Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. desember 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin desember 2008 Jólablaðið 42 »Ein urtagarður uttan blomstur er ongin urtagarður. Eitt hús uttan børn er ikki eitt hús við lívi í«. Soleiðis tekur Sigrid Sighvatsson – sum er ættað av Skála, men í nógv ár hevur búð í Danmark – til, tá hon skal seta orð á, hvussu stór gleðin í familjuni gjørdist, eftir at hon og maðurin, Kartin Leitistein Hansen úr Runavík, umsíðir fingu fyrsta barnið í húsið. Sarah, sum nú hevur eftirnavnið Sighvatsson Hansen, kemur heilt úr Suðurindia úr býnum Chennai. Um okkara leiðir betri kendur undir fyrrverandi navninum, Madras. - Børn eru heilt unik, og hetta hevur gjørt lív okkara til nakað heilt serligt. Og sjálvt um tað ber til at liva uttan børn, so hevur tað gjørt lív okkara nógv, nógv ríkari, sigur Sigrid Sighvatsson. Familjan búði fyrstu nógvu árini í Århus, men eru síðani flutt longur suður á Eysturjútlandi til Hou við Odder, har tey hava bygt sær eini sera snotulig hús. Sum onnur pør hava Sigrid og Kartin roynt at fáa børn upp á tann vanliga mátan og síðani við hjálp frá heilsuverkinum. Tá hetta ikki eydnaðist, kom ættleiðing upp á tal, sum eitt natúrligt framhald í royndini at økja um familjuna. Nýklaktu foreldrini mugu tó ásanna, at tað ikki er bara sum at siga tað at ættleiða. Spurd um, hvussu hendan gongdin hevur verið, sigur Sigrid Sighvatsson: - Tað er ein long, long prosess at koma ígjøgnum. Fyri fleiri árum síðani fingu vit staðfest, at tað fór at verða trupult hjá okkum at fáa børn. Í slíkum føri hugsar tú um nógv ting, og hví tað ikki skal rigga hjá tær, sjálvt um vit eisini fingu hjálp til hetta. Sum pedagogur var tað til tíðir sera hart hjá mær at arbeiða við børnum og ikki sjálv kunna fáa børn. Okkurt mátti henda í lívinum hjá mær, og tí komu vit skjótt ásamt um, at vit vildu ættleiða, sigur skálakvinnan. Tey skrivaðu seg upp hjá myndugleikunum, fóru á foreldraskeið tvær ferðir, vóru til fleiri samtalur og skrivaðu frágreiðingar um lív teirra. Síðani skuldu tey finna eitt land, haðani barnið skuldi koma frá. - Í okkara føri stóðu øll lond opin, tí vit høvdu verið gift í fleiri ár. Men sjálvt um øll børn eru fitt, so skuldu vit velja, hvaðani vit vildu hava, barnið skuldi koma frá. Tað var eitt tað torførasta. Vit tosaðu aftur og fram, og valið fall síðani á India. Tað tók teimum meir enn trý ár at fáa ættleidda barnið til Danmarkar. - 18. desember í 2006 fingu vit at vita, at vit áttu eina lítla diddu á einum barnaheimi í India, og í august í fjør kundu vit fara eftir henni. Vit fingu hana 26. august og komu aftur til Danmarkar 8. september. Hetta var sera long tíð at koma ígjøgnum, men frá tí vit gjørdu av at ættleiða, til vit fingu barnið, havi eg nýtt møguleikan til at útbúgva meg meir, sigur Sigrid Sighvatsson. Sarah gjørdist Sarah Tætt upp undir dagin, har Sigrid og Kartin fingu at vita, hvat barn tey skuldu fáa, høvdu tey gjørt eitt barnakamar klárt og keypt eina reyða sofu inn í kamarið. – Frammundan hevði eg vitjað ein hondlesara, sum segði, at vit fóru at fáa eina gentu. Tá sofan var komin inn, og vit seta okkum í hana, siga vit við hvørt annað, at tað nú hevði verið stuttligt, um vit fingu eina gentu til ta reyðu sofuna. Dreingjanavnið høvdu vit ikki klárt tá, men um tað bleiv ein genta, so vildu vit hava, at hon skuldi eita Sarah. Bara tveir dagar aftan á ringja tey til okkum og siga, at vit eiga eina gentu í India, sum eitur? …..ja, hon eitur júst Sarah, sigur ein smílandi Sigrid Sighvatsson. Tað var ein stórur dagur fyri komandi mammuna, tá tey ringdu frá ættleiðingarskrivstovuni. Kartin var ikki heima, men foreldur hansara, Selma og Gert Hansen, vóru komin niður at halda jól saman við teimum. - Hetta var ikki nøkur pínufull »føðing«, men tað var stórt og forloysandi, tá eg fekk boðini. Hjá okkum var ongin likamslig pína, men hendan langa tíðin fram til, vit fingu Sarah, hevur verið langdrigin, sigur Sigrid Sighvatsson. Ímeðan hon situr og greiðir frá hesi tíðini, kemur nýklakti pápin inn við dóttrini. Spurdur, hvussu tað kennist at vera blivin pápi, sigur Kartin Leitisstein Hansen: - Fantastiskt. Tú roynir at ímynda tær, hvussu tað verður, men hendan ímyndin heldur ikki. Her er lív í alla tíðina, og tað er altíð brúk fyri tær, sigur hann. Sigrid brýtur inn: - Sarah speglar sær í okkum og ger alt, sum vit gera. Og tað at fáa eitt barn, sum hevur verið ígjøgnum eitt sindur av hvørjum, ger, at vit altíð eru tvingaði at tulka, hví hon reagerar, sum hon ger og at seta orð á kenslurnar fyri hana. Sum føroyingar tosa foreldrini sjálvandi føroyskt sínamillum, og tí er málið hjá Sarah eisini føroyskt, sjálvt um tey búgva í Danmark. - Vit hava havt ein talupedagog á vitjan, sum segði, at um Sarah ikki hevði aðrar trupulleikar, so skuldu vit bara tosa føroyskt, tá føroyingar vóru til staðar og danskt, tá danir vóru hjástaddir, sigur Sigrid. Um foreldraleiklutin sigur Kartin: - Tað kann vera torført at tulka hennara reaktiónsmynstur. Ger hon tað, tí hon er, sum hon er, ella er tað orsakað av hennara uppvøkstri, haðani hon kemur frá. Hetta eru vit altíð noydd at fyrihalda okkum til, sigur hann. Sarah var hálvtriðja ár, tá tey fingu hana, og tí hevur hon sjálv- andi nógv við sær í førninginum. - Jú, eldri børnini eru, tá tey koma, jú meiri hava tey við sær. Tað sigur seg sjálvt. Tað er tó ongin trygd fyri, at tað skal ganga betri, um tey eru minni ella størri. Royndir Vanliga ganga níggju mánaðir at fáa eitt barn, men hjá Sigrid Sighvatsson og Kartin Leitisstein Hansen tók tað meir enn trý ár, áðrenn klárt var at taka ímóti. Fyri einum góðum ári síðani fingu tey dóttrina Sarah, sum er ættleidd úr Suðurindia Sarah, sum er ættleidd úr Chennai í India, er tvær ferðir løgd undir skurð fyri bruna í arminum og beininum, síðani hon kom til Danmarkar í september í fjør. Nú er hon heilt frísk Barnið er ein gáva