týsdagur 23. desember 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2008
21
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tekstilvirkið Mýri
fípan í Stoffalág í
Havn er ein gomul
fyritøka við langari
traditión í at fram
leiða fyrsta floks
vørur til føroyska
marknaðin. Í dag er
tað Tóra Egilsdóttir,
sum rekur virkið
Fyritøka
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mýrifípan, ið húsast í
einum kjallara í Stoffalág í
Havn, byrjaði sum vevstova
fyri nógvum árum síðani.
Tað var Olevina Joensen á
Langasandi, sum byrjaði at
veva við hond. Hon, maður
in Amon og børnini, fluttu
til Havnar fyrst í 1950
unum, har Olevina helt
fram at veva. Hon undirvísti
og fekk sær konur afturat
sær at veva, tí eftirspurn
ingurin var stórur.
Eftirspurningurin
vaks,
og Olevina keypti sær ein
maskinvev
úr
Danmark
fyrst í 1970unum. Hon
hevði útbúgving innan vev
ing og hevði nógv fólk í
starvi.
Í 1993 tók ommudótturin
Tóra Egilsdóttir yvir, og
rekur hon Mýrifípuna enn í
somu húsum, sum vóru
keypt til endamálið fyrst í
1970unum.
Tóra sigur soleiðis um
Mýrifípuna: Virksemið er
nakað broytt gjøgnum árini.
Vit fóru undir hosufram
leiðsluna í 2004, tá vit
keyptu
maskinurnar
frá
Tekstilvirkinum í Kaldbak.
Seinri keyptu vit so nakrar
maskinur afturat úr Noreg.
Eisini hava vit keypt ein
maskinvev afturat, soleiðis
at vit nú hava tveir vevar.
Framleiðslan á virkinum
fevnir í høvuðsheitum um
kotavadmal, plaid og toy til
skjúrt, sum vit eisini seyma
føroyskar húgvur burturúr.
Umframt fleiri ymisk sløg
av hálvhosum binda vit
eisini tunnar hosur og
ullintar hosur til børn. Vit
leggja stóran dent á at brúka
fyrstafloks tilfar, og at
greiða arbeiðið væl úr hond
um. Okkara vørur eru at fáa
í ymsum handlum kring alt
landið, sigur Tóra Egils
dóttir.
Á virkinum arbeiða fleiri
fólk, har eitt er fulla tíð,
meðan hini eru parttíð.
Vit hava annars eisini
gjørt serligar uppgávur, so
sum gólv leyparar, gardinur,
møblaklæði o.a. millum ár
og dag, og altíð eru sovornar
uppgávur
øðrvísi
og
spennandi,
sigur
Tóra
Egilsdóttir.
Mýrifípan, Stoffalág:
Tekstilvirki við
langari traditión
Olevina Joensen byrjaði vevstovuna Mýrifípan. Hon hevði útbúgving innan veving og hevði nógv
fólk í starvi
Tóra Egilsdóttir við vevin í Mýrifípuni sum hon eigur og rekur í Stoffalág
Mynd: Jens Kristian Wang