týsdagur 23. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 247 - 23. desember 2008
Nú kann tollvaldið
í Føroyum fara
beinleiðis inn á
telduna og síggja hvør
ferðast og sostatt ber
til at hyggja eftir um
tað er onkur, sum
ferðast merkiliga ofta
Rúsevnasmugling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður alsamt tórførari
og tórførari at verða rús
evnasmuglari í Føroyum.
Men tað er eisini ætlanin,
tí tollvaldið roynir alla tíð
ina at brynja seg sum fræg
ast í bardaganum ímóti
smuglingini.
Og fyri nøkrum fáum
døgum síðani fekk toll
valdið aftur eitt nýtt amboð
í stríðnum ímóti smugling
ini. Og tað er eitt ógvuliga
hent amboð, sum hevur
staðið á ynskilistanum hjá
teimum leingi, sigur Kjartan
Dam Joensen, yvirtollari.
Í hesum sambandi hevur
tollvaldið nú fingið elektr
oniska atgongd til allar
ferðafólkalistarnar hjá At
lantsflogi og hjá Norrønu,
Hetta er eitt amboð,
sum tollvaldið í okkara
grannalondum hava og sum
er neyðugt fyri at hava eitt
neyvt eftirlit við smuglarum,
sigur Kjartan Dam Joen
sen.
At tollvaldið nú kann fara
beinleiðis á telduna og
síggja
ferðafólkalistarnar
hjá Atlantsflogi og Norrønu,
merkir, at nú ber tað til at
hava neyvt eftirlit við, hvør
ferðast til og úr Føroyum.
Hetta merkir eisini, at
tollvaldið kann fylgja við,
um tað er nakar, sum ferðast
merkiliga ofta.
Yvirhøvur verður eftir
litið nógv lættari, tá ið vit
alla tíðina síggja, hvør ferð
ast til og úr Føroyum, sigur
Kjartan Dam Joensen.
Tollvald nýtt amboð ímóti smugling
- Vit royna alla tíðina at gera
tað tórførari og tórførari at
smugla rúsevni til Føroya,
sigur Kjartan Dam Joensen,
yvirtollari
Nú Nordens Sprogråd
verður umskipað á
nýggjárinum, fáa Før
oyar sjálvstøðugan
limaskap í nevndini í
nevndini
Í sambandi við at norður
lendska málnevndin Nord
ens Sprogråd á nýggjárinum
verður umskipað til eina ser
frøðinganevnd í norður
lendskum málspurningum,
hava Føroyar fingið sjálv
støðugan limaskap á jøvn
um føti við hini norður
londini í ráðgevaranevndini
í málspurningum Ekspert
gruppen Nordens Sprogråd,
stytt ENS.
Tað upplýsir Helena Dam
á Neystabø, landsstýris
kvinna í mentamálum, í
tíðindaskrivi.
Hon sigur, at upprunaætl
anin var, at Føroyar, Grøn
land, Áland og umboð fyri
Samar skuldu fáa eygleið
arastøðu við talurætti, men
ikki atkvøðurætti.
Hetta kundi eg ikki góð
taka, og boðaði tískil frá á
Norðurlandaráðsfundinum
í Stockholmi í heyst, at Før
oyar góðtóku einki annað
enn fullan limaskap við
atkvøðurætti í nýggju mál
nevndini ENS, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Hon sigur, at hetta hevur
nú eydnast, og frígjadagin
fekk Mentamálaráðið boð
um at koma við uppskoti
um lim og varalim til ser
frøðinganevndina í mál
spurningum ENS, áðrenn
fríggjadagin
23.
januar
2009.
Serfrøðinganevndin
verður vald av Nordisk Min
isterråd
(MRU)
eftir
uppskoti til nevndarlim frá
undirvísingarministeriinum
í einstøku londunum. Í
nevndini sita 10 umboð.
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna er sera
fegin um, at tað hevur eydn
ast okkum at fáa sjálv
støðuga umboðan á jøvnum
føti við hini Norðurlondini
í hesi týdningarmiklu ser
frøðinganevndini, tí málið
og málspurningurin er ógvu
liga týdningarmikil táttur í
okkara samleika, og eingin
annar kann umboða okkum
á hesum økinum uttan vit
sjálvi við fullum tali og
avgerðarrætti.
-áki-
Sjálvstøðugan limaskapur
Hetta hevur sera stóran týdning fyri okkum, sigur Helena Dam
á Neystabø, landsstýriskvinna
Tá ið Gfestivalurin
verður aftur í summ
ar, verða tað bara tey
allarnærmastu, sum
sleppa ókeypis inn.
Hetta er prísurin fyri
at hava lagt saman
við Leirvík
FestivaluR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fyrireikingarnar til G
Festivalin eru byrjaðar,
hava fyriskipararnir gjørt
púra greitt, at nú mugu
gøtufólk eisini gjalda fyri
síni atgongmerki sjálvi.
Nú kommunan er bliv
in so stór, er ikki longur
sannlíkt, at hon fer at rinda
atgongumerki til allar borg
ararnar, siga fyriskipararnar
í brævi til øll húski í komm
ununi nú um dagarnar.
Tað, sum sipað verður
til, er at nú hava Gøta og
Leirvík
lagt
samanog
hetta var so ein av prísun
um fyri samanleggingina.
Tað verða bara tey, sum
búgva á sjálvum festival
økinum, mitt í Syðrugøtu,
sum
fáa
ókeypis
atgongumerki.
Annars verða borgararnir
í Eysturkommununi javnt
stillaðir við øll hini og tað
merkir, at teir mugu sjálvir
keypa sær atgongumerki.
Men
fyriskipararnir
siga, at fyri at takka fyri
tað farna og fyri at byrja
samstarvið í nýggju stór
kommununi væl, bjóðaðu
tey fólki í Eysturkommun
uni atgongumerki til G
festivalin fyri serprís um
vikuskiftið, sum fyriskip
ararnir taka til.
Tað merkir, at leygardag
in og sunnudagin kundu
fólk í Gøtu og í Leirvík
keypa atgongumerki til G
festivalin fyri 595 krónur.
Annars kosta tey 695
krónur í forsølu, men beint
áðrenn festivalin kosta at
gongumerkini 995 krónur.
Gøtufólk gjalda
Næsta summar mugu gøtufólk og leirvíkingar mugu sjálvir
rinda fyri sítt G-festival atgongumerki, eins og øll hini
Danskur grunnur hjálpa útflutningi
Fríggjadagin vóru landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, og umboð fyri føroyska
útflutningsvinnu, á fundi í Eksport Kredit Fonden fyri at kanna møguleikarnar hjá
føroyskum fyritøkum at brúka eksportkreditskipanir hjá Eksport Kredit Fonden.
Niðurstøðan er, at hesin grunnurin hevur skipanir, ið føroyskar fyritøkur kunnu brúka.
Partarnir eru samdir um at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa í lag aðrar skipanir,
sum hóska til tær serligu umstøðurnar, ið eru í Føroyum, tá tað snýr seg um at fíggja og
veita trygd í sambandi føroyska útflutningin.