týsdagur 23. desember 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 23. desember 2008
vikurnar.
Vit ferðast runt í økinum, sum
vit hava fingið til uppgávu at
eygleiða. Her royna vit at koma í
samband við fólk frá ymiskum
samfelagsløgum og positiónum.
Vit hittu ein kvinnuligan
politikkara, sum rættuliga hevur
bein í nøsini. Hon er ikki á
nakran hátt rædd fyri at taka upp
bardagan við korrupta politiska
umhvørvið her.
Vit hava eisini ferðast langt inn
í junglina fyri at vitja ein av teim
um smærru minnilutabólkinum
her, khashiar, sum búgva báðu
megin markið millum Bangla
desh og India.
Har tóku tey eisini sera væl
ímóti okkum. Vit sótu í túninum
hjá høvdinganum og ótu betelnøt
ur og tugdu betelbløð saman við
fólkinum. Hetta var ógloymandi.
Tey greiddu okkum frá síni
strategi at fáa tað frá
politikkarunum, sum tey vildu
hava, hóast har bert vóru 20.000
veljarar. Hetta eru fólk við vilja.
Teir politisku flokkarnar
kappast um at fáa teirra atkvøður.
Teir royna bæði at lokka tey við
peningi og við hóttanum og ræðu
myndum. Men teir allarflestu av
hesum tearbeiðarum hava øll
árini atkvøtt fyri Awami Legaue,
sum stóð aftanfyri frígeringina
frá Pakistan, og einki fær tey til
at broyta hugsan.
Kvinnurnar væl fyri
Hinduarnir og serliga kvinnurnar
í hindusamfelagnum hava ofta
eina góða útbúgving, og nógvar
av teimum eru skúlalærarar. Tað
er stuttligt at síggja, hvussu
upptiknar tær eru av valinum, og
hvussu stóran dent tær leggja á
leiklutin hjá kvinnunum. Tær
vóru opnar og hugnaligar, og tær
vildu fegnar práta við okkum.
Tann 10. desember var ID, ein
muslimsk høgtíð, og vit vóru boð
in heim til nýggjar vinir at fáa ta
siðbundnu høgtíðarmáltíðina.
Øll, sum hava ráð, slakta eina
kúgv ella ein seyð, og býta kjøtið
í tríggjar partar. Ein partur fer til
tey fátæku, ein til vinir og grann
ar, sum ikki hava slaktað enn, og
restin til familjuna.
So gera tey til eina rúgvu av
karry, rís og køkur, og fara so at
vitja hvønn annan í tríggjar sam
fullar dagar.
Morgunmatur verður etin
klokkan fimm seinnapartin og
døgurðin er kl. 10 um kvøldið.
Hesa tíðina kunnu vit ikki
arbeiða kortini, tí eingin er á
skrivstovuni. So vit hava frí at
njóta gestablídnið. Eg kann siga,
at bengalar eru eitt einastandandi
gestafrítt fólk. Tey eru sera opin
móti vitjandi uttan mun til, hvar
tey koma frá. Hetta kundu onnur
lært av.
Eg havi funnið eina norska
missión her. Santalmissiónin
hevur eitt lítið samfelag við um
100 kristnum í Moulvibazar. Her
hittu vit norsku Marianne, tá vit
fóru inn á gólvið. Hon hevur
verið her síðan 1980.
Um Bangladesh
Bangladesh er 144.000 ferkilo
metrar til støddar, umleið 100
ferðir Føroyar. Men íbúgvaratalið
er 150 mill, ella einar 3.000
ferðir Føroyar!
87% av fólkinum er muslimar
og 12% hinduar. Smáir minni
lutar eru, eisini kristnir.
Landið er eitt tað fátækasta í
heiminum. Her er slættlendi, tí er
ofta vatnflóð. Størsti parturin av
landinum er ikki hægri enn 6
metur yvir havinum. Tað kemur
fyri, at 60% av landinum stendur
undir í vatni. Landbúnaður er
høvuðsvinnan. Her er sera frukt
arbart. Tí kundi nógv komið burt
ur úr, um tað ikki var fyri tær
oyðileggjandi flóðirnar Nú er ein
ídnaður við at verða bygdur upp.
Seinastu árini er eydnast at
bøta nógv um liviumstøðurnar
hjá fólkinum. Livialdurin er
komin uppá 63 ár, og hetta er
ikki so galið í hesum partinum av
heiminum.
Upprunaliga gjørdist Bangla
desh ein partur av Pakistan í
1947, hóast India lá millum lands
partarnar. Men í 1971 var upp
reistur og Bangladesh sleit seg
leyst av Pakistan, og gjørdist
sjálvstøðugur statur.
Men gleðin vardi ikki leingi.
Leiðarin av uppreistrinum í
1971, Sheik Rahmann, varð
longu myrdur í 1975. Tá tók eitt
hernaðarstýri ræðið fram til
1991. Síðan vóru reglulig val
fram til 2001.
Val skuldi so vera aftur í 2007.
Hetta var avlýst, og landið varð
sett í undantaksstøðu við stjóran
um fyri tjóðbankanum sum leið
ara. Henda stjórnin hevur gjørt
nógv fyri at fáa meira skipað
viðurskifti. Barst hevur verið
móti korruptión eins og dømandi
og útinnandi valdið er býtt sund
ur. Tí er landið betri fyri at fara
til val nú.
Lovað varð tá, at val skuldi í
seinasta lagi vera innan árslok
2008. Tískil varð val lýst at vera
18. desember. Tá var ein flokkur,
sum vildi hava meira tíð til at
finna fleiri valevni, og valdagurin
varð útskotin til 29. desember.
Linda sigur, at ein partur av
teirra arbeiði er at tosa við val
evnini hjá teimum ymiskum
flokkunum. Valstríðið er byrjað
að, og undantaksstøðan varð
tikin aftur tann 17. desember.
Hon hevur staðið við, síðan tað
ætlandi skuldi vera val seinast.
Tað hevur ikki verið loyvt fólki
at savnast í stórum tali. Tó er
undantaksstøðan lutvíst avtikin
undan nevnda dag fyri at
flokkarnir kundu fáa høvi til at
føra valstríð.
Avtøkan av undantaksstøðuni
hevur longu ført til, at ungir
menn renna í gøtunum við rakstr
arrópum. Tí hevur ótti verið fyri
samanbrestum.
Minnilutarnir hava kent seg
tryggar, men teir siga, at teir
vildu heldur havt undantaks
støðuna at vart til valið var av, so
tey kunnu fara á val uttan at
óttast harðskap og hóttanir.
Val er ikki bert
sum at siga tað
Á okkara leiðum rokna vit tað
sum eina sjálvfylgju, at eitt val
fer rætt fram. Men soleiðis er tað
ikki alla staðni. Tað ber væl til at
svika við einum vali. Fyri at eitt
val skal verða viðurkent verður
skipað fyri óheftum útlendskum
eygleiðarum. Hetta eftirlit kann
so verða skipað av óheftum
stovni sum Europeiska
Samveldið.
Her eru eisini greiðar manna
gongdir. Tað verða send trý lið
avstað. Fyrst verður sent eitt
kjarnulið við níggju limum um
leið 8 vikur undan valinum, sum
skal hjálpa til at fyrireika valið
sum heild. Síðan kemur eitt
“longterm” lið fimm vikur und
an valinum, sum skal fyrireika
valið úti um landið. Tey eru 44 í
tali. Linda er við í hesum
liðinum.
Beint undan valinum kemur so
eitt triðja “shortterm” lið at
hjálpa teimum, sum longu eru
komin. Hesi eru 88 í tali, sum
verða í landinum frá 24. til 31.
desember. Av hesum eru fýra
norðmenn. Tískil verða tilsamans
um 140 eyðleiðarar í 64 økjum
kring í landinum.
Hetta er nú ikki so nógv, tá
hugsað verður um, at í hvørjum
øki eru um 600 valstøð. Tískil
mugu eygleiðararnir avgera á
sjálvum valdegnum, hvørji
valstøð teir skulu eygleiða.
Eygleiðarar skulu ikki blanda
seg uppí valið, og teir hava ikki
heimild til at taka nakra avgerð.
Teir skulu bert staðfesta tað, sum
teir vita gongur fyri seg. Tað skal
soleiðis ikki lurtast eftir
leysatíðindum.
Aftaná verður mett um valið
fór regluliga fram. Tað sum
metast skal um er fylgjandi:
Hava valmyndugleikarnir verið
óheftir?
Hava flokkar og valevni havt
frítt at hava fundir og at føra
fram teirra sjónarmið?
Hava allir flokkar sama møgu
leika at sleppa framat almennum
tænastum?
Hava flokkar og valevni havt
javnbjóðis rætt at sleppa framat í
miðlunum, serliga teimum
almennu?
Hava øll havt javnbjóðis
valrætt?
Hava verið onnur viðurskifti,
sum kunnu ávirka eitt val? Eitt
dømi um hetta kann vera
harðskapur.
Hevur mannagongdin við
valinum og uppteljing av
atkvøðum verið nøktandi?
Beint eftir valið skullu eygleið
ararnir geva eina fyribils frá
greiðing um valið, og ein
mánaða seinni skal gevast ein
endalig frágreiðing, har tað eisini
kunnu verða givin ráð um,
hvussu mannagongdin kann
verða bøtt til eitt komandi val.
Væntandi kemur Linda heim
aftur um miðjan januar. Hon skal
vera við til at gera fyribils niður
støðuna, áðrenn hon sleppur til
hús. Vit kunnu so bert vóna, at
hetta fer at gangast væl.
Spent omma
Ein er tó í Føroyum, sum er ser
liga spent. Hetta er omman í
Vági. Hon hevur javnan samband
við Lindu og frættir um, hvussu
tað gongst. Hon er sum rímiligt
er errin av ommudótrini.
Vit onnur kunnu so bert fegn
ast um, at ein føroyingur er við
til at tryggja fólkaræði úti í
heimi, og vit ynskja Lindu eydnu
við hennara arbeiði á hesum
økinum.
Væntandi fara vit at frætta
aftur frá Lindu, hvussu tað hevur
gingist og um komandi upp
gávur, sum hon verður við til.
Kvinna sum arbeiðir á eini teplantagu. Hetta er tann fólkabólkur,
sum er ringast staddur av øllum. Lønirnar eru lágar og tey flestu eru
analfabetar
Úr eini khashiabygd. Arbeiðarar telja upp betelnøtur, áðrenn farið
verður á marknaðin við teimum
Eisini úr khasibygd. Hesin maður fer við dagsins heyst av betelbløðum
tríggjar kilometrarnar á marknaðin. Tað ræður um at bløðini koma fesk
á marknaðin
Omma Lindu, Elisabeth, saman við synunum Dan, pápa Lindu, og
André saman við dóttir hansara Barbaru, sum varð konfirmerað í Vági í
fjørheyst. Linda uttast t.h. er gumma hennara
tíðindi 29