mánadagur 22. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 246 - 22. desember 2008 ]
Neistakvinnur gjørdu
sítt arbeiði, tá tær
fingu óvæntaðan
møguleika at minka
um munin upp til
oddaliðini
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíðarskjótingin
millum
dystirnar bar við sær, at
Neistakvinnur vóru varugar
við, at ein hjálpandi hond
frá Tjaldri var í væntu
leygardagin.
Sjálvar skuldu tær bláu tó
savna seg um uppgávuna
móti StÍF, og hesa loystu
tær eisini uttan tað heilt stó
ra hóvastákið.
Fyrsta stóra partin av
dystinum fylgdi StÍF tó
hampuliga væl við, men
undan
steðginum
kom
spakuliga eitt hol ímillum
liðini.
StÍF royndi alla tíðina at
tippa holið aftur, men seinas
tu tíggju minuttirnar fekk
Neistin veruliga beint allan
iva til viks, soleiðis at talan
kortini gjørdist um ein sigur
av
teimum
hampuliga
tryggu.
Við sigrinum fekk Neistin
minkað um munin upp til
VB, sum er á øðrum plássi í
kappingini, men við fimm
stigum upp skal hampuliga
nógv henda, um Neistin
aftur í ár skal vinna seg
fram til FMfinaluna.
StÍF er í sínum lagi ikki
heilt leyst av niðurflytingar
vandanum. Men munurin
niður til Kyndil er framvegis
fýra stig, og tí er lítið sann
líkt, at tær enda árið á aftas
ta plássinum.
Móti Grønlandi í januar
Føroysku hondbóltsharrarnir fáa eina nýggja avbjóðing
longu í januar mánaði. Grønlendska hondbóltslandsliðið
hevur nevnliga gjørt av, at teirra næsta venjingarlega
verður í Føroyum, og millum annað verður ein
landsdystur móti Føroyum á skránni. Og hesin verður
altso tann 21. januar. Føroyar og Grønland spældu eisini
venjingardystir í Føroyum í 2000, tá talan varð um tveir
sera spennandi dystir.
Leita eftir føroyskum spælarum
Svenska flogbóltsfelagið, Svedala Volley, roynir umvegis heimasíðuna
hjá Flogbóltssambandinum at fáa fatur á føroyskum spælarum til
kvinnulið sítt. Felagið sigur seg sóknast eftir mið og kantspælara, sum
kann vera partur av liðnum fyrsta ársfjórðingin í 2009. Talan verður ikki
um tann heilt stóra sáttmálan, men felagið sigur seg vera til reiðar at
rinda fyri ferðing, íbúð og at geva nakað av lummapeningi, sum tikið
verður til.
Lønar
veitslan av
Næsta
staðfestingin av
fíggjarkreppuni í
føroyskum fótbólti
kom úr Klaksvík.
Men kanska eru
kreppurópini
bara tiltrongdur
heilsubati til
føroyskan fótbólti
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Orðafellið um væntaðar skriðjur fekk enn eina
staðfesting at stuðla seg til, tá KÍ um vikuskiftið
boðaði frá, at teir ikki høvdu ráð at halda Rógva
Jacobsen í hópinum.
Fagnaðurin var annars øgiligur, tá klaksvíkingar í
summar kundu boða frá, at teir nú høvdu kanska
vandamesta føroyska áleyparan seinnu árini við aftur
í hópinum.
Ikki minst fegnaðust viðhaldsfólkini eisini um, at
talan var um trýára sáttmála, heldur enn at talan varð
um hesar keðiliga eittára sáttmálarnir, sum tíverri
hava lyndi til at vera reglan heldur enn undantakið í
føroyskum fótbólti.
Ein orsøk til júst hetta fyribrigdi er, at spælararnir
ár efitr ár hava roynt at kroyst lønarsitrónina.
Forrestin púrasta skilligt, tá feløgini hava staðið í
bíðirøð at kappbjóða upp á sjálvt hálvvánaligar
spælarar.
Men seinastu útmeldingarnar boða púrasta greitt
frá, at tann parturin av lønarveitsluni eisini er av.
Higar til hava B36 og KÍ meldað greitt út, at tey hava
ikki fíggjarliga orku at spæla við í hesum partinum
av spælinum, og hóast útmeldingar ikki eru komnar
frá øðrum av Formulakappingarneytunum, so er
neyvan nakar ivi um, at støðan er so púrasta tann
sama hjá flestu av hesum.
Treiskar leysasølur um vantandi lønargjaldingar,
eftirstøður fyri íbúðir og aðrar veitingar hómast og
hoyrast í krókunum, og við einum víkjandi
inntøkugrundarlagið er lítið sannlíkt, at feløgini nú
megna at røkja tær skyldur, sum tey ikki megnaðu at
røkja í góðu tíðunum.
Hinvegin nýtist tað nú ikki at vera so heilt øgiliga
ringt, at veitslan er av. Bestu ballini eru ofta tey, sum
ikki eru so øgiliga høgt stílað, men har heimligur
hugni heldur er á skránni. Og lærupeningurin hjá
føroysku fótbóltsfeløgunum fyri seinnu árini er helst,
at tey nú í nógv størri mun verða noydd at hjúkla um
segið tilfeingi. Og gera tey hetta á munagóðan hátt,
kann verandi kreppan væl vísa seg sum nakað av tí
heilsubesta, sum er hent føroyskum fótbólti.
Jólini standa fyri framman, so saman við dunnu,
røstum kjøti og rísgreytti er bara eftir at siga: væl
gagnist!
Neistin-StÍF 30-24 (15-11):
Neistin heldur í línuni
Føroya Shell
Vestara Bryggja 8 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn
Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo | www.shell.fo
Frá Føroya Shell
Shellstøðirnar hava opið soleiðis um høgtíðirnar:
Jólaaftan
24. desembur
08.00 – 15.00
1. jóladag
25. desembur
stongt
2. jóladag
26. desembur
08.00 – 23.00
Leygardagin
27. desembur
08.00 – 23.00
Nýggjársaftan
31. desembur
08.00 – 16.00
Nýggjársdag
1. januar
stongt
Fríggjadagur
2. januar
07.00 23.00
Shellstøðirnar í Klaksvík, Gøtudali,
á Frælsinum og við Ringvegin
Neistin-StÍF 30-24 (15-11)
10 min: 5-5
20 min: 10-7
40 min: 22-16
50 min: 23-21
Málskjúttar
Neistin: Trine Mayland
6(2), Stine Mikkelsen
6, Unn Kragesteen 3,
Nicoleta Radu Hansen
3, Anja Heinadóttir 3,
Tordis Tróndarson 3,
Heidi Maria Akselsen 2,
Elin Staksund 2, Rakul
Augustinussen 1
StÍF: Bára Berthelsen
7, Rebekka Justinussen
7(1), Ninna K. Johansen
5, Fríðrunn Danielsen
2, Sunfríð Johansen 1,
Anna Petersen 1, Rósa
Johansen 1
Brotskøst:
Neistin 2, StÍF 1
Útvísingar:
StÍF 1
Dómarar:
Eyðun Samuelsen &
Andreas F. Hansen
FAKTA UM
DYSTIN
Neistakvinnurnar hava ikki heilt slept takinum. Og tá VB
snávaði í Runavík, megnaðu tær bláu at gera sítt heimaarbeiði
til lítar
savnsmynd