fríggjadagur 19. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 • 4. desember 2006
Á Hotel Hafnia í Havn hava
tey í ár sett saman eitt sterkt
team av dugnaligum fólki í
matstovuni. At gleða okkum
og vitjandi fremmandafólk við
matkynstrum, stendur Jørn
Bossen á odda sum sjefkok-
kur. Afturat at sær hevur hann
millum annað kokkin Niels á
Rógvu og tænara-lærlingin
Kristina Tavsen Rummelhoff.
19 ára gamla sørvágs-gentan
Kristina greiðir her frá síni ferð
inn í tænara-yrkið:
- Í 2006 var eg í starvsvenjing á
Hotel Hafnia har eg fekk høvi
at arbeiða í matstovuni og í
køkinum. Tað var nakað sum
mær dámdi væl, so eg gjørdi
av at søkja lærupláss á Hotel
Hafnia. Eg byrjaði í læru sum
tænari í august 2006 og verði
liðug á jólum næsta ár. Tað
sum mær dámar væl við hesum
arbeiðinum, er at tú hittir nógv
fólk hvønn dag. Tú lærir nógv
um mat og vín. Og so eru
allir dagarnir ymiskir. Okkurt
minni gott er eisini at siga um
matstovuvinnuna. Stór útskif-
ting av fólki er og nógvir góðir
starvsfelagir koma og fara. Og
so kunna dagarnir eisini gerast
ógvuliga langir viðhvørt, tá ið
nógv er at gera. Men eg læri
nakað nýtt hvønn dag, tí tað
er altíð ein nýggjur gestur sum
vitjar spentur inn á gátt her á
Hafnia. Hvør gestur er serligur
og skal hava serstaka tænastu.
Vit royna at geva gestunum
eina spennandi uppliving. Fyri
meg er tað eisini umráðandi
at vera ein góður starvsfelagi,
sigur Kristina Tavsen Rummel-
hoff at enda.
Nú Fólkaheilsuráðið og
Landslæknin mælir okkum til at
eta meira fisk, so er uppskrif-
tin frá Niels á Rógvu uppløgd.
Kristina greiðir aftaná frá um at
seta vín til fisk.
upp
skriftin
mortan@hamrabyrgi.com
Niels á Rógvu ger tosk og
Kristina Tavsen Rummelhoff
setir Alsace Riesling til
Kokkar og kokka-
lærlingar í Føroyum
umframt útlendskir
stjørnu-kokkar skapa og
hugleiða um uppskriftir.
24
Til 4 fólk
Pannustoktur toskur við piparfrukt,
sorlaðum eplum og balsamiskari
dressing
600 g av toski
Sorlaði epli:
• 700 g epli
• 150 g rótkneysar (jordskok)
• 1,5 dL olivinolja
• 1 dL mjólk
• kneppi av persillu
• eplavatn
• salt og pipar
Stokt piparfrukt:
• 3 ymisklittar piparfruktir
• 2 skalottuleykir
Balsamiskur dressingur:
• 1 dL balsamico edika (reyða)
• 20 g sukur
• 0,5 dL olivinolja
Framferðarháttur:
Toskurin verður kryddaður við salti og pipari og stoktur
gyltur á pannu. Varliga umleið 5 minuttir á hvørja lið.
Flysa eplini og rótkneysarnar. Kneysarnir skornir í 2 senti-
metra bitar. Kóka eplini og kneysarnar saman í 30 minuttir.
Tá ið moyrt er, stoyt vatnið frá í einari skál og goym. Sorla
– ikki morla – epli og rótkneysar. Størri petti skula vera
millum. Olja, hitaða mjólkin og eitt skvett av kókivatninum
verður latið í. Goym nakað av persillu til pynt og sker so
annars rest fínt og koyr í sorlið. Smakka til við salt og pipar.
Sker leykin fínt. Piparfruktirnar verða skornar í 2 sentimetra
puntar. Steik á pannu í olju 5 minuttir, til eitt broyskið bit í
piparfruktini akkurát er eftir. Krydda við salt og pipar.
Balsamico edika og sukur verður rørt saman. Tá ið sukrið
er upployst verður olivinoljan latin í. Rør væl saman aftur
beint undan at dressingurin skal á tallerkin. Á tallerkin
skilist dressingurin av sær sjálvum sundur aftur í olju og
ediku. Og soleiðis skal tað vera.
Lat epla-sorlið á tallerkin og undir liðini ein botnur av pi-
parfrukt. Omaná botnin stokti toskurin. Dropar av dressing
verða latnir á piparfruktirnar og runt á tallerkin. Pynta við
persillu.
Vín:
Tænara-lærlingur, Kristina Tavsen Rummelhoff viðmælir
at drekka hvítvín til stokta toskin. Riesling, ið er ein av 7
drúvu-sløgum, sum tey nýta í franska vín-økinum Alsace,
hóskar væl til fína ljósa fiskin. Sermerkið við Riesling frá
Trimbach er ein elegantur turrleiki og leskiligur frískleiki,
sum hóskar so væl til tosk. Styrkin í drúvuni spælir eisini
væl saman við tilhoyrinum.
Kristina greiðir frá at vínøkið Alsace er framvið Rhín-ánni
har norðuri í Fraklandi skamt frá týska markið og norðan
fyri Sveits. Framvið Vosges-fjøllini strekkir økið seg úr
Mulhouse har suðuri og norður til Strasbourg. Økið er
eyðkent hvítvíns-øki og er víðagitið fyri sín vakurleika við
smáum vínbygdum frá miðøldini og dalar og fjølll, ið skora
seg inn ímillum. Vínið higani verður tappað á hesum kendu
klænvaksnu fløskunum, ið tey rópa ’flutes’. Vínhúsið Trim-
bach er víðagitið um allan heim og telist millum allarbestu
hvítvíns-framleiðarar.