týsdagur 23. desember 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2008
17
Í dag helt hugsjónarliga
røðu til 3. viðgerð av fíggj
arlógini. Í hesi røðuni heitti
eg á løgtingsmenn um ikki
at kenna seg bundnar av
fíggjarnevndarálitinum,
men sum Olgar Danski á
sinni at vakna upp til dáð,
nú landið stendur í váða.
Tók undir við framsøgu
manni og formanni okkara,
Kára P. Højgaard og hans
ara tilmælum, men heitti
serliga á tingfólk um at
atkvøða fyri uppskotum
um at tryggja útbúgving,
nú vit eru á veg í kreppu,
so ungdómurin kann søkja
sær lærdóm heldur enn at
fara av landinum. Ein guðs
sonur mín fer á skipara
skúla, nú niðurgongd er,
men onnur hava ikki høvi
at lesa ella læra sítt fak í
Føroyum og fara tí av landi
num við makum, børnum
og øðrum skyldfólki og
vinfólki í hølunum.
Tók til úr vísuni um
Burnamann:
Det var Jomfru Gloriant,
Hunn raaber henover de
Fanger:
Est du levende Olgar
Danske,
Og est du før at gange?
Áheitan mín var á tingfólk
um ikki at sova, men held
ur vakna, um at koma úr
fongslinum og ikki vera
atkvøðuneyt hjá fíggjar
nevndini.
Púra óvart átalaði tann
áfalni og óvirðiliga vara
formaðurin John Johanne
sen bæði røðuna í síni
heild, tí “hetta var ikki
aðalorðaskifti” og serliga
“at neyt ikki hava atgongd
til tingsalin.”
Síðani koma nakrar góðar
og siðiligar viðmerkigar frá
fleiri tingfólkum, sum eg
svaraði aftur. Millum annað
vísti eg á, at Sjálvstýris
flokkurin er fyri at gera
tunnlar eins væl og skúlar,
men at vit vilja hava greiðar
avtalur gjørdar, so ikki fleiri
íløgur skulu sveima í
óvissu, hvørt tær verða
framdar til endans.
Loksins spurdi eg fynd
uga og spydiga varafor
mannin, hvørt rættleiðing
hansara skuldi skiljast
soleiðis, at ikki bar til at
siga, ‘at John Johannesen
sum formaður klárar seg
sum kúgv í stiga?’
Tá gjørdist sonevndi
politiski leiðarin hjá javn
aðarflokkinumfirtin og tók
orðið frá mær, sjálvt um eg
ikki hevði biðið um at
sleppa siga meira.
Henda átala kann saman
berast við mangar av óátal
aðu málblómunum hjá
monnum sum Óla Breck
mann ella Henrik Old ella
frá § 266bkjakinum, tá
samkynd veruliga vórðu
ósømiliga niðurgjørd –
men tey orðini fái eg meg
ikki at taka uppaftur.
Soleiðis havi eg hvørki
kallað tingfólk “neyt” –
eiheldur varaformannin
“kúgv” men brúkt tað, tey
nevna orðamyndir –
metaforar. Orðið “atkvøð
neyt” er sera vanligt hug
tak í politiskum orðaskifti,
ið ikki minst ellisformaður
løgtingsins plagar at brúka.
Í brókatátti stendur annars:
So leikar teirra bátur á
lunni
Sum leysur knívur í skafti,
So var Jóannes í urðini
kvikur,
Líkasum kúgv í hafti.
Soleiðis dugdu menn fyrr
at taka til. Men John
Johannesen er tíverri
mentunarliga kúheiðin.
Sum kúgv í stiga
løgtingsmaður
Kári á rógvi
Eftir viðgerðina í Fíggjar
nevndini varð úrslitið, at
uppskotið frá Mentamála
ráðnum verð skorið við
góðum 6 milliónum krón
um, hetta gekk serliga út
yvir tað gamla Fróðskap
arsetri meðan Læraraskúlin
og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin
sluppu rímiliga snikkaleys
ir. Rektarin, vararektari og
fyrisiting setursins gjørdu
eitt stórt arbeiði fyri at
greiða bæði Fíggjarnevnd
ini og løgtingstingmonnum
frá fíggjargrundalagnum
og teimum fylgjum, sum
hetta fór at fáa fyri okkara
einasta universitet, sum
skal framleiða vitan og
útbúgva fólk, men har var
einki at gera, tað var sum
at tosa fyri deyvum oyrum.
Tað vóru kortini teir ting
menn, sum tyktust at lurta
og vóru sera fyrikomandi,
men so vóru tað aðrir, sum
styggir titaðu aftur og fram
eftir teimum bonaðu gólvi
num, onkur á leistum,
uttan at orð fekst á teir. Ein
vinsælur tingmaður var so
mikið erligur at siga, at í tí
politiska arbeiðinum var
tað so, at tess minni ein
visti um tey einstøku mál
ini, tess lættari var tað at
taka støðu sum tingmaður
og lættari at skera.
Tá saman um kom, so
vísti tað seg, at tað sáð,
sum sáa varð frá setursins
síðu, fall meira ella minni
á gaddajørð. Tað kom
fram, at undir nevndarvið
gerðini hevði tað eydnast tí
sera gløgga fíggjarnevndar
formanninum helst besta
høvd í tinginum, at rúna
binda alla fíggjarnevndina
væl og virðiliga við sínum
magisku roknistykkjum, at
allur hópurin í nevndini var
paralyseraður fyri ikki at
siga hypnotiseraður. Onkur
var so fullvísur í, at varð
nakað broytt í semjuni, so
vildi alt tingarbeiði enda í
einum gantrileiki ella eini
kollektivari psykosu, har
eingin tingmaður fór at
duga sær hógv, og undir
skotið et koma uppá eina
milliard.
Seinast í 1980unum var
hugburðurin millum nógv
ar politikarar sera positivir
móti setrinum, ikki minst
Lasse Klein, sum var
mentamálaráðharri, tá.
Fróðskaparsetrið varð gjørt
til universitet í 1987. Ætlan
ir vóru lagdar um gransk
ing og um útbúgvingar.
Men so kom kreppan ikki
bert steðgaði menningin,
men nógv virksemi var
tikið av, samstundis sum
játtanin svann. Síðani
batnaðu tíðirnar og okkurt
av tí mista varð vunnið
aftur, men eitt nú kom
gudfrøðiútbúgvingin
ongantíð aftur.
Tá vit komu til 2008
vóru orð sum altjóða uni
versitet og granskingarpark
komin upp í retoriska voka
bularið hjá politikarunum.
Góðtrúgvin hildu vit øll, at
tað nú var ein erligur
politiskur vilji í Føroyum
til at ganga nýggjar leiðir
og broyta samfelagið frá
einum siðbundnum veiðu
mannasamfelag til eitt
modernað vitanarsamfelag.
Eitt samfelag, sum skuldi
skapa nýggjar møguleikar
og nýhugsan. Tað besta
var, at nú var samanfall
millum áhugamálini hjá
Fróðskaparsetrinum,
Mentamálaráðnum, Megin
felag Føroyskra Studenta
og føroyskum politikarum.
Hildið var at tað var ein
møguleiki at koma til eina
tvørpolitiska semju um
hetta. Tíverri var saman
fallið millum áhugamálini
tann beri retorikkur hjá
politikarum – ein tómur
retorikkur og spælan við
orðum.
Tá tað kom til at geva
retorikkinum veruligt hold,
fóru politikararnir at ristast
á hondunum, tað var meira
gloppið av munninum enn
megi og vilji var til at
fremja. Kunnleiki, vitan
arframleiðsla og undirvís
ing tapir fyri tunlum, uttan
eitt ilt orð skal verða sagt
um tær, men tunlar eru ikki
nóg mikið til at fáa fólk at
trívast í einum landi, sjálvt
tá illa stendur til, men tað
er ein turkatrúgv millum
politikarar uppá hetta.
Tíðirnar eru ringar um
allan heim, og tað krevur
nýggja orginala politiska
hugsan. Tað mest átrokandi
millum politikarar er tí,
sum onkur av teimum
tekur til“at taka luftina úr
øllum systeminum”, so at
bert tann harði substansur
in er eftir, og at pláss ikki
verður fyri nøkrum nýggj
um. Tann politikkurin, sum
tykist at hava verið gald
andi tey seinastu árini er
sum tá børn syngja “mala
henda veg og mala handa
veg, tralallalalalalla”. Tað
skapar ikki nakra framtíðar
visjónir..
Tað er harmiligt, at allur
tann áhugi sum politikar
arnir fyrr í 2008 tyktust at
hava fyri útbúgving og
gransking, nú undan stytsta
degi, skal verða runnin
burtur sum blágómi fyri
sól. Hvat setrinum viðvíkur
so byrjar tað nýsetta ráðið
arbeiði sítt 1. januar. Eitt
tað fyrsta sum ráðið skal
gera er at seta út í kortið
hvørjar útbúgvingar skulu
verða verðandi og hvørjar
skulu hvørva. Tvær eru
longu sleptar fyribils. Sjálv
andi er tað harmiligt at
vøksturin í hægri útbúgv
ing í Føroyum aftur hesa
ferð var steðgaður, áðrenn
hann rættiliga byrjaði og
nógv fyrireiking er farin
fyri einki.
*
Jólini koma tíbetur á
hvørjum ári, tey liggja føst.
Fróðskaparsetur Føroya vil
við hesum ynskja øllum
eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjar.
Eisini vilja vit takka
Mentamálaráðnum fyri eitt
sera gott samstarv.
Rektari á
Fróðskaparsetri
Føroya
Jóan Pauli
Joensen
viðmerkingar
Formaður Sjálvstýrisflok
sins ger í hesum døgum
nógv burturúr, at flokkur
hansara atkvøddi ímóti
løgtingsfíggjarlógini fyri
2009, og at hetta var gjørt,
fyri at stuðla pensjónist
unum. Tað er í sær sjálvum
ein vakur tanki.
Vanligt er, at tá atkvøtt
verður um fíggjarlógina,
verður fyrst atkvøtt um
eina røð av broytingarupp
skotum, har summi verða
samtykt, meðan onnur
verða feld. Men tá tann
”telvingin” er liðug, verður
endaliga atkvøtt um fíggjar
lógaruppskotið við sam
tyktu broytingunum. Tá er
vanligt, at øll í løgtinginum
atkvøða fyri. Hetta skal
skiljast sum ein viður
kenning av, at landið skal
hava eina fíggjarlóg, og at
hetta var tað, sum semja
kundi fáast um.
Eg kann bara koma í
tankar um eitt undantak frá
hesi reglu. Tað var í 2001,
tá niðurskurðurin av ríkis
veitingini var ein partur av
fíggjarlógaruppskotinum.
Tá atkvøddu
andstøðuflokkarnir ímóti
fíggjarlógini, meðan til
dømis Sjálvstýrisflokkurin
atkvøddi fyri.
Á heimasíðuni hjá Sjálv
stýrisflokkinum stendur:
”Hetta var níggjunda ferð
in, eg atkvøddi í sambandi
við fíggjarlóg, men fyrstu
ferð, at eg havi atkvøtt
ímóti, sigur Kári P. Høj
gaard, formaður”. Hann
var also ein av teimum,
sum atkvøddu fyri, at
ríkisveitingin minkadi frá
1. januar 2002.
Sjálvstýrisflokkurin var í
2001 partur av einum polit
iskum átaki, har ferðast var
um landið við einum boð
skapi um, at vit skuldu
skipa Føroyar sum full
veldi, og hetta skuldi einki
kosta tí vanliga fólkinum í
Føroyum. Ein avleiðing av
hesum er, at landskassin
hevur mist umleið tríggjar
milliardir krónur til henda
dag, og tað merkja allir
føroyingar nú – ikki minst
pensjónistarnir.
Eg ivist ikki í, at Kári P.
Højgaard er ein hampamað
ur, sum veruliga ynskir pen
sjónistunum alt tað besta.
Men hann skuldi heldur
atkvøtt ímóti fíggjarlógini
fyri 2002, tí hon er orsøkin
til tey syrgiligu tølini á
fíggjarlógini fyri 2009.
Sjálvstýrisflokkurin er vaknaður - 7 ár ov seint
Helgi
abraHamsen
Tá orð fáa hold ella tá tey renna burtur sum blágómi fyri sól