Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 23. desember 2008 3 STUÐULSFÓLKASKIPANIN FYRI BØRN SØKIR EFTIR STARVSFÓLKI TIL STREYMOYAR OG EYSTUROYAR ØKI AVLOYSARAR FYRI STARVSFÓLK Í FARLOYVI Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum sum avloysarar fyri starvsfólk, sum í løtuni starvast í toymi við børnum við autismu í Eysturoynni. Arbeitt verður eftir skúlatíð heima hjá børnunum til kl. 17.30. Tímatalið er 25 tímar um vikuna. NÁMSFRØÐINGAR Søkt verður eisini eftir náms- frøðingum at avloysa starvs- fólk, sum í løtuni starvast í toymi í Tórshavn. Arbeitt verður eftir skúlatíð heima hjá børnunum. Tímatalið er 23 og 25 tímar um vikuna. Størvini verða sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, verður hjálparfólk sett í størvini. Skrivlig umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanina fyri børn, Argjaboðagøta 7, 160 Argir. Umsóknarfreistin er 6. januar 2009. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Stuðulsfólkaskipanina á tel. 353570 almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo ................... ....................................................................................................................... K R E A Til fyribilsskattaskránna 2009 Leiðbeinandi virðini á fríum ágóðum o.ø. fyri inntøkuárið 2009: a. Virði á fríum bústaði, sí viðmerking kr./m2 kr. 881 b. Eginnýtsla, sí viðmerking el kr. 8.400 olja kr. 21.500 telesamskifti kr. 5.000 c. Frí vørunýtsla, sí viðmerking Bakarar kr. 4.900 Bakarar við Keypmansvørum kr. 12.700 Keypmenn kr. 15.500 d. Virði á fríum kosti pr. dag, sí viðmerking 3 máltíðir kr. 57 2 máltíðir kr. 43 1 máltíð kr. 31 e. Virði á fríum bili (persónbilur/stationcar), sí viðmerking 1100 kg og undir kr. 55.400 1101 kg til 1300 kg kr. 66.900 1301 kg til 1500 kg kr. 77.500 1501 kg og meira kr. 89.700 f. Vøruvognar 60% av ásetta virðinum g. Bussar upp til 10 persónar sum verða nýttir til hýruvognskoyring, sí viðmerking kr. 18.500 h. Eginnýtsla av bili hjá hýruvognsførarum: kr. 18.500 Upphæddirnar eru íroknaðar meirvirðisgjaldi Aðrar upphæddir : Goodwill-virðisáseting: Virkisognarrenting 7,25% Kapitalisering 12,25% Kapitalpensjónsfrádráttur kr. 50.600 Donsk lesandi kr. 71.000 Til a Roknað verður við einari upphædd, sum er fyri bústaðarøkið, ið viðkomandi hevur ræðisrætt yvir. Kjallari og loft, sum ikki eru innrættað og hjallur og bilhús koma ikki undir hugtakið bústaðarøki. Til b, c og d Privatur vinnurekandi skal skattast av virðinum á vørum og framleiðsum, sum hann tekur úr virki sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum, ella til gávur. Virðið verður roknað eftir keypsvirðinum ella framleiðsluvirðinum á hesum vørum. Somuleiðis skal privatur vinnurekandi skattast av tí partinum av útreiðslunum, sum svarar til eginnýtsluna, t.d. bil, telefon, Ijós og hita, har útreiðslurnar um¬fata bæði privatu og vinnuligu nýtsluna. Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálvur skal meta um, hvussu nógv er privat, og hvussu nógv er vinnulig nýtsla. Metingin skal vera við atliti til stødd á t.d. húsi og húski. Til e og f Upphæddirnar eru galdandi fyri bilar skrásettir sum persónvognar smb. § 3 í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum. Fyri vøruvognar eftir § 4 í somu lóg verður virðið sett til 60% av upphæddini. TAKS kann krevja avrit av skrásetingarskjalinum fyri bilin. www.taks.fo