týsdagur 23. desember 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin desember 2008
Jólablaðið
39
varð bumbaður við Lincoln City
aftur til Bretlands við HMS Aurora,
har hon skuldi fáa álagt nýggjar
uppgávur.
Francis sendi Sunnevu fleiri brøv,
og greiddi frá, at hann var so langt
burtur. Men hann vildi koma aftur!
Men tað kom hann ikki, og sum frá
leið frættist heldur ikki meira frá
honum. Hon man neyvan hava
vitað, at hann var giftur.
Missir mammuna
Frank varð so føddur 26. septemb
er 1941 í Havn. Hann og mamm
an fluttu so vestur í Vágar inn til
ommuna og abban, og hjá teimum
er Frank eisini vaksin upp.
Frank fekk at vita sum 78 ára
gamal um pápa sín. Hetta gjørdi
hann sjálvsagt nakað øðrvísi enn
hini børnini, sum búðu saman við
pápa og mammu. Tað eru frásagnir
um, at børn hjá bretskum hermonn
um hava verið happað vegna sín
uppruna. Hetta kennir Frank eisini
nakað til. Hann sigur, at hann var
nakað happaður av hinum dreingj
unum, tá ið onkur tvístøða kom í.
Men ofta var tað meira av teimum
vaksnu.
Umstøðurnar vóru heldur ikki tær
bestu. Tað hevur ikki verið lætt at
verið einlig mamma tá í tíðini. Frank
minnist, at barnapeningurin, sum
mamman fekk, var kr 258 um
hálvárið. Víst hevði henda upp
hædd størri virði tá enn nú, men
hetta var ikki nógv til at forsyrgja
einum barni.
Mamman fekk eina harða lagnu.
Hon giftist í 1950 og fekk fyrst tvey
børn høvd í høvd. Í januar 1953
doyði hon í barsilssong við tví
burum, bert 38 ár gomul. Hesi fýra
børnini fóru til onnur at vera, meðan
Frank var eftir hjá ommuni og
abbanum, har hann hevði tað gott.
Fekk samband við
pápan á Malta
Alt hetta ger trongdina at vita um
pápan enn størri. Ein dagin fann
Frank eitt bræv til mammuna í
skuffuni hjá abbanum. Tað var frá
ríkisumboðnum, har tey bóðu um
adressuna hjá pápa hansara.
Tá setti Frank í seg, at nú skuldi
hann royna at fáa samband við
pápan. Hann kendi ikki adressuna,
men hann visti navnið á honum.
Frank sendi tískil bræv í hansara
navni til krígsmálaráðið í London.
Hetta var í 1961, tá Frank var 20
ára gamal.
Tað gingu bert nakrar fáar vikur,
tá fekk hann svar aftur. Pápin hevði
svarað aftur beinanvegin. Men
postsambandið tá gjørdi sjálvsagt,
at tað tók longri tíð hjá brøvum at
koma fram enn nú á døgum.
Pápin greiddi frá, at hann tá var
á Malta, har hann var politistjóri á
Naval Base, sum var ein bretsk
herflotastøð. Malta var tá framvegis
undir bretskum ræði. Pápin greiddi
frá, at hann var giftur, og at hann
átti trý børn, sum vóru fødd í 1932,
1935 og 1938.
Teir skrivaðu saman í eini 10 ár.
Tað var eitt sindur trupult at sam
skifta. Frank dugdi ikki enskt tá, so
tað vóru lærararnir í Sørvági Leif
Nolsøe og Tóri Skaalum, sum førdu
pennin fyri hann.
Pápin legði upp til at møtast, men
ikki kom uppskot um hvar og nær.
Kanska hevur tað hildið honum
aftur, at hann hevði eina familju,
sum einki visti um hansara føroyska
samband.
Sambandið fánaði burtur. Frank
fekk eisini annað at hugsa um,
hann hevði eisini fingið konu og
børn. Hann giftist við Anni, og tey
fingu tilsamans sjey børn, fimm av
teimum eru á lívi.
Men Francis gloymdi kortini ikki
síni í Føroyum. Hvørji jól sendi
pápin 2025 pund til abbabørnini.
Hetta var fitt av peningi tá.
Men Frank hugsaði kortini alla
tíðina um, hvar pápin mundi vera,
og hann tráaði eftir at fáa samband
við hann aftur.
Fyrst í 90unum fór Frank so at
forhoyra seg aftur. Dóttir hansara,
Sunneva, kontaktaði Metropolitan,
politistøðina í London.
Frank fekk sum svar, at pápin
hevði arbeitt hjá politinum til
1959. Síðan hevði hann verið fýra
ár á Malta. Frank fekk fatur í
hansara seinastu adressu, men hon
var ikki til nakra hjálp. Eisini fekk
hann at vita, at pápin doyði í
1982. Meira hevði politistøðin ikki
loyvi til at siga honum.
Fekk trý systkin
eftir einum degi
Tíðin gekk, og hetta við pápanum
og hansara familju var framvegis í
huganum.
Men nú er tað nakað sum eitur
internet, og sum ger alt so nógv
lættari. Siri, dóttirin, setti seg við
telduna at leita. Hon kom inn á
eina ættarheimasíðu, og har fann
hon trý nøvn sum tí hjá pápa
hansara. Eftirnavnið Seward man
hava verið nakað sjáldsamt.
Teldubræv verður so sent til sonin
hjá Francis Seward. Sent var til
ættina hjá tí við hesum navni, sum
var føddur í 1908. Frank visti at
pápi hansara var føddur hetta ár.
Sonurin eitur eisini Frank. Hann
fær sum rímiligt er ein kvøkk, tá ið
hann fær teldupost frá einum púra
ókendum Frank, sum sigur seg vera
beiggja hansara.
Hann váttar í svarinum, at hann
er sonur Francis Albert. Hann veit
ikki annað, enn at pápin átti bert
seg og tvær systrar. Hann spyr, hvat
ið fær Frank til at halda, at pápi sín
eisini er pápi hansara. Síðan spyr
hann, nær Frank er føddur, og hvør
mamman var. Frank svarar sama
dag, og dagin eftir kemur svar frá
enska Frank.
Nú sæst, at hann er spentur
uppá hetta, og hann dugir væl at
síggja, at tað kann vera rætt, at teir
hava sama pápa. Eisini sigur hann
seg og sínar systrar vera hugtikin av
hesi søgu um, hvussu Frank hevur
funnið fram til fyrst pápan og síðan
til teirra. Hann er eisini so
umhugsin, at hann spyr eftir mammu
Frank. Seinni harmast hann um,
hvussu illa tað gekk henni. Hann
greiðir frá tí, hann veit um pápan í
Føroyum og greiðir eisini frá sær
sjálvum og sínum systrum, sum nú
eisini eru spentar uppá hendan
nýggja beiggjan.
“Welcome half brother”
Hann vil fegin frætta aftur og
undirskrivar teldupostin “welcome
half brother.”
Teir halda so fram við teldu
postum at greiða frá sínum egnu
søgum.
Tað vísti seg eisini, at pápin
hevur havt eina sera dramatiska
søgu undir krígnum.
Sonurin greiðir frá, at tey heima
høvdu bert sæð hann tvær ferðir øll
bardagaárini. Onnur ferðin má so
hava verið, tá ið hann kemur heim
úr Føroyum. Men eingin fekk at vita
um nakað samband við føroyska
gentu.
At hetta samband hevur havt
fylgir, visti hann sjálvur ítøkiliga í
hvussu er í 1961, men hann hevur
einki fortalt heima. Hann hevur vist
eisini følt seg illa um lagnuna hjá
gentuni, sum hann fekk barnið
saman við. Frank í Onglandi heldur
tó, at mamman kann hava vitað
okkurt, sum hon ikki hevur fortalt
børnunum. Tey bæði høvdu felags
peningakonto, og hon má hava
varnast barnapengarnar, sum fóru
av kontoini tvær ferðir árliga. Tey
kunnu hava hildið, at tað var ov
eyðmýkjandi at fortelja børnunum
hetta.
framhald á næstu síðu
Endiliga saman! Frá vinstru hálvsystirin Gillian. Frank og konan hansara Anny, og hálvbeiggin Frank Seward. Innsetta myndin er systirin Rosemary
Mamma Frank, Sunneva, eygleiddi bumbingina av pápa
hansara