týsdagur 23. desember 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
38
Bretska hersetingin 1940-1945 er
ein minnilig tíð í føroysku søguni.
Hetta kemur ikki minst orsakað av
tí sambandi, sum var millum hesar
hermenn og føroyskar kvinnur. Í
mongum førum endaði hetta við
hjúnarlagi, har flestu kvinnurnar
fluttu við monnunum til Bretlands.
Hjá nógvum av hesum kvinnum
riggaði hetta væl. Í Miðvikuni hava
vit kunnað lýst eitt av hesum hjún-
um, Jóhonnu f. Apol og Harry Wil-
son, sum júst hava havt diamant-
brúðleyp.
Hjá øðrum endaði hetta
samband við, at kvinnan sat eftir
einsamøll við einum barni. Júst hesi
børn hava sína serligu søgu, sum
rættuliga nógv hevur verið frammi
seinastu árini. Heilt náttúrliga hava
hesi børn, sum frá líður, fingið eina
trongd til at kenna teirra fedranna
upphav, og fleiri teirra hava eisini
gjørt nakað við tað. Tað er kanska
ikki í øllum førum, at hetta hevur
gingið eftir vild. Men fleiri frásagnir
hava verið alment frammi um,
hvussu væl hetta hevur eydnast, og
hvussu familjur hava verið sam-
eindar tvørtur um landamark. Eitt
gott dømi um hetta sást í sjónvarps-
sendingini um Robert McBirnie fyri
kortum. Eitt annað dømi, sum hevur
verið frammi, er Hervør í Bø. Sam-
anumtikið kann sigast, at hesi børn
hava ríkað okkara samfelag á
mongum økjum.
Hetta er serliga hugaligt, tá hugs-
að verður um, at hesi børn hava
ikki bert havt tað stuttligt vegna sína
serstøðu. Fólk hava ikki altíð verið
so tollynt á hesum økinum, sum tey
eru í dag. Ofta gekk hetta útyvir tey
avgjørt óseku, nevniliga børnini.
Mamma Frank sá pápan
verða bumbaðan
Sum við so nógvum øðrum hava
hesi børn ymiskar søgur. Ein er tann
hjá Frank Davidsen úr Sørvági. Tey
eru nógv, sum kenna Frank. Partvíst
er tað sum tann altíð blíði tollarin á
flogvøllinum í nógv ár, og partvíst er
kendur sum virkin í politikki. Hann
var í fremstu røð í javnaðarflokkinum
í mong ár, og hann var eisini eitt
skeið tingmaður fyri Vága valdømi.
Hann var heitur talsmaður fyri tey
veiku í samfelagnum, og hetta var
ikki uttan grund.
Men tey eru færri sum vita, at
Frank eisini er ein partur av hesum
parti av okkara hersetingarsøgu frá
seinna heimsbardaga. Hann er
nevniliga sonur skiparan á Lincoln
City, bretska armeraða trolaran,
sum varð bumbaður á Havnarvág
20. februar í 1941. Tey eru sjálv-
sagt færri og færri, sum minnast
hetta, men hon er ein av teimum
skakandi hendingunum frá hesi
tíðini, sum er komin í okkara bar-
dagasøgu.
Søgan byrjar, sum rímiligt er, við
mammu Frank. Hon var úr Sørvági
og æt Sunneva Atlanta Davidsen.
Hon var dóttir Dánjal (Dáva Dánjal)
og Atu, sum var úr Bø.
Sunneva tænti hjá Magnus
Samuelsen í Havn um hesa tíð, tá
henda søgan byrjar.
Tá vóru nógvir bretar í Føroyum
og ikki minst í Havn. Sunneva kom
tá at halda saman við Francis
Albert Seward, sum var skipari á
Lincoln City, ein trolari sum var tikin
til krígstænastu. Hann var komin til
Føroya í september 1940.
Sunneva gjørdist við barn, og
beint eftir sá hon í kamarsvindeyga-
num hjá sær skipið hjá komandi
pápanum verða bumbað av týskum
flogfari, og átta mans vórðu dripnir.
Hetta má hava verið ein ógvuslig
uppliving hjá hesi ungu kvinnu.
Hetta gjørdist eisini endin á teirra
sambandi. Beint aftaná hesa hend-
ing fór tann yvirlivandi manningin
Frank Davidsen: Pápi hansara
Frank er eitt av teimum mongu »eingilskmannabørnum«, sum hevur fingið samband
við sína ensku ætt. Pápi hansara varð bumbaður tríggjar ferðir. Hann var skipari á
Lincoln City, sum varð søkt á Havnarvág í 1941
Pápi Frank Davidsen í 1939
Frank Davidsen fann sín uppruna
20 ára gamal setur Frank seg í samband við pápa sín
Pápi Frank, Francis Albert saman við konu síni Frances