanski
rithøvundurin, Mireille Guiliano
fast um í bók sínari ”French
Women Don’t Get Fat”, ið er
útkomin á donskum frá Lind-
hart og Ringhof.
Hvussu ber tað so til, at tað
ikki sæst á fronskum konufólki,
hóast at tær tvær ferðir um
dagin eta 3-rættaða menu,
drekka vín afturvið og hata at
íðka fitness?
Mireille Guiliano gevur okkum
frágreiðingina á sera sjarme-
randi og undirhaldandi hátt.
Í stuttum er loynidómurin
hesin: fronsk konufólk duga
kynstrið at njóta matin! Tær
eta lítið, men av bestu dygd.
Tær fara til handils hvønn dag
(til gongu!) og keypa einans
frískar lokalar sesong-rávørur
til dagsins máltíð. Við hesum
hugsunarhátti eiga fronsk
konufólk ongantíð inni stórar
goymslur av freistingum.
”Fronsk konufólk gerast ikki
feit” er ein lívsstílsbók um at
slakna seg. Tað snýr seg um
at njóta uttan at skammast,
at vera góð við seg sjálvan og
eiga humor!
Bókin er funnin frensur hjá
øllum frankofilum, ið ongantíð
fáa nóg mikið av franskari mat-
mentan og fronskum lívsstíli.
Mireille Guiliano var í 20 ár
stjóri fyri amerikansku deildini
av Champagne Veuve Clicquot
– tað er sjampanjuhúsið, ið
framleiðir ”Gulu Einkjuna”.
Øll árini í USA var hon fús at
greiða tjúkkum amerikanskum
konufólkum frá hvussu tær
skuldi liva fyri at slakna seg.
Guiliano heldur at ein stórur
vísdómur er goymdur í fronsku
mat- og vín-mentanini.
Eitt nú tosa fronsk konufólk
ongantíð um at fara uppá A
og slakna seg. Tær vilja heldur
tosa um evnir, um list, bók-
mentir, politik, mentan og ja,
mat!
Í innganginum í bókini standa
hesi vísdómsorð frá franska
heimsspekinginum Paul Valéry:
Hvat hevur størri týdning enn
máltíðin?
Gevur ikki hvør hugagóður
verðinsmaður tilgerðina og
rituellu gongdina av máltíðina
heilagan týdning?
Trínir ikki sannleikin í ok-
kara mentan fram í hesum
skynsomu fyrireikingum, ið
fagna at andin hevur sigrað á
gorhungri?
”Franske Kvinder Bliver Ikke
Fede”, Mireille Guiliano,
Lindhardt og Ringhof, 288
blaðsíðir, heft, uml. kr.184 í
føroysku bókhandlunum
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
23
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
Fronsk konufólk
gerast ikki feit