týsdagur 23. desember 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
Í tí løtuni, tú
byrjar at hyggja
at tær sjálvum
við eygunum hjá
øðrum, hevur tú
gjørt títt lív til eitt
helviti
– Eg hevði heldur enn fegin býtt
minst 20 av teimum árunum um við
at sloppið at arbeitt sum rithøvundur
burturav. Sjálvt um hesi árini hava
givið mær eitt dýrabært innlit í
korini hjá arbeiðarastættini, so eru
tey eisini orsøkin til, at alt ov lítið er
komið burturúr hjá mær sum
rithøvundur.
Tí hóvar tað honum eisini væl, at
hann nú ’í prinsippinum er deyður’
og ikki nýtist at jagstra nýggjar
upplivingar longur, men umsíðir
kann savna seg um at skriva.
Eitt skálkabros sníkir seg fram í
eygunum á gamla provokatørinum
– Seinnu árini havi eg havt eina
spann hangandi uttanfyri vindeyga,
sum starvslønir og arvur so deiliga
javnan eru dryppað niður í. So fyri
fyrstu ferð í lívinum eru pengar ikki
ein stórur trupulleiki. Eg havi eisini
ovmikið at tilfari at bryggja søgur úr
her á loftskamarinum í glæmuni frá
sigarettini og telduni í nøkur ár
afturat, sigur Jóanes Nielsen.
Hann trýstir grønu Cecil’ina niður
í øskubikarið og hyggur eitt sindur
loyndarfullur upp aftur
– Tíbetur eru onki mark enn fyri,
hvat tú kanst droyma innanfyri
lúnningina.
_____________________________
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fremsti dreymurin hjá mær sum
rithøvunda er framvegis at kunna lata
eina kenslu í ein so flottan skaldsligan
búna, at hon aldrin hvørvur aftur,
sigur Jóanes Nielsen
Mynd: Jens Kristian Vang
35