Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 247 - 23. desember 2008 - Eg havi hvørki kallað løgtingslimir fyri neyt, ella John Johannessen eina kúgv, men mentanarliga er hann kúheiðin, sigur Kári á Rógvu, tingmaður um varaformann Løgtingsins Politikkur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - John Johannessen er mentanarliga kúheiðin. Tað er skoðsmálið, sum varaformaður Løgtingsins fær frá Kára á Rógvi, løg- tingsmanni, eftir ein orða- drátt í Løgtinginum fríggja- dagin. Sum tað sæst í aðrari grein, varð Kári á Rógvi átalaður fyri at hava kallað tinglimir atkvøðuneyt og beint aftaná varð hann eisi- ni hóttur við at verða varp- aður á dyr fyri at hava samanborið John Johannes- sen við eina kúgv í stiga. - Áheitan mín var á ting- fólk um ikki at sova, men heldur vakna, um at koma úr fongslinum og ikki vera atkvøðuneyt hjá fíggjar- nevndini, sigur Kári á Rógvi í eini viðmerking. - Púra óvart átalaði vara- formaðurin John Johanne- sen bæði røðuna í síni heild, tí hetta var ikki aðalorða- skifti og serliga at neyt ikki hava atgongd til tingsalin, sigur Kári á Rógvi, sum kallar John Johannessen bæði áfalnan og óvirðilig- an. - Loksins spurdi eg fyn- duga og spydiga varafor- mannin, um rættleiðing hansara skuldi skiljast soleiðis, at ikki bar til at siga, at John Johannessen sum formaður klárar seg sum kúgv í stiga, sigur Kári á Rógvi. - Tá gjørdist politiski leiðarin í javnaðarflokki- num firtin og tók orðið frá mær, sjálvt um eg ikki hevði biðið um at sleppa siga meira. Kári á Rógvi heldur, at henda átala kann saman- berast við mangar av óátalaðu málblómunum hjá monnum sum Óla Breck- mann ella Henrik Old, ella frá § 266b-kjakinum, tá samkynd veruliga vórðu ósømiliga niðurgjørd. - Soleiðis havi eg hvørki kallað tingfólk “neyt” – ella varaformannin “kúgv” men brúkt tað, tey nevna orða- myndir – metaforar. - Orðið “atkvøðneyt” er sera vanligt hugtak í politisk- um orðaskifti, ið ikki minst ellisformaður løgtingsins plagar at brúka, sigur Kári á Rógvi. ABt hevur í samstarvi við Fiskivinnuroyndir sett av játtan í 3 ár til “Vinnugranskara”. Tann, sum settur verður í starvið, kemur m.a. at arbeiða við at: 1) optimera hydrolysuprosessir til framleiðslu av úrdráttum úr fiskarávøru, 2) finna eginleikar hjá úrvaldum bioaktivum peptidum í fiski, umframt 3) lýsa og skjalfesta vinnuligu møguleikarnar í útvaldum prosessum og produktum. Arbeiðið hjá vinnugranskaranum verður lagt til rættis í samráð millum umsøkjara, ABt og tann granskingar- stovn, sum kemur at átaka sær vísindaligu vegleiðin- gina. Miðað verður eftir, at vinnugranskarin tekur vísindaligt Ph.D.-heiti. Starvið sum vinnugranskari er samstundis partur av granskingarverkætlan, sum ABt hevur sett gongd á saman við m.a. Forskningscenter Foulum, Fróðskapar- setri Føroya og Molekylærbiologisk Institut við Aarhus Universitet. Vinnugranskarin kemur tí at virka í einum granskaraumhvørvi á høgum altjóða støði. Roknast má við, at vinnugranskarin brúkar fyrstu tíðina til at seta seg inn í tær skipanir og framleiðslur, sum ABt arbeiðir við. Framyvir væntast, at vinnugranskarin fær týðandi leiklut í okkara vørumenning. Ert tú áhugað(ur) í hesum starvi, vænta vit, at tú hevur kandidatútbúgving innan náttúruvísindaliga økið (eitt nú biokemikari, matvøruverkfrøðingur, kemiverkfrøðingur, ella líknandi). Ert tú um at verða liðug/ur at lesa, ert tú eisini vælkomin at søkja. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan framleiðslu, som sum matvøruframleiðslu, hydrolysu ella membrantøkni. Ein umsókn, har tú lýsir tínar royndir, umframt tínar tankar við einum tílíkum starvi (fullfíggjað ph.d-ætlan er tó ikki neyðug), skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 20. januar 2009. Umsóknin skal sendast til Atlantic Biotechnology, Uppsalagøta 39, 700 Klaksvík og merkjast ”Vinnugranskari”. Hevur tú áhuga fyri starvinum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gest Hovgaard, stjóra, tlf. +298213856 ella Sigurð í Jákupsstovu, nevndarformann, tlf. +3548916141. Vinnugranskari Hevur tú áhuga fyri gransking og nýskapan! Sært tú vinnuligar møguleikar í fiski og biotøkni! Og kundi tú hugsað tær at brúkt tínar førleikar at nomið doktaraheiti! So er eitt spennandi og avbjóðandi starv at søkja hjá Atlantic Biotechnology (ABt). Um AtlAntic BiOtechnOlOgy: ABt varð stovnað í 2005 við tí endamáli at menna og framleiða biotøkniligar úrdráttir úr fiskatilfeingi. Felagið hevur ment sínar fyrstu úrdráttir og fer í 2009 undir framleiðslu í Føroyum. tað starvast í løtuni 3 fólk í felagnum, og vit samstarva við virki og granskingarstovnar í norðurlondum, USA, Stóra Bretlandi og hollandi. Gleðilig jól og gott postár. post.fo BMW 316 ti CoMpaCt BMW 316 ti Compact 1,8 frá desember 2001 til sølu.Sera væl hildin. Sýnaður í oktober 2007. Svartur, 2 hurðar, nýggj dekk. tlf 213199 John er menta­­na­­rliga­­ kúheiðin Vit ynskja øllum okkara viðskiftafólki eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. TróndragøTa 19 · 100 Tórshavn