mánadagur 22. desember 2008síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 22. desember 2008
lýsingartilfar
55
‘08
Heykavegur 3 | á Hálsi | Tórshavn | Tel. 319088
voggan@post.olivant.fo | www.voggan.fo
Paraply
stólur
við Cars og
Princess
Einans
kr. 398,-
r
Fríggjakvøldið fór
Sigrun Petersen við enn
einum milliónvinningi í
Gekkinum. Milliónin skal
brúkast til húsaskuld,
góðar jólagávur og eina
dreymaferð hinumegin
jørðina
Nýggjasti millióningur í Føroyum
eitur Sigrun Petersen.
Tað varð greitt eftir at gekkahjólið
varð snarað fríggjakvøldið.
Hetta er aðru ferð, at vinningurin
í Gekkinum rundar milliónina og
hetta er somuleiðis aðru ferðina, at
vinnarin situr í Klaksvík og snarar
hjólinum.
Sigrun Petersen er úr Klaksvík,
men býr í Hoyvík og nú var hon í
Klaksvík og ferðaðist.
Og fyri at tað ikki skal vera lygn,
var hon stødd í einum húsum, bara
tvey hús frá, har Heidi Restorff var
stødd, tá ið hon vann sína 1,2
millión í Gekkinum síðst í septemb
er.
Sigrun Petersen sigur, at hon
spælir Gekk onkuntíð, men at hon
er ikki fastur spælari.
Hon er sjálvandi ómetaliga fegin
um vinningin.
Sjálv er hon sjúkrarøktarfrøðingur
á Landssjúkrahúsinum, har maðurin
er radiografur, so tey hava bæði sína
dagligu gongd á okkara
meginsjúkrahúsi.
Ein verður so ikki millióningur
av at vera sjúkrarøktarfrøðingur,
smekkar hon til.
Mundi valt skeivt
Tað tók sína tíð at fata, at hon av
álvara varð vorðin millióningur upp,
soleiðis í eini handavending.
Men tað skuldi eisini eitt vink frá
dóttrini til.
Eg ætlaði at velja tann bláa
Gekkin, tí mær dámar so væl blátt.
Men dóttir mín vildi hava meg at
velja tann reyða gekkin, so tað
eftirlíkaði eg, greiddi hon frá í
Jólaradio á Rás 2 seinnapartin
leygardagin.
Tað angraði hon ikki!
Húsaskuld og dreymaferð
Sigrun Petersen kann saktans finna
upp á okkurt at brúka vinningin til.
Eftir at hava búð niðri í 15 ár, flutti
hon og maðurin heim og fyri
trimum árum síðani keyptu tey hús
í Hoyvík.
So ein góður partur av vinning
inum skal brúkast til húsaskuld.
Men jólagávurnar verða uttan iva
størri í ár, enn ætlanin var. Tá ið hon
vann, var hon ikki liðug at keypa
jólagávur, so tey, sum hon manglaði
at keypa til, mugu sigast at hoyra til
tey hepnu.
Og so hevur hon ein dreym um
at sleppa til Hawaii at ferðast.
Hon sigur, at hon hevur í fleiri ár
droymt um at sleppa til Hawaii at
ferðast tí fyri hana hevur tað verið
tað mest eksotiska staðið ið ber av
øllum.
Tað verður kanska í summar at
vit gera álvara av, sigur hon.
_____________________________
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggjasti millióningur
í Føroyum
Ein heppin og avbera glaður
nýklaktur millióningur. Sigrun
Petersen við soninum, Teituri
á arminum og tí forgylta
gekkaseðlinum í hondini