Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin desember 2008 Jólablaðið 40 Her skal verða greitt frá søguni, sum er upprunin til, at henda søgan yvirhøvur er til nevniliga Lincoln City. Hetta kann verða gjørt við at greiða frá bumbingini av Lincoln City, soleiðis sum Johan Norðfoss greiddi frá í Miðvikuni í summar Tá sat eg uppi við Sundsvegin við húsini hjá Hanus við Høgadalsá undir einum torvleypi á einum plássi, har tað vanliga varð hvílt. Eg sá eisini trolaran, tá ið hann fór í luftina. Hetta var 20. februar 1941. Tá var eitt rættuligt álop framt á Havnina móti oljutang­ unum á Viðanesi. Umframt Lincoln City varð eisini bretska tangaskipið War Pindari álopið á Skálafirði. Veðrið var gott, eitt lot av landnyrðingi og okkurt vátakavaælið. Fleiri skip lógu á Havnini hendan dagin. Tað hevði verið friðarligt allan fyrrapartin, og eingin grunaði, at hetta skuldi gerast ein slíkur skaðadagur. Kl. 15 ýldu ávaringarlúðrarnir, og tvey týsk flogfør komu inn um Nólsoyareiði og inn yvir Havnina. Skotið varð eftir teimum, og flogførini rýmdu í fyrsta umfari. Tríggir mans vóru at síggja frammi á bakk­ anum á Lincoln City, sum nú fór at hiva akker­ ið inn, so trolarin kundi vera betri fyri at verja seg í einum nýggjum álopi. Tá kom annað flogfarið aftur. Tað blakaði eina bumbu eftir Lincoln City. Hon fór niður við borðinum. Men tá brast hon, og trolarin lyftist upp úr sjónum og brotnaði um tvøran. Alt var eitt rok, og tá ið tað var av, var eingin Lincoln City at síggja. Fyrsti bátur sum kom á staðið var tann hjá Niclas í Kunoy, og hann bjargaði trimum monnum. Hann varð seinni heiðraður av bretum við eini whiskyfløsku! Tað var próvtøka á sjómansskúlanum, og her lupu allir avstað at bjarga teimum, sum flutu á sjónum. Av teimum 27 monnunum umborð doyðu teir átta. Tað var skotið dúgliga eftir flogfarinum. Skiparanum á danska fiskibátinum Vestland, sum eg var við, dámdi eisini væl at skjóta. Hann skjeyt eftir øllum, eisini eftir hesum flog­ farinum, sum seinni neyðlendi á Gøtuvík. Hann helt seg hava skotið tað niður, sum hann lá við kolbrúnna hjá Valdemar Lützen. Tað vóru nógvir sum skutu, eisini inni á Skála­ fjørðinum. Tað vóru eisini fleiri, sum hildu seg hava rakt. Týskararnir við flogfarinum sluppu við lívinum. Teir vóru bjargaðir inn til Syðru­ gøtu og vórðu seinni sendir til Bretlands 24. februar við Aurora, sama skipi, sum mann­ ingin á Lincoln City fór heim við. Teir skuldu fara beint til Scapa Flow, men teir høvdu lítið meira enn lagt frá landi, tá ið teir fingu boð um at fara vestur í Atlantshav at fylgja einum skipafylgi til Bretlands. Um kvøldið var sum vant hermannadansur, Gággan spældi í Tórshøll. Dansurin steðgaði eina løtu, meðan skiparin á Lincoln City segði nøkur orð. Millum annað geiddi hann frá, at í krígstíð kundi ein vænta sær alt. Tá ræður orðatakið: “Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.” Soleiðis var eisini í hesum førinum, tá ið átta av okkara her­ monnum umborð á Lincoln City mistu lívið. Vit heiðra teir fyri at hava latið sítt unga lív í bardaganum fyri at bjarga Bretlandi undan týsku álopunum. Men tá ið vit hava gjørt hendan stutta steðgin, má lívið halda fram, eins og einki var hent. Lincoln City bumbaður Hevur havt fleiri lív Annars má sigast, at pápin hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Hann skuldi havt verið í eini konvoy úr Englandi til Norður Noreg fyrst undir krígnum. Men hann gjørdist sjúkur og mátti senda avboð. Kon­ voyin varð álopin, og skipið, hann skuldi havt verið umborð á, fór nið­ ur við mann og mús. Mamman visti ikki betur, enn at Francis var við hesum skipi, og hon fær sum rímiligt er ein skelk, tá ið hon frætti um vanlukkuna og helt seg hava mist mannin. Lættin hevur verið eins stórur, tá ið hon fekk at vita, at hann kortini ikki var við. Aftaná at hava verið bumbaður í Føroyum varð hann tvær ferðir við skipum, sum vórðu álopin av týsk­ arum. Aðru ferð var tað í Miðal­ havinum og hina ferðina í Reyða Havinum. Hevði kortini samkenslu við týskarum Annars var Francis í Hamburg, tá ið Týskland gav seg yvir í 1945. Hansara uppgáva var at fáa “vatn­ politi” at rigga við politibátum, sum sigldu á áunum. Francis gjørdist vinur við fleiri týskar politistar restina av lívinum. Hann royndi at sannføra konuna um, at ikki allir týskarar høvdu ábyrgdina av týsku ræðuleik­ unum ella vistu um deyðslegurnar. Týskarar høvdu eisini sjálvir verið gjøgnum líðingar takkað verið teirra egnu leiðslu. Hetta gevur eina posi­ tiva mynd av manninum, tí tað vóru ikki øll í vinnandi partinum, sum høvdu so mikið av samkenslu við týskarunum. Ætlanin var, at familjan skuldi flyta til Týskland, men tá fekk mamm­ an sjúkraeyðkenni, sum seinni skuldi vísa seg at vera fyrsta teknini um sclerosu, sum hon fekk staðfest í 1961. Hon doyði í 1997, 87 ára gomul. Francis kom aftur til Bretlands í 1947 og fór aftur á Metropolitian at arbeiða. Her var hann viður­ kendur sum ein, ið var góður til at loysa serligar trupulleikar. Hann var ein sokallaður »problemknúsari.« Men Francis gjørdist eisini sjúkur. Hann fekk parkinsonsjúkuna og gavst at arbeiða í 1972. Sum sagt doyði hann í 1982, 74 ára gamal. Kensluborin sameining Vit koma aftur til 2005. Aftaná at Frank var komin í samband við síni nýggju systkin, var tað skjótt at avrátt varð at hittast. Beiggin bjóðaði beinanvegin Frank við familju at koma at vitja tey í Ong­ landi. Hann býr á London­leiðini og sytrarnar búgva sunnanfyri London. Í 2006 fóru Frank, konan Anny og dóttir teirra Siri at vitja teirra nýggju familju í Onglandi. Tey vórðu eisini móttikin við opnum ørmum. Hetta var eisini sera kenslu­ borið. Tey kundu beinanvegin staðf­ esta, at Frank líkist síni ensku ættar­ fólkum. Serliga líktist hann pápa­ beiggjanum. Tey ferðaðst runt í økinum og vóru millum annað tríggjar dagar í Lond­ on. Gott høvi var at práta saman, og tey fingu nógv meira at vita um hvønn annan. Í søguni, sum systkini í Onglandi hava skrivað um pápan, kemur greitt til sjóndar, at tey eru sera fegin um at hava funnið Frank ella rættari, at Frank fann tey. Um tey »nýggju« systkini hjá Frank kann sigast: Frank var giftur við Dianu. Hon var fødd Hakunson av svenskum upp­ runa. Tey eiga trý børn og seks barnabørn. Rosemary var gift við Peter Luch og eigur 2 synir. Gillian var gift við Andy Holmann og eigur ein drong og eina gentu. Øll systkini hava mist sínar makar. Tað eru bert gentur sum føra ættina víðari. Tískil kemur eftirnavnið Seward at hvørva í hesi ættini. Ein rættulig jólasøga Í fjør komu tey trý systkini higar at ferðast. Tey vóru í Havn á Ólav­ søku, og tey sluppu í Havnar kirkju til ólavsøkugudstænastu. Hetta var eitt serligt upplivilsi. Ætlanir eru longu lagdar at fara at vitja í Ong­ landi komandi ár. Sigast kann, at hetta er ein rættu­ lig jólasøga. Hon byrjaði kanska ikki so væl, men endin var so góður, sum hann kundi vera. Tað er heldur einki at ivast í, at øll hesi ættarligu samband millum Føroyar og Bretland, koma alsamt at hava stóran týdning fyri sambandið millum londini. _____________________________ Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Lincoln City varð bygdur í 1933, men varð tikin av herinum beinanvegin Bretland fór í kríggj móti Týsklandi í september 1939. Bumbaður á Havnarvág 21. februar 1941 Frank og Anny saman við teirra seks børnum, sum eisini eru blivin ein partur av ensku familjuni. Børnini eru f.v. Siri, Elsa Margith, Annfríð, Sunneva, Eyðfinn og Sonny