týsdagur 23. desember 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
– Harmaljóð úr London
og ein jólaheilsan til
Pál Weihe, Jón Brian
Hvidtfeldt, Hans Tórgarð,
Anniku Sølvará, Jonhard
Mikkelsen og onnur.
B
ank, bank, bank! Hvør kemur at vitja nú? Eg skræði meg
úr songini. Tað er seinnapartur og bølamyrkt uttanfyri.
Farna náttin gjørdist í so drúgv. Vatn og tyggigummi sum
skjótast. Og í einar brøkur.
Áðrenn eg varnist, stendur ein bulmikil maður inni í myrku
stovuni í kjallaraíbúðini.
– Hvat skal gerast fyri at fáa tykkum lesandi útisetar heim
aftur?, spyr ein djúp rødd.
– Øøøhh... Eg yppi øksl og leiti eftir onkrum søtum at
borðreiða við. Nakrar hálvgamlar piparnøtur er einasti fong
urin til óbodna gestin. Arbeiðsmedisinarin og hatursobjektið
hjá føroyskum grindafanatikarum, Pál Weihe at navni.
Hann er komin at spyrja, um eg kann hava eina framløgu
fyri limunum í felagsskapinum Rotary, sum hevur árliga
samkomu í næstum, um hendan sama spurning: Hvussu fáast
føroysk lesandi heimaftur eftir loknan lestur úti í stóru verð?
Hetta var áðrenn, at Sjúrður Skaale og Norðuratlantsbólk
urin í summar løgdu fram frálíku kanningina, sum núverandi
løgmaður royndi at órógva, og sum skjalprógvaði, at meiri
lutin av føroyskum útisetum heilt einfalt ikki tímir til Føroya eftir
loknan lestur.
Eg helt ongantíð nakran fyrilestur fyri Rotary. Var fluttur til
Ísrael, tá borgaraskapurin sessaðist til háborðs á Hotel Føroy
um. Men eg og Pál fingu hendan seinnapartin fyri einum
knøppum ári síðani, millum jóla og nýggjárs í fjør, eina frálíka
samtalu um ein av mest átrokandi trupulleikunum í føroyska
samfelagnum: At lesandi føroyskir útisetar ikki tíma at búgva í
Føroyum.
Og eitt samfelag, sum ikki megnar at halda um sítt útbúna
tilfeingi, er eitt samfelag, sum ikki gongur eini bjartari framtíð
á møti. Andliga. Sosialt. Og búskaparliga.
***
M
en tað hava flestir føroyskir politikarar ikki skilt. Fram til
19. januar skrólaðu tey øll um altjóða universitet. Um
munadyggar hækkingar til gransking. Um fleiri pengar til tey
fólkini, sum eru orsøkin til, at tað í heila tikið ber til at fara til
sjónleik, til konsertir og til listaframsýningar í Føroyum. Við trú
og heiður vórðu fleiri pengar lovaðir til tey, sum eru orsøkin til,
at føroyskur skaldskapur yvirhøvur finst. Til tey, sum vilja
granska í Føroyum og um Føroyar. Til allar tær spríkjandi sálir,
sum ímóti øllum líkindum syrgja fyri, at tilvitskan, hugarenslið,
tann frælsi tankin, tann stimbrandi andliga innspræningin,
verður hildin á lívi í hesum landinum. Í hesum útjaðaranum yvir
øllum útjaðarum – sum vit gud hjálpi mær so eisini skulu føra
útjaðarapolitikk í.
Valstríðið borðreiddi við so søtum tónum frá einum so
einmæltum kóri, at ein loyvdi sær at spæla við vónini. Vónini
um, at intellektuelli samfelagskapasiteturin nú fór at fáa eina
fíggjarliga innspræning.
Men eina fíggjarlóg eftir valið hevur Setrið framvegis ikki
fingið annað enn náðiligar framskrivingar frá seinastu fíggjar
lóg. Føroyar nýta framvegis langt frá teimum trimum prosent
unum av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking, sum er lágmarkið
hjá OECD. Seinastu tølini hjá Anniku Sølvará og Granskingar
ráðnum vísa 0,87 pínlig prosent, meðan grannalondini liggja
langt omanfyri.
Hans Tórgarð hevur framvegis ikki fingið uppiborna løn fyri
óteljandi framúr framførslur á eyðmjúkum leikhúsum í Havn.
Jonhard Mikkelsen hevur framvegis ikki fingið hóskandi herða
klapp fyri ótroyttiliga orðabókaarbeiðið. Jenny Petersen brýtur
framvegis lógina fyri Tjóðpallin hvønn dag, tí hon við núver
andi játtan ikki kann liva upp til hesa lóg. Rói Patursson má
framvegis venda deyva oyrað og blinda eygað til skikkaðar
umsøkjarar, sum ynskja sær nøkur oyru frá Mentanargrunni
Landsins.
Og brátt kikkar Kringvarpið enn einaferð eftir ondini. Størsta
frambrotið í mínari tíð sum fjølmiðlajunkie var 62 Norður, tá
Dánjal Højgaard, Dagmar Joensen Næs, Jón Brian Hvidtfeldt
og onnur borðreiddu við fyrstafloks journalistikki, men sum
brádliga hvarv. Nú er kjakið í sjónvarpinum eisini tveitt á
øskudungan. So stutt eftir, at vit fegnaðust um stóra frambrotið
at fáa dagligt kjak inn í stovurnar. Og ein erlig journalistisk
dokumentarsending er sum lundi á jólanátt. Gudi viti, hvussu
Jón Brian hevur tað. Tíðindaleiðarin, sum fattur fór til verka,
men sum nú er hertikin av einum politiskum veruleika, sum
liggur vetrarbreytir frá hansara visjónum um sonevnda Public
Service stovnin.
Úrslit? Eitt samfelag, sum ikki er nóg attraktivt at búgva í.
Eitt samfelag, sum ikki megnar kappingina við tann stóra
heimin við universitetum so stórfingnum, fjølmiðlum so
kveikjandi, mentanarlívi so gevandi og andligum almennum
hugarensli so stimbrandi, at Føroyar, sum ongantíð fer úr
hjørtum vár, hoknar undan og megnar ikki kappingina.
Ein grotesk andsøgn, tá tað samstundis hoyrir við til
søguna, at vit hava heimsins bestu stuðulsskipanir til lesandi,
SU og ÚSUN, sum undirritaði fegnast um hvønn dag undir
mínum MAlesnaði í London. Stóri trupulleikin er bert at skapa
fortreytir fyri, at virðini koma heimaftur. At íløgan kemur okkara
egna samfelagi til góðar.
***
N
ær steðgar galskapurin? Nær fatar ein meiriluti í
løgtinginum, at eitt samfelag, sum við krónum og oyrum
ikki hámetir útbúgving, dygdargóðar fjølmiðlar, listafólkini og
granskararnar, er eitt samfelag, sum spakuliga drenar sítt
andliga innihald? Sum í smáum bitum avreiðir sítt intellektuella
tilfeingi til útheimin? Sum lutar frá sær vøru nummar eitt í
fagra, nýggja heiminum? Nær fáa mentamálaráðharrar við
hjartanum á røttum staði heimild til at fremja neyðugu
broytingarnar?
Kanska hongur trupulleikin saman við einum ávísum hug
burði, sum av og á er at hóma, tá eg eri heima. Tá tilmælini
frá fiskifrøðingunum viðvíkjandi niðurskurðinum í árligu
fiskidøgunum var til løgtingsviðgerð í summar, froystu tinglimir
eftir syndarunum yvir øllum syndarum: Akademikarunum í
Havn! At hesir, ja, hugsið tykkum til, at hesir frøðingarnir nú
skuldu takast uppá ráð, var einki minni enn blasfemi ímóti
føroyskari mentan, sum ein vissur harri tók til.
Tá Magni Laksáfoss sum nýklaktur fíggjarmálaráðharri
vágaði sær at nýta sofistikerað frøðishugtøk úr búskapar
frøðiligu orðaskjáttuni, høvdu táverandi samgongufelagar at
honum og mintu staðiliga á, at nú var hann ikki akademikari
longur. Nú var hann landsstýrismaður og skuldi gera so væl
at uppføra seg sum ein. Og tá landslæknin og óbodni
jólagestur mín fyri stuttum løgdu fram tilmæli við støði í
vísindaligum arbeiði, sum mælir frá at eta dálkaða tvøstið,
kókaði okkara høga løgting aftur yvir í primitivari vanvirðing
ímóti serfrøðini.
***
Í
londunum kring okkum eru frøðingarnir mest eftirspurda
vøran. Í londunum kring okkum hevur gud og hvør maður,
sum fæst við politikk, langt síðani fata, at vitaminir til
intellektuella tilfeingið er vegurin fram. At væta og sól til and
ligu blómurnar, sum við ymsum listagávum halda lív í
føroyskum andslívi, er ein lívsneyðug atdráttarmegi.
Men í Føroyum eru frøðingarnir eitt ivasamt fólkaslag.
Journalistarnir ein stætt, sum ikki skal gerast ov sterk. Og
listafólkini ein eyka rokning, tá alt annað er goldið.
So, góði Pál. Eg og mong við mær vilja so fegin koma heim
aftur. Vit gleða okkum sum smábørn at flúgva heim til høgtíð
irnar. Og tað verður enn betri, tá onkur politikari sær ljósið,
nationaliserar privatiseraða triðingin av Atlantic og fer í hern
að ímóti múrinum av dýrum ferðaseðlum, sum kringsetir
oyggjarnar.
Men skulu vit veruliga flyta heim til hetta?
Tví vorðið tykkum, tit frøðingar,
journalistar og listafólk!
Klumma
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
– Skulu vit lesandi útisetar flyta heimaftur eftir loknan lestur? Tað er treytað av, at hesi fólkini - frøðingarnir, journalistarnir og listafólkini – fáa meiri pengar at arbeiða við, skrivar Heini i Skorini í ársins
jólaklummu
Jólablaðið 2008
Sosialurin
Postboks 76
Fo-110 Tórshavn
REDAKTØRUR
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
BLAÐFÓLK
Anna V. Ellingsgaard
Eirikur í Jákupsstovu
Eydna Skaale
Heini í Skorini
Heri Simonsen
Inna Tornroos
Kári Mikkelsen
Leo Poulsen
Magnus Gunnarsson
Óli Jacobsen
Rigmor Dam
Rógvi Nybo
LÝSINGAR
Marknaðardeildin
lysing@sosialurin.fo
MYNDIR
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
PERMA: Andras Nybo
4